Vatnsoyrar: Í farnu viku var Gunhild Jacobsen saman við 159 øðrum á teirri eldru ungdómsleguni í Zarepta.
Legan byrjaði sunnudagin og tá Sosialurin vitjaði í Vatnsoyrum hósdagin, vóru bert tveir dagar eftir av henni.
Fyrri um morgunin høvdu tey etið morgunmat, havt morgunfimleik og morgunandakt á kørmunum, og høvdu haraftrat ruddað hesi til lítar.
Veðrið var av tí allarfagrasta henda dagin, og tey ungu stuttleikaðu sær uttanfyri eina stutta løtu, áðrenn næsta punkt var á skránni kl. 10.
Alt spæl helt tó uppat, og tá boðað varð til bíbliutíma og sangløtu í stóra salinum, var Gunhild sjálvandi við. Seinnapartin var ætlanin at fara ein longri gongutúr niðan á Fjallavatn.
Umframt hesa ungdómsleguna eru seks aðrar summarlegur, eins og eina rúgvu av øðrum legum her í Vatnsoyrum. Hvørt summar eru um 1100 børn og ung úr øllum landinum á Zarepta.
- Tað eru eisini tvey onnur góð ting við at vera her: Ein fær nýggjar vinir, og ein hittir teir gomlu vinirnar aftur, sigur henda 16 ára gamla hoyvíksgentan.
Høvuðsleiðari á hesi ungdómsleguni var porkeningurin John í Skemmuni og hjálparleiðari Kirstin Samuelsen úr Fuglafirði.
Sama endamál í 40 ár
Á stórum tiltaki í fjør varð hátíðarhildið, at legur høvdu verið her í samfull 40 ár.
Legurnar byrjaðu upprunaliga tvey ár frammanundan – í 1965 – við Áir, og var hetta sama árið sum økið í Vatnsoyrum varð keypt við tí í hyggju at byggja eitt leguhús á staðnum. Í 1967 varð fyrsta legan hildin her á Zarepta.
Hóast tíðirnar broytast og menniskjuni við, so er endamálið við barna- og ungdómslegunum kortini hitt sama: »At vinna børn og ung fyri Kristus og at læra tey Orð Guds«, sum tikið verður til.
Samstundis við hetta verður eisini dentur lagdur á at leggja eitt støði undir ymiskar dagligar lívsmeginreglur í lýdni, atferð og í virðing fyri náttúruni, mentanini og tjóðskaparvirðunum.
Men kristna boðanin í talu og sangi um barna- og ungdómsvinin besta, Jesus er kortini hon, ið er grundarlagið undir øllum virkseminum her í Zarepta.
- Eg havi ofta verið á legum her. Og her er bara gott at vera, sigur Gunhild Jacobsen.
Okkurt til øll
Í teirri dagligu skránni fyri hvørja einstaka legu er alt gjørt fyri, at øll skulu fáa okkurt burturúr.
Umframt tann andaliga partin er eisini møguleiki til ítrótt, sigling, ítriv av ymiskum slagi, eins og møguleiki sjálvandi skal vera fyri at tey ungu kunnu hugna sær saman í fríløtunum.
Sjálv er Gunhild sera fegin um øll tiltøkini á leguni – bæði sangin, boðskapin og bíbliutímarnar.
Tað er so skjótt at ein ungur kann gloyma ymiskt í Bíbliuni. Men á eini slíkari legu kann alt verða frískað upp aftur, ella ein fær okkurt heilt nýtt at vita, - okkurt, sum ein ikki visti áður.
Hetta gav at bíta eina dagin, tá evnið var Dánjal. Har fekk hon eisini nógv áhugavert at vita um henda profetin, sum so nógv er skrivað um í Gamla Testamenti.
- Eg haldi bara at alt her á leguni er sera gott, sigur hon.
Ein hósdagur á ungdómsleguni:
Kl. 07:30 Andakt, leiðarar og starvsfólk
Kl. 08:00 Veking av leguluttakarum við sangi
Kl. 08:20 Morgunfimleikur í túninum
Kl. 08:25 Merkið í húnar hátt og ørindi úr tjóðsanginum sungin
Kl. 08:30 Morgunmatur
Kl. 09:00 Andakt á kamarinum
Kl. 09:00 Rudding av kamarinum
Kl. 10:00 Bíbliutími
Kl. 12:00 Døgurði
Kl. 13:00–18:00 Gongutúrur á Fjallavatn, ella fótbóltur, kano, bátar, ítriv, svimjing, kiosk o.a.
Kl. 18:00 Nátturði
Kl. 19:00 Kvøldseta, sangur, spurningar, spæl v.m. í salinum
Kl. 20:00 Fríløta
Kl. 21:00 Drekka
Kl. 21:30 Søgan
Kl. 22:45 Andakt á kamarinum
Kl. 23:30 Friður