danska fólkakirkjan her í Føroyum og fríkirkjurnar, eru samdar um raðfylgjuna í hesum boðum: trúgv, dópur og so læra. Eitt annað er, at fólkakirkjan og fríkirkjurnar ikki eru samdar í mannagongdini, men tað [...] tað skal ikki viðgerast her. Tá eg havi fylgt við í kjakinum um tey samkyndu, dugi eg ikki at síggja annað, enn flestu teirra, sum hava skrivað um evnið í bløðunum, hava vent hesi raðfylgju við. Orð Jesusar [...] okkara landsmonnum og –kvinnum út í bløðunum, listi meg at frætt. Tann, sum ikki er føddur av nýggjum, skilir ikki læruna, sum summi eru farin at prædika fyri øllum, í staðin fyri at prædika evangeliið
tilbiðan til heitið: "Lyseslukker" (við stóra L). Hetta seinasta er júst hvat eg sjálvur havi ført fram í eini greinarøð um føroyska yrking her í heyst. Eftir at hava lisið savnið Royggj, havi eg sum so ikki [...] Men av og á brestur fyri nevi hjá Tóroddi, og hann loypur út í heimin í andarisi og sigur okkurt, um ikki vakurt orðað, so áhugavert: "Í kvøld rennur trúgvin undan/ teimum gudleysu stjørnunum/ og finnur [...] Eisini hevur Tóroddur í hesum savninum eina endurnýggjandi disrespekt fyri føroyska mentunararvinum og søguni: "Og tað var ikki/ soleiðis kærleikin sá/ mentunararvin/ skýggjast í søgurusti/ eingin vildi
Føroyingar hava vunnið sangkappingar, bæði í Danmark og í Íslandi. Føroyingar hava vunnið dansikapping í Danmark. Og nú hava føroyingar eisini vunnið talentprísin í tónleiki, sum Berlingske Tidende skipar [...] danska tónleikakappingin, er júst endað, og av teimum 107 luttakarunum fingu 26 fyrstu virðisløn. Tað er soleiðis, at er tú góðtikin til at luttaka í kappingini, er tú eisini vísur í at fáa minst triðju virðisløn [...] vit hitta hann beint eftir skúlatíð í gjár á Kambsdali. Hann var tá átta ára gamal, og hevur 13 ára gamli Rúni nú trúliga spælt trompet í seks ár. - Eg fylli 14 nú í juli, greiðir hann frá. Venur nógv Bróðurin
einasta arbeiðsplássið hjá okkum í Føroyum, men nú verður tað avmarkað. Kenslan hjá okkum er, at vit eru óynsktar, sigur Annika Hoydal, ljósmóðir á Landssjúkrahúsinum. Johnny í Grótinum, sjúkrahússtjóri, hevur [...] hevur avgjørt, at deila føðideildina á Landssjúkrahúsinum í tveir partar, eina deild áðrenn føðing og eina aftan á føðing. Í hesum sambandi er avgerð tikin um, at ljósmøðurnar á Landssjúkrahúsinum einans [...] einans hugsa um barnakonurnar fram til tær hava átt og so sleppa teimum, sigur hon. Johnny í Grótinum vísti í morgun á in.fo á, at samstarvstrupulleikar vóru partar av orsøkini, men hesum skilir Annika
fast í, at føroyingar ikki eru tjóð við sjálvsavgerðarrætti. Metur ikki at hetta er í samsvar við heimastýrislógina og grundlógina. Danski forsætismálaráðharrin hevur enntá gjørt tað greitt, at "í danska [...] Hetta er ein sera ótrygg ríkisrættarlig og løgfrøðilig støða at verða í fyri føroyingar. Við teimum broytingum, ið støðugt fara fram í heiminum kann nógv broytast eftir stuttari tíð. Tí kann støðan hjá donsku [...] Hvussu fer ein broyting í løgfrøðiligu bindingunum millum Føroyar og Danmark at verða tulkað av donskum myndugleikum ? Og hvar standa føroyingar eitt nú, tá danskir myndugleikar í næstum helst fara at siga
