longri sum borgarstjóri í Tórshavnar kommunu enn nakar annar. At hann somuleiðis kann vera drúgvur í øðrum høpi, gekk sjón fyri søgn nú um dagarnar, tá ið hann á fundi í Lions Tórshavn fekk handaða heiðursnál [...] Tað er ikki ókent, at nú fyrrverandi borgarstjórin í Havn eigur ymisk met, tá ið tað kemur til árstøl, tí hann hevur sitið longri sum býráðslimur í Havn enn nakar annar, og eisini hevur hann sitið longri [...] heiðursnál fyri at hava verið limur har í 50 ár, umframt at hann var forseti Lions-árið 1990/91. – Tá ið eg gjørdist limur í Lions tann 14. desembur í 1974, vóru Karl Jakobsen og Tummas Arge “gubbar” hjá mær
Tjóðsavnið fyri móttøku í Brekkutúni 6 hósdagin 13. desember kl. 16.00, og bókin fæst í bókabúðunum í Føroyum, upplýsir Tjóðsavnið í tíðindaskrivi. [...] gevur í hesum døgum út bókina Skónir í Føroyum. Tað er Anna Maria Fosaa sála, sum hevur skrivað bókina. Anna Maria var plantufrøðingur og starvaðist síðani 1996 á Føroya Náttúrugripasavni, sum nú er partur [...] hennara serritgerð til master prógvið í 1987 var um skónir í Føroyum. Sum aðrir føroyskir granskarar mátti hon arbeiða innan nógv ymiskt øki. Hennara doktararitgerð í 2003 var um plantuvøkstur á føroysku
fleiri í februar 2014 í mun til árið fyri, og svarar tað til ein vøkstur upp á 0,6%. Størsta framgongdin er í byggivinnuni, 5%, og fyri fyrstu ferð í 3 ár eru tað fleiri enn 3.000 løntakarar í byggivinnuni [...] byggivinnuni. Í fiski- og alivinnuni eru 3.691 løntakarar, tað eru 123 færri enn árið fyri, sum er ein minking upp á 3,2%. Fiskivinnan hevði fæst løntakarar í 2011, tá húsagangur var í fiskavøruídnaðinum, og [...] Í februar vóru 23.846 løntakarar í Føroyum, tað vóru 109 fleiri enn í januar. Hetta vísa árstíðarjavnaðu tølini. Hagstovan skrivar, at trendurin vísir, at síðan mai 2012 hava tað verið um 23.700 løntakarar
og í 1968 sendu teir fyrstu føroysku popp-LP-plátuna á marknaðin. Hon varð útseld í stundini, men ikki fyrr enn í 2000 gav Tutl tónleikin út á fløgu. Í røðini "Varðar á leiðini", sum var at hoyra í útvarpinum [...] poppbólkinum í 60-árunum, Faroe Boys. Tað hevur verið sagt, at plátan kom út stutt undan jólum í 1967, men í Sosialinum 14. februar 1968 lesa vit, at plátan, sum bíðað hevur verið so leingi eftir, fæst til keyps [...] modernaða popptónleikinum í Føroyum. Bólkurin, sum var virkin árini frá 1962 til 1967, var sera væl umtóktur bæði í Føroyum og Íslandi. Teir vóru stórliga fagnaðir á konsertferðum í Íslandi í 1964 og 1966. Har
Klaksvíkar í 50'unum, har mamma Bjørn, Oddbjørg Andreasen, er fødd og uppvaksin. Hon møtti so danska pápa Bjørn í svimjihøllini í Klaksvík, tá pápin var hermaður í Føroyum á sinni, og tey búsettust í Danmark [...] sum eitt nú var við til at tryggja føroyingum krígspensiónina. Knút doyði í 2015, men omman livir enn og fyllir 90 í oktober. Foreldur Thomas møttust á háskúla í Danmark, og valdu at búseta seg í Danmark [...] Danmark, har pápin hevði bóndagarð. Tey hava búð niðri síðan og búgva í dag í Holstebro. Í nýggjasta Sosialinum hava vit langt prát við teir báðar hálvføroysku fólkatingslimirnar. Vit práta um teirra tilknýti
, Leikum Fagurt, og er hann í nevndini enn. Eisini hevur hann verið í nevndini í Sands fornminnisfelag, sat í Sands kommunu frá 1996-2000. Hann er formaður í ferðaráðnum í Sandoyar sýslu. Hann hevur havt [...] um hendi í umleið 25 ár, hann gavst fyri umleið tveimum árum síðan. Sólvit hevur skrivað nógv lesarabrøv helst um viðiskiftir í Sandoynni, og er hann íðin viðhaldsmaður hjá B71. Hann fæst nú mest við at [...] føddur og uppvaksin á Sandi. Hann fór sum ungur til skips, bert 14 ára gamal í 1947. Hann tók skiparaprógv í 1954 og longdina í 1956. Eina tíð arbeiddi hann við at leggja SEV linjur av Skarvanesi til Dals
Í august í ár fekk Elin á Rógvi, rithøvundur og útvarpsvertur í barnaútvarpinum í Kringvarpi Føroya, Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins fyri barnaskaldsøguna Flytifuglar. Nú er hon til [...] Tiltakið verður leygardagin 16. novembur kl. 11 í Skálanum í Norðurlandahúsinum, har hon eisini verður til keyps. Bókin fæst í bókahandlunum kring landið í næstu viku. Tiltakið er alment og ókeypis! ##med3## [...] ið leiðir lesaran inn í ein virtuellan fantasiheim við nógvum spenningi og undurfullum sagnarverum. Leygardagin 16. novembur kl. 11 verður bókin løgd fram í sambandi við Bókadagar í Norðurlandahúsinum, har
valdur til formann í Løgtinginum um eina lítla løtu, hevur sent út skriv, har hann mótmælir CIA flúgving í føroyskum luftrúmi Hergeir Nielsen, limir í uttanlandanevndini, sigur, at føroyingar í áravís hava givið [...] umstøðum loyvir flutningi í føroyskum lofthavi av fangum uttan rættartrygd. Í samband við at danir nú ætla at kanna hesi viðurskifti vísir Hergeir Nielsen til tað frámæli hann gav Løgmanni í desember, og heitir [...] ella á fólkaatingi fæst nakað at vita um, hvussu stór ferðslan er, ella hvørji gjøld verða tikin fyri at flúgva í føroyskum loftrúmi. Hann staðfesir tí, at eingi frambrot hava verið í føroyskum uttanríkis-
at fáa bilbugt við kloakkluktin í býnum. Í fyrstu atløgu verða kloakkirnar eystan fyri Havnará spulaðar og eftirkannaðar, so greiða eisini fæst á, hvørjum standi tær eru í, boðar kommunan frá. Umframt at [...] kommununi. Kloakkirnar í miðbýnum verða støðugt reinsaðar og dagførdar. Og kommunan er í løtuni eisini í fer við at skifta kloakkir í miðbýnum. Ráðgevar eru settir at leggja til rættis arbeiðið at reinsa Havnará [...] Kloakkirnar, sum nú verða spulaðar eystan fyri Havnará, eru tær fyrstu, sum kommunan kannar á henda hátt. Síðani verður farið víðari til onnur øki í býnum. Ætlanin er at eftirkanna allar kloakkir í kommununi
leiðsluna á Dimmalætting og fakfeløgini í gjár. Páll Nilesen, advokatur, og Ingolf S. Olsen, formaður í Føroyskum Miðlafólkum, vórðu í gjár sæddir fara á fund í Vinnuhúsinum. Ingolf S. Olsen váttar, at [...] Nú er greitt, at Dimmalætting er kravd konkurs. Starvsfólkini hava seinnapartin verið í Skiftirættinum við kravi um, at Dimmalætting fer í trotabúsviðgerð, sum rætturin góðkendi. Soleiðis er eisini greitt [...] fyri tað, sum tey hava mist í beinleiðis lønum seinasta hálva árið. Men vánirnar at fáa tað aftur, sum Dimmalætting ikki hevur goldið í eftirløn, eru ringar, um einki fæst úr trotabúnum Dimmalætting. Sum