Tórbjørn til reiðar at taka eitt ódnartak

Um eina viku fer landsstýrismaðurin í fiskivunnumálum at leggja uppskot fyri Løgtingið um, hvussu nógvir fiskidagar skulu vera undir Føroyum næsta ár og hann ætlar at skerja fiskidagarnar munandi, umframt at friða fleiri øki og at krevja víðari trolmeskar

- Vit mugu tora!

Tað eru slagorðini hjá Tórbirni Jacobsen, landsstýrismanni í tilfeingismálum, nú hann á ólavsøku um eina viku fer at leggja uppskot fyri Løgtingið um, hvussu nógvir fiskidagar skulu vera undir Føroyum næsta ár.

Men tað skilst á honum, at hann hevur ætlanir um stórar broytingar og hann hevur enntá ætlanir um størri broytingar enn bara at broyta fiskidagatalið.

- Okkara fiskastovnar eru í eini kreppu, sum kanska er tann álvarsamasta, vit vita um og tí mugu vit tora at taka tey stigini, sum eru neyðug fyri at fáa teir á føtur aftur, sigur hann.


Skerja, víðka og økja

Áðrenn uppskotið verður lagt fyri Løgtingið, vil hann ikki siga, hvat hansara tilmæli verður. Men tað skilst á øllum brøgdum, at verður tað, sum hann vil, skulu vit vænta munandi broytingar.

Sostatt er væntandi ein skerjing í fiskidøgunum, sum størri enn vanligt, umframt at vit kunnu vænta, at økisfriðingarnar verða meiri umfatandi og at trolmeskarnar skulu vera víðari.

Tórbjørn Jacobsen sigur, at hetta eru tríggir møguleikar, sum hann hevur at skerja fiskiskapinum og hann váttar, at uppskotið, hann fer at leggja fyri løgtingið, verður eitt samanspæl av færri fiskidøgum, víðari trolmeskum og meiri umfatandi økisfriðingum.

Og at skerja fiskiskapinum heldur hann er avgerandi neyðugt.

Toskastovnurin er so illa fyri, sum hann ongantíð hevur verið. Fiskiskapurin er so lágur, sum hann ikki hevur verið í 100 ár og ICES metir, at gýtingarstovnurin av toski undir Føroyum, er ikki meiri enn vanlukkulig 16.000 tons og tað er tað minsta, hann nakrantíð hevur verið.

Tórbjørn Jacobsen sigur, at onkuntíð hevur hann verið yvir 100.000 tons, so í løtuni er toskastovnurin avgjørt á einum lágmarkið, sum krevur bráðneyðug og avgjørd tiltøk.


Trýstið økt 20-35%

Samstundis hevur ein nevnd kannað, hvussu nógv veiðitrýstið er økt hesi seinastu árini, síðani fiskidagaskipanin varð sett í verk.

Nevndin er ikki liðug við endaligu útrokningarnar, men fyribils benda útrokningarnar á, at hóast fiskidagarnir eru lækkaðir nøkur prosent av og á, er sjálvt veiðitrýstið vaksið eini 20-35%, mest av tí at fiskiflotin er blivin so nógv effektivari enn hann var fyrr.


Rætta tíðin at skerja

Tórbjørn Jacobsen sigur, at í hansara hugaheimi kann endamálið við fiskivinnupolitikkinum ikki longur vera at útvega skipunum nóg nógvar fiskidagar.

- Fiskivinnupolitikkurin má vendast á høvdið, tí yvirskipað endamálið má vera at tryggja stovnunum bestu líkindi, so at hann verður varðveittur á so høgum støði sum gjørligt.

- Og so má fiskiflotin laga seg eftir tí.

Hann ivast ikki í, at vit missa útflutningsvirði fyri næstan eina milliard um árið, bara tí at vit røkja stovnarnar so illa.

Og sjálvur er hann til reiðar at taka tey stig, sum eru neyðug fyri at fáa fiskastovnarnar á føtur aftur og soleiðis at flotin verður lagaður til.

- Tað fer at bera í sær, at nøgdin, sum tað er ráðiligt at taka úr stovninum hvørt ár, kann fiskast so effektivt sum gjørligt.

Ì hesum sambandi er landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum til reiðar at leggja stóran dent á ráð og tilmæli frá fiskifrøðingum.

Og serfrøðin hevur mælt til at skerja fiskiskapin munandi.

Tórbjørn Jacobsen endurtekur, at hann vil ikki siga, hvussu stórar broytingar, hann fer at mæla til.

- Tað kann ein og hvør hugsa sær til og øll hava væl skilt, at okkurt má gerast.

Og hann heldur, at akkurát nú er rætta stundin at taka avgerandi stig, tí kanningar vísa, at ýðjur við nebbasild og í æti undir Føroyum.

- Taka vit munagóð stig nú og gera tær neyðugu tillagingar, kann tað sostatt eydnast at byggja stovnarnar upp aftur upp á ikki meiri enn eini trý ella fýra ár, leggur hann afturat og so ræður varðveita stovnarnar stórar.