Hergeir Nielsen sendir løgmanni áheitan

Hergeir Nielsen, sum fleiri vænta verður valdur til formann í Løgtinginum um eina lítla løtu, hevur sent út skriv, har hann mótmælir CIA flúgving í føroyskum luftrúmi Hergeir Nielsen, limir í uttanlandanevndini, sigur, at føroyingar í áravís hava givið loyvi til, at mannarættindini verða brotin í sambandi við flúgving av fangum í føroyskum loftrúmi.

Hann staðfestir, at uttanlandsnevndin regluliga hevur givið loyvi til henda flutning.

Vísandi til fleiri brot á mannarættindi hjá USA, mælir tingmaðurin eisini løgmanni til at krevja av donsku stjórnini, at hon virðir mannarættindini og undir ongum umstøðum loyvir flutningi í føroyskum lofthavi av fangum uttan rættartrygd.

Í samband við at danir nú ætla at kanna hesi viðurskifti vísir Hergeir Nielsen til tað frámæli hann gav Løgmanni í desember, og heitir enn einaferð um, ikki at geva loyvi at flúgva í føroyskum loftrúmi og at lenda í Føroyum við skaðiligum farmi

Hann finnist eisini at, at føroyingar als onga stýring hava við okkara egna luftrúmið.

- Vit hava onga hóming av, um ætlaða flúgvingin er í samsvari við føroysk áhugamál ella ikki, sigur tinglimurin hjá Tjóveldi og heldur fram:

- Upplýst er, at Ísland hevur ábyrgdina og umsitingina av lofthavinum yvir Føroyum, men hvørki á tingi ella á fólkaatingi fæst nakað at vita um, hvussu stór ferðslan er, ella hvørji gjøld verða tikin fyri at flúgva í føroyskum loftrúmi.

Hann staðfesir tí, at eingi frambrot hava verið í føroyskum uttanríkis- og trygdarpolitiskum áhugamálum yvirhøvur.