Dimmalætting undir trotabúsviðgerð

Starvsfólkini hava í dag verið í Skiftirættinum og kravt Dimmalætting konkurs

Nú er greitt, at Dimmalætting er kravd konkurs. Starvsfólkini hava seinnapartin verið í Skiftirættinum við kravi um, at Dimmalætting fer í trotabúsviðgerð, sum rætturin góðkendi.

 

Soleiðis er eisini greitt, at royndirnar hjá gomlu leiðsluni, Árna Gregersen og Eyðfinni Reyðberg, at geva blaðið útaftur í nýggjum dóttirfelag, eisini eru steðgaðar.

 

Tey trý fakfeløgini hjá starvsfólkunum á Dimmalætting, Føroysk Miðlafólk, Grafiska Yrkisfelagið og S&K felagið, hava í dag sitið á fundi við starvsfólkini á Dimmalætting. Eftir hendan fundin er starvsfólkini komin til ta niðurstøðu, at tey krevja felagið undir trotabúsviðgerð. Skiftirætturin kallar so partarnar saman mánadagin.

 

Virkandi formaðurin í Føroyskum Miðlafólkum, Ingolf S. Olsen, segði við Rás2, at tey vita ikki, hvussu vánirnar eru hjá starvsfólkunum at fáa pengar.

 

– Tey fáa upp til 60.000 krónur í part úr Trygdargrunninum endurgoldið fyri tað, sum tey hava mist í beinleiðis lønum seinasta hálva árið. Men vánirnar at fáa tað aftur, sum Dimmalætting ikki hevur goldið í eftirløn, eru ringar, um einki fæst úr trotabúnum Dimmalætting.

 

Sum in.fo skilir, so var samband millum leiðsluna á Dimmalætting og fakfeløgini í gjár. Páll Nilesen, advokatur, og Ingolf S. Olsen, formaður í Føroyskum Miðlafólkum, vórðu í gjár sæddir fara á fund í Vinnuhúsinum.

 

Ingolf S. Olsen váttar, at hann hevur verið á fundið við annað felag, sum beyð sær til at átaka sær ein part av skyldunum hjá Dimmlætting mótvegis starvsfólkunum, men hesum vóru starvsfólkini ikki áhugað í.