Mánamorgunin fingu stigtakararnir til nýggju andaligu útvarpsstøðina, Lindina, skriv frá Loftmiðlanevndini hjá Undirvísingar- og Mentamálastýrinum, har grønt ljós verður givið fyri at fáa sendiloyvi.
Preben Hansen, ið er ein av stigtakarunum, sigur, at í skrivinum eru nakrir spurningar, stigtakararnir skulu svara, og tá hesir eru lætnir Loftmiðlanevndini, er klárt at skriva undir sendiloyvið. Hann greiðir frá, at spurningarnir bert eru nakrir heilt einfaldir, formellir spurningar, og tí skuldi tað gingið skjótt, at fingið endaliga sendiloyvið avgreitt.
101,0 Mhz
Lindin hevur somuleiðis fingið tillutaðan sendifrekvens, og verður hann á 101,0 megahertzum á FM rásini. Hesin frekvensur kann tykjast at liggja ógvuliga tætt á tí hjá hinari privatu útvarpsstøðini, Atlantic Radio, ið hevur sendifrekvensin 101,5 Mhz. Men Preben Hansen greiðir frá, at altjóða reglur siga, at nóg mikið er at hava 500 kilohertz ímillum tvær útvarpsstøðir. Tískil má Lindin góðtaka tillutaða sendifrekvensin, hóast stigtakararnir hava spurt seg fyri, um tað ikki ber til at fáa ein frekvens, ið liggur eitt sindur longri burtur frá tí hjá Atlantic Radio.
Men hóast tætt er ímillum frekvensirnar, ber Preben Hansen ongan ótta fyri, at fólk koma at stilla inn á Atlantic Radio, tá tey skulu lurta eftir Lindini. Útvarpsstøðin Lindin fer nevniliga einans at senda andaligt tilfar. Eisini tá talan er um tónleik. Tískil er væntandi, at lurtarin altíð kennist við støðina, tá skrúvað verður á útvarpslutið og frekvensurin rakar á 101,0 Mhz.
Preben Hansen vísir somuleiðis á, at sendararnir hjá Lindini koma at standa so mikið hægri uppi enn tann hjá Atlantic Radio, og tí væntar hann ikki, at støðirnar koma at órógva hvørja aðra.
Stórur áhgugi
Síðani teir tríggir høvuðsstigtakararnir til andaligu útvarpsstøðina, Jenis av Rana, Dánjal á Dul Jacobsen og Preben Hansen, ítøkiliga fóru undir at seta Lindina á stovn, hevur áhugin fyri at hjálpa til verið stórur.
? Tey eru nógv, bæði einstaklingar, fyritøkur og samkomur, ið hava vent sær til okkum og spurt, hvussu tey kunnu stuðla Lindini, og eisini eru tey fleiri, ið longu hava stuðlað fíggjarliga. Tí hava vit longu pening til at gera hølini klár og eisini fyri at keypa útgerð, greiðir Preben Hansen frá. Hann sigur, at útvarpsstøðin fer at leiga eini høli í Bøkjarabrekku, og farið verður undir at innrætta hølini til útvarpsstøð, so skjótt leigusáttmálin er undirskrivaður.
Tað er enn ikki vist, hvussu langa senditíð Lindin fer at hava. Í hesum sambandi hevur fíggjarligi stuðulin og sjálvbodna arbeiðsmegin alt at siga. Men sum skilst, eru tey mong, ið hava boðið seg fram at gera tilfar til støðina, og sambært Preben Hansen, hava fleiri av fólkunum royndir innan slíkt arbeiðið. Tískil hevur hann góðar vónir fyri Lindini.
Ongar lýsingar
Ætlanin er ikki, at raksturin av Lindini skal fíggjast av lýsingarinntøkum. Einastu inntøkumøguleikarnir verða gávur og stuðul frá fyritøkum.
Fyri, at tað skal bera til hjá fyritøkum at stuðla støðini fíggarliga, verður neyðugt, at vertirnir í útvarpsstøðini nevna nøvnini á stuðlandi fyritøkunum av og á. Tað er nevniliga soleiðis fyriskrivað í skattareglunum, at fyri at fyritøkur kunnu draga lætnan stuðul frá í skatti, eins og gjørt verður við pening, lýst verður fyri, er neyðugt at nøvnini á fyritøkunum vera nevnd. Men beinleiðis lýsingar verður talan ikki um í Lindini.
Stutt eftir á mál
Hóast sendiloyvið so at siga er fingið til høldar, eru enn nøkur ting eftir at avgreiða. Lindin skal hava loyvi frá Fjarskiftiseftirlitinum, áðrenn farið verður at senda, og eisini skal avtala fáast í lag við Koda.
Men hetta verður ikki mett sum nakar trupulleiki av stigtakarunum til útvarpsstøðina. Loyvið frá Fjarskiftiseftirlitinum væntast at verða avgreitt sum skjótast og fyrireikararnir fara um stutta tíð at samráðast um avtalu við Koda. Málið er at senda áðrenn árið er úti.
Í fyrstu atløgu verður Lindin bert at hoyra í Havnini og í ytra partinum av Skálafjørðinum, men ætlanin er so við og við at víðka um sendinetið, soleiðis, at støðin at enda verður landsdekkandi.