B36 einki samband við toppin

Fótbóltur: Meistararnir eru nú 10 stig aftanfyri oddaliðið

B36 fór eftir øllum trimum stigunum í útsetta dystinum á Vágseiðinum leygardagin.

Teir fingu bert eitt aftur við, og tað var ov lítið til at fáa samband við toppin aftur.

Og nú mugu teir svørtu og hvítu lata seg noyða við eitt stríð um Europa-Cup pláss og í besta fall um heiðursmerki. Skal liðið náa heilt fram annað árið á rað, skal ganga óvanliga væl í seinnu hálvu av kappingini.

Hjá VB snýr seinna hálva seg nú eisini um at vinna fram millum tey liðini, sum kunnu fáa burtur av Europa-Cup fótbóltinum.


Jón Pauli fyrr

enn Egin

Veruligt lív kom ikki í dystin leygardagin fyrr enn eftir fyrru trý korterini, tá bæði liðini løgdu alla orku í at vinna dystin.

VB kom á odda beint fyri hálvleikssteðgin, tá vandamikli Jón Pauli Olsen skoraði sítt sjeynda mál í ár.

Ein langur bóltur varð sendur fram á vøllin og millum tveir B36-verjumenn fekk VB-áleyparin Birgir Jørgensen høvdið á bóltin. Hann stútaði uppá tvørs og í kapprenningini eftir bóltinum var Jón Pauli fyrr enn B36-málverjin Egin Høgnesen. Hann fór fram við honum, og kláraði eisini at senda bóltin fram við Arnbjørn Danielsen, sum náddi aftur.

Eftir hálvleikssteðgin legði B36 nógv fyri og teir settu lív í dystin. Teir trýstu frá byrjan og longu fimm minuttir eftir steðgin skoraðu teir. Rógvi Larsen stakk til Mikkjal Thomassen, sum varð staddur millum fleiri VB?arar i brotsteiginum, hann fekk bóltin víðari til Jákup á Borg, sum fór millum tveir verjuspælarar og sendi bóltin í málið dygst úti við stólpan.

Hetta var áttanda málið hjá Jákupi í ár, og hann liggur nú ovast á toppsjúttaralistanum, eitt mál frammanfyri fýra aðrar drúgvar málskjúttar.

VB vildi hava brotsspark

Eftir útjavnandi málið hjá B36 bylgjaði aftur og fram millum bæði málini. B36 hevði meira spælið, men VB hevði eisini kjansir.

Besta tilboðið fingu teir, tá Milan Kuljic gjørdist púra leysur við B36-málverjanum. Men í tvídystinum millum teir báðar, var Egin Høgnesen hin stinnari og bjargaði sera væl. Hetta var størsti kjansurin í dystinum, og kundi havt givið VB øll stigini.

B36 royndi at brodera seg ígjøgnum sterku VB-verjuna, men tað gekk illa. Teir spældu nógv runt á miðvøllinum og fram ímóti brotsteiginum, men teir komu ikki til teir stóru kjansirnar.

B36 royndi at taka John Petersen nógv við í spælið, men hann hevði tað ikki lætt við Marner Richard í hølunum á sær allar 90 minuttirnar. Dysturin millum teir báðar áhaldandi og kostaði VB-verjumanninum annað gula kortið í dystinum.

Besta tilboðið hevði innskifti Gunnar Nielsen, tá hann gjørdist leysur við Bjarna og royndi at lyfta upp um hann. Bjarni var staddur uttarliga, men fekk hondina á. Seinni fór Gunnar til baklinjuna og legði út frá til Rógva, sum kiksaði skotið.

Móti endanum av dystinum kendu vágbingar seg snýttar fyri brotsspark, tá Dan Djurhuus, sum spældi allan seinna hálvleik fyri Birgir Jørgensen í álopinum, fór um koll. VB?arnir hildu ongan iva vera um, at B36?ari hevði rent hann í ryggin, men Lassin Isaksen, sum dømdi dystin, var ikki samdur.


Landsliðsmaður skaddur av vølli

B36-liðið varð nakað órógvað av, at teir tíðliga í dystinum mistu landsliðsmannin Jens Kristian Hansen. Hann meiddi seg tá hann datt eftir ein luftbólt, og eftir 35 minuttir noyddist hann at gevast at spæla.

Tá kom fuglfirðingurin Rógvi Larsen á miðvøllin og Pól Thorsteinsson fór aftur á stopparaplássið at ansa sínum bygdarmonnum.

Hjá VB fór Birgir Jørgensen út í hálvleikinum við knæskaða og varð avloystur av Dan Djurhuus.

Dysturin millum liðini, sum liggja í miðjuni í deildini, men sum bæði so fegin vilja hava samband við toppin, endaði javnur, og tað var at líkna við eitt tap hjá báðum liðum.