At umboða ruðuleikan

? Royggj. Tóroddur enn einaferð

Nýggja yrkingasavnið hjá Tóroddi er sum vant fylt við einum serligum tóroddskum speisemi, mangan stuttligt, men enn sum fyrr er nógv tvætl, møsn, humbukk og løgnar formleysar og høpisleysar yrkingar.
Tað er ójavnt, hvussu mett verður um Tórodd Poulsen sum yrkjara. Í Danmark fær hann misjøvn ummæli. Á Weekendavisen situr illa dámdi Lars Bukdal sum ummælari, og honum dámar eina best fragmentir, smáar reflektiónir og tvætlørindi fyri vaksin. Sjálvandi dámar honum Tórodd og skrivingarlag hansara. Ein annar ummælari, bókmentafrøðingurin Niels Lyngsø kallaði í Politiken Tórodd fyri: "Lyseslukker" og helt, at bókin Blóðroyndir var merkt av eini : "vrængende og demonstrativt ugidelig attitude" (Politiken 3 marts 2003). Lyngsø helt, at Tóroddur forðaði fyri egnum talenti, og var ein yrkjari við lítlum y. Hann helt at enda, at: "De gode vers, der vitterlig er der, forsvinder i en masse ligegyldigheder og næserynkerier". Munurin á Lyngsø og Bukdal er ikki minni enn 100 prosent tilbiðan til heitið: "Lyseslukker" (við stóra L). Hetta seinasta er júst hvat eg sjálvur havi ført fram í eini greinarøð um føroyska yrking her í heyst. Eftir at hava lisið savnið Royggj, havi eg sum so ikki broytt meining. Hinvegin skal tað sigast, at eg haldi Tórodd mangan vera so deiliga surrealistiska stuttligur, sjálvt tá hann er banalur og hevur lítið uppá seg, at tað er ómøguligt ikki at elska hann fyri júst hetta: "tey skilja ikki Nólsoynna/ ella at mínir nýggju skógvar kunnu floyta/tá teir vera vátir". "Tey skilja ikki/ at mánin er brúnur/og at hann kann spegla ta løtuna/tá ein ljósareyður veðrur av Vatnsoyrum/rennur um vegin."
Banalar yrkingar
Tóroddur yrkir um endurkomandi evni, mest eru hesar "yrkingar" banalar observatiónir: "Súkklurnar stýrast/amen av himni. Eingin/eygleiðir hetta." og "Fuglurin kennir/sólbrillur tínar aftur/og etur molan". Men av og á brestur fyri nevi hjá Tóroddi, og hann loypur út í heimin í andarisi og sigur okkurt, um ikki vakurt orðað, so áhugavert: "Í kvøld rennur trúgvin undan/ teimum gudleysu stjørnunum/ og finnur ikki heim / fyrr enn streymurin fer" og "Mest av øllum/ ræddist hann/ longsilin eftir/ at ongantíð aftur/ leingjast aftur heim (...)" Her støkkur Tóroddur inn á markið til okkurt, ið hevur substans, ið hann sum yrkjari kundi arbeitt nógv meiri við, heldur enn at skriva um ormar, køstaflugur, lort, spýggj og endurkomandi kavaæl av banalitetum, ið hava lítið og einki poetiskt virði mangan. Eisini hevur Tóroddur í hesum savninum eina endurnýggjandi disrespekt fyri føroyska mentunararvinum og søguni: "Og tað var ikki/ soleiðis kærleikin sá/ mentunararvin/ skýggjast í søgurusti/ eingin vildi banka av."
Bókmentarák og sosiologi
Tóroddur hevur altíð hildið lítið um bókmentafrøði og um akademikarar, sjálvt um hesi er tey, ið skriva tey mest áhugaverdu verkini um t.d. yrking: "Várið hoyrir at/ akademikararnir/ lesa skaldskapin/ við roknimaskinu og/ trillrundum tummastokki." Soleiðis roynir Tóroddur at vera undan møguligum atfinningum, og skuldu tær komið, hevur hann longu svarað teimum ? men tó er hetta fávitska á høgum støði.
Tað er eisini fávitskut at hugsa, at ikki eisini mentalívið í Føroyum er á tremur við vinatænastum. Pierre Bourdieu skrivaði eitt stórt verk um bókmentasosiologi, har hann serliga leggur seg eftir at kanna, hvussu kapping millum høvundar, bólkar av høvundum, kann fáa høvundar og ummælarar at hjálpa hvørjum øðrum. Í Føroyum hava ymisk bløð havt ummælarar frammi, ið m.a. hava ummælt Tóroddasa seinasta yrkingasavn Royggj, og tað er áhugavert at síggja, hvussu ymist fólk meta Tórodd sum yrkjara. Serliga Carl Johan Jensen á Fregnum hevur sett sær fyri at skriva eina langa verjurøðu fyri Tórodd sum yrkjara. Hesin er kendur fyri at sápla alt niður og norð, men tá tað kemur til Tórodd, er hann trúgvur sum trøllið til at siga t.d.: "Samanumtikið er Royggj eitt gott savn (...)" Hetta tí hann: "...í skjótt tjúgu ár viðgjørt føroyska samfelagið og føroyska mentan og mál í mun til samtíðina og tey kor hon setur." Carl Johan er ikki samdur við t.d. undirritaða, at Tóroddur er løddur við speisemi, ella at hann er ein postmodernaður uppgevandi yrkjari. Eg haldi samanumtikið sum Niels Lyngsø, at Tóroddur hevur onkrar góðar reglur, men er so snerkjandi, at alt bert endar sum innskot, hissini álop, minningarstubbar, stuttlig orðaspæl og smáar og mangan banala umhugsan. Carl Johansa verjurøða roynir at seta Tórodd fram sum yrkjara merktan av surrealismu. Hetta seinasta er partvíst rætt, men bjargar fyri so vítt einki. Og um Tóroddur skrivar um føroyska mentan, ger ikki góðskuna størri. Hinvegin eru vit noydd at hava eitt ávíst tolsemi innan list, tí tað finnast ymiskar hevdir, ið eru púra ymiskar í orð og tal. Carl Johan er hinvegin trásettur av at niðurberja realismu, sum í sjálvum sær ikki er annað enn ein skriviháttur.
Eg haldi, at ein yrking eigur at skapa eitt klárt abstrakt mál, sum er sterkt og