tingi í dag fyri at fara undir varisligar einksiljingar av almennum fyritøkum. Nokta vit at fara upp í eitt kjak um einskiljingar, stinga vit høvdið í sandin og so sótu vit fyri tað fyrsta neyvan í nakrari [...] løgmaður. Vælferð krevur vøkstur Samstundis staðfesti løgmaður í formansfrágreiðing síni, at vælferð krevur vøkstur í búskapinum. Hava vit ikki vøkstur í okkara búskapi, so hava vit heldur ikki orku til at halda [...] skuldi vera einasti eigari av banka, flakvirkjum, fiskasølu, flogfelagi og mangt annað. Í øllum almennu fyritøkunum standa í dag einar 4 milliardir almennar krónar bundnar. Vit hava væl loyvi at spyrja um tað
viku – heldur enn ein partur av gerandisdegnum. Mitt í hesum summargleimum standi eg sjálv – 23 ára gomul, búgvi í eini leiguíbúð hjá Bústaðir og havi júst lokið 2. semestur (fyrsta árið) á stjórnmálafrøði [...] har ættarliðini renna saman í staðin fyri at slitna frá hvørjum øðrum. Tølini vísa, at nettofráflyting av ungum heldur á fram – og at yvir 1.100 børn liva í fátakarvága í dag. Tað eigur at vera ein ávaring: [...] Í summar 2025 stendur eitt heilt ættarlið av ungum framman fyri nýggjum hurðum. Summi hava júst fingið húgvuna, onnur BA‑pappír ella kandidatheiti og nøkur hava forsvara ph.d.-ritgerðina. Eitt heilt lív
sæst eisini aftur í, at Colin Hendry júst er í ferð við at skriva undir sáttmála við Derby: Hesin sáttmáli verður helst ikki til nakað, um so er at skaðin í knænum versnar aftur í dystinum, men Colin [...] Gundadali. Írland hevur í fleiri ár verið millum bestu londini í Europa, og hava ofta verið við í bæði EM- og HM endaspølum. Harumframt hava teir í Roy Keane ein hin besta miðvallaran í heiminum, og hann kann [...] besta fótbóltin í heiminum. Minni kann tó eisini gera tað, og hóast spælið ikki var eins stórsligið, so vóru nógvir glaðir føroyingar at síggja í gøtunum, tá danir í 1992 vunnu gullmerki í EM-endaspælinum
tá, tað hevur verið í 1979, sigur Ria. - Ria setti meg eisini í samband við sjónleikarafelagið í Kvívík. Ein sjónleikarastevna var í Kvívík, eg haldi í 1986, har øll sjónleikarafeløg í landinum luttóku. [...] Axel og Margreta Tórgarð búgva nú í Havn og í hugnaligu húsum teirra hittu vit Súsonnu, Riu og Hans Tórgarð. Súsonnu og Riu hava vit nú í mong ár sæð sum leikarar í Grímu og Hans hevur eisini verið við [...] barnaárini í Kvívík fingu ein enda. - Ja, so fór eg til Havnar. So kom eg eitt sindur í Sjónleikarhúsið og í kvøldskúla hjá Grímu. Tað var fyrst og fremst har, eg byrjaði at læra um sjónleik. Eg kom í samband
Líka til sakina - heilt inn at kjarnuni. Einki uttanumtos. Soleiðis var tú í tínum gerandisdegi - í heimi tínum, á kjakfundum, í blaðgreinum, ja alla staðni, har tú vart. Til dystin fús at verja og undirbyggja [...] tankar og hugskot og ítøkiligar ætlanir - sett í relatión og í rætta samanhang til alt tað, sum hann metti sum tað mest fundamentala - grundleggjandi - í mannalívinum, nevniliga burðardygg veiða - at troyta [...] i. Ein lítil filosoffur búði í hesum lágvaksna manninum. Hvør man hava vundið so nógv úr síni sál - sínum heila - sum var til frama fyri tað besta í samfelagnum - sum júst John! Hann hevði nevniliga fatur