Teir báðir Bjørn Brandenborg og Thomas Nolsøe Danielsen hava sína dagligu gongd á Christiansborg, har teir eru valdir inn á ting fyri hvør sín flokk – annar er í samgongu, og hin er í andstøðu. Vit hitta hálvføroysku fólkatingslimirnar Bjørn Brandenborg og Thomas Nolsøe Danielsen, sum báðir hava føroyska mammu og danskan pápa.
Bjørn Brandenborg er valdur fyri Socialdemokratiið, og hetta er hansara fyrsta skeið á Fólkatingi. Omman var Amanda Sofía av Trøllanesi á Kallsoy, og abbin Leivur er av Húsum, og hann livir enn. Tey bæði fluttu til Klaksvíkar í 50'unum, har mamma Bjørn, Oddbjørg Andreasen, er fødd og uppvaksin. Hon møtti so danska pápa Bjørn í svimjihøllini í Klaksvík, tá pápin var hermaður í Føroyum á sinni, og tey búsettust í Danmark, har Bjørn er uppvaksin.
Hin fólkatingsliurin er Thomas Nolsøe Danielsen, seinastu 10 árini hevur sitið fyri Venstre. Mamman eitur Martina Nolsøe Danielsen, sum er dóttir Hallgerð og undangongumannin Knút Nolsøe, sum eitt nú var við til at tryggja føroyingum krígspensiónina. Knút doyði í 2015, men omman livir enn og fyllir 90 í oktober. Foreldur Thomas møttust á háskúla í Danmark, og valdu at búseta seg í Danmark, har pápin hevði bóndagarð. Tey hava búð niðri síðan og búgva í dag í Holstebro.
Í nýggjasta Sosialinum hava vit langt prát við teir báðar hálvføroysku fólkatingslimirnar. Vit práta um teirra tilknýti til Føroya, mentan, ríkisfelagsskapin og politikk. Sosialurin fæst til keyps í sølubúðunum kring landið.