hóskvøld, nú verður tikið av skránni. Tíðindaleiðarin í Kringvarpinum, Jon Brian Hvidtfeldt, harmast um, at neyðugt er at taka hetta stigið. - Eg kann bara fyrihalda meg til tey starvsfólk, sum eru á tí [...] varar í 20 minuttir merkir tað, at tað verða tvær ferðir 20 minuttir minni føroyskt framleitt tilfar um vikuna, sigur Jon Brian Hvidtfeldt. Tíðindaleiðarin í Kringvarpinum sigur, at tað, at tey hava koyrt [...] Rist, sum varð tikin á skránna í vár og aftur nú í heyst, gevst. Og tað harmast Jon Brian Hvidtfeldt um. - Eg meti, at tað hevur stóran týdning at vit senda brúkarasendingar. Tað er bæði gott stoff hjá okkum
nú hann á ólavsøku um eina viku fer at leggja uppskot fyri Løgtingið um, hvussu nógvir fiskidagar skulu vera undir Føroyum næsta ár. Men tað skilst á honum, at hann hevur ætlanir um stórar broytingar og [...] og hann hevur enntá ætlanir um størri broytingar enn bara at broyta fiskidagatalið. - Okkara fiskastovnar eru í eini kreppu, sum kanska er tann álvarsamasta, vit vita um og tí mugu vit tora at taka tey [...] n laga seg eftir tí. Hann ivast ikki í, at vit missa útflutningsvirði fyri næstan eina milliard um árið, bara tí at vit røkja stovnarnar so illa. Og sjálvur er hann til reiðar at taka tey stig, sum eru
bíta eina dagin, tá evnið var Dánjal. Har fekk hon eisini nógv áhugavert at vita um henda profetin, sum so nógv er skrivað um í Gamla Testamenti. - Eg haldi bara at alt her á leguni er sera gott, sigur hon [...] sunnudagin og tá Sosialurin vitjaði í Vatnsoyrum hósdagin, vóru bert tveir dagar eftir av henni. Fyrri um morgunin høvdu tey etið morgunmat, havt morgunfimleik og morgunandakt á kørmunum, og høvdu haraftrat [...] a eru seks aðrar summarlegur, eins og eina rúgvu av øðrum legum her í Vatnsoyrum. Hvørt summar eru um 1100 børn og ung úr øllum landinum á Zarepta. - Tað eru eisini tvey onnur góð ting við at vera her:
árini. Hugsanin var tann, at gimbrarnar ikki skuldu lemba fyrsta árið, men nú er hetta vanligt, so eisini ærnar verða sleptar innangarðs um veturin. Og tað eru tær, ið skapa trupulleikan við at loypa inn [...] fundinum kom eisini fram, at kommunan bjóðaði hagapartinum at flyta seyðin við akførum norður um bygdina nakrar ferðir um veturin, men hetta segði hagaparturin seg ikki kunna ganga við til. Arbeiðið gjørt Tórur [...] Eitt av fleiri punktum á skránni til borgarafundin í skúlanum í Nólsoy í gjárkvøldið, var spurningurin um at vetrarfriða bygdina. Tað kom fram á fundinum, at drúgvar samráðingar hava verið millum hagapartin
við SMS og VikuBlaðnum boðaði frá einum nýggjum møguleika hjá føroyskum brúkarum. Talan er í stuttum um eitt Masterkort, sum samstundis er eitt keypskort, ið veitir avsláttur í teimum handlum, sum eru gingnir [...] i, fær tú ein ávísan avsláttur, sum verður goldin inn á eina e-konto. Tá so gjørt verður upp fyri árið, fær tú uppspardu upphæddina útgoldna, væntandi áleið 10. desember. Tað var marknaðarleiðarin í Eik [...] Eik Banka, Ólavur Jensen, sum greiddi frá, hvussu nýggja e-kortið virkar. Hann segði, at talan er um eitt vanligt Masterkort við innbygdum kreditti, sum fólk so kundu nýta við serligum avsláttrum frá Eik
1987 samstarvaðu Landsstýrið og Ríkisumboðið um útgávuna, men so varð hetta samstarv niðurlagt. Síðani tá hevur Ríkisumboðið árliga givið út ein »Beretning« um Føroyar, men henda útgáva hevur serliga verið [...] øki. Fyrsti kapittul hevur lyklatøl um Føroyar við sammetingartølum við Danmark, sum okkum jú dámar so væl at sammeta okkum við. Hinir kapitlarnir í bókini snúgva seg um øll onnur viðurskifti í okkara samfelag [...] Føroya, har nýggjasta útgávan av Árbókini fyri Føroyar, tann fyri 1998, var almannakunngjørd. Av tí at árið nú er so væl útliðið so eru óiva fleiri sum halda, at henda útgávan kemur í seinna lagið, men orsøkirnar
fram og áhugavert hevði verið, um nøkur sjónarmið kundu komið frá handils- og tænastuvinnuni. Hvat siga tey til at minka um peningaumfarið við føstum milliónatali um árið í 15 ár? Tjóðveldisloysnin í nýggjum [...] ættarliðið, ið nú hevur tikið yvir í flokkinum, hevur »skippað« orðið tjóðveldi. Í staðin hoyra vit um stigvíst fullveldi, skipaða loysing, suverænitet o.s.fr. Fyri mær at síggja, so er hetta ein roynd [...] stig« veljaranum. Samstundis skákar tjóðveldisflokkurin seg undn at gera semju við javnaðarflokkin um spurningin. Kjakið higartil Vit í javnaðarflokkinum hava altíð havt tað grundsjónarmið, at her á landi
væntast at verða avgreitt sum skjótast og fyrireikararnir fara um stutta tíð at samráðast um avtalu við Koda. Málið er at senda áðrenn árið er úti. Í fyrstu atløgu verður Lindin bert at hoyra í Havnini [...] ðir. Tískil má Lindin góðtaka tillutaða sendifrekvensin, hóast stigtakararnir hava spurt seg fyri, um tað ikki ber til at fáa ein frekvens, ið liggur eitt sindur longri burtur frá tí hjá Atlantic Radio [...] eftir Lindini. Útvarpsstøðin Lindin fer nevniliga einans at senda andaligt tilfar. Eisini tá talan er um tónleik. Tískil er væntandi, at lurtarin altíð kennist við støðina, tá skrúvað verður á útvarpslutið
Havsbrún um veturin. Og Bergur Poulsen dylir ikki fyri, at tað er stórur saknur í hvítingsbróðrinum. ? Síðani hesin fiskiskapurin helt uppat undir Føroyum, hevur lítið verið at gjørt á Havsbrún um veturin [...] fiskifrøðingar hava víst á, at tað ber til at fiska 30.000 tons av hvítingsbróðuri undir Føroyum um árið, uttan at gera nakað sum helst fortreð fyri onnur fiskasløg. ? Tí var ongin verulig orsøk til at [...] tíðin til svartkjaft og nógv tað mesta av tí, sum Havsbrún hevur tikið ímóti, er svartkjaftur. Talan er um føroysk, skotsk og írsk skip, sum hava avreitt í Fuglafirði Prísurin á svartkjaftinum er góður í ár
stríð um Europa-Cup pláss og í besta fall um heiðursmerki. Skal liðið náa heilt fram annað árið á rað, skal ganga óvanliga væl í seinnu hálvu av kappingini. Hjá VB snýr seinna hálva seg nú eisini um at vinna [...] Djurhuus, sum spældi allan seinna hálvleik fyri Birgir Jørgensen í álopinum, fór um koll. VB?arnir hildu ongan iva vera um, at B36?ari hevði rent hann í ryggin, men Lassin Isaksen, sum dømdi dystin, var [...] tilboðið hevði innskifti Gunnar Nielsen, tá hann gjørdist leysur við Bjarna og royndi at lyfta upp um hann. Bjarni var staddur uttarliga, men fekk hondina á. Seinni fór Gunnar til baklinjuna og legði út