Skulu spula 14 kilometrar av kloakk

Tórshavnar kommuna hevur sett sær fyri at fáa bilbugt við kloakkluktin í býnum. Í fyrstu atløgu verða kloakkirnar eystan fyri Havnará spulaðar og eftirkannaðar, so greiða eisini fæst á, hvørjum standi tær eru í, boðar kommunan frá.

 

Umframt at spula kloakkirnar verða tær eisini filmaðar og støðulýsing gjørd til tess at nágreina, hvørjum standi kloakkirnar eru í, og hvar ábøtur eru mest átrokandi.

 

Tórshavnar kommuna hevur boðið arbeiðið at spula og filma kloakkirnar út. Og felagið FKSSlamson vann útboðið. Arbeiðið at spula og eftirkanna kloakkirnar byrjar mánadagin 9. apríl. Tá fer ein rottangabilur at reinsa kloakkirnar eystan fyri Havnará og kanna tær við sjónvarpstóli.

 

Samlað fer felagið at spula út við 14 kilometrar av kloakk. Og haraftrat verða 336 kloakklok lyft upp og brunnar kannaðir.

 

Kloakkirnar, sum nú verða spulaðar eystan fyri Havnará, eru tær fyrstu, sum kommunan kannar á henda hátt. Síðani verður farið víðari til onnur øki í býnum. Ætlanin er at eftirkanna allar kloakkir í kommununi.

 

Kloakkirnar í miðbýnum verða støðugt reinsaðar og dagførdar. Og kommunan er í løtuni eisini í fer við at skifta kloakkir í miðbýnum. Ráðgevar eru settir at leggja til rættis arbeiðið at reinsa Havnará og at fáa beint fyri kloakkluktinum í miðbýnum.

 

Áðrenn arbeiðið at reinsa kloakkirnar eystan fyri Havnará byrjar, veðrur oyðiblað borið út í hvørt hús í grannalagnum, har arbeitt verður. Arbeiðið fer at tarna ferðsluni, og kommunan fer at kunna á torshavn.fo um, hvar og nær arbeitt verður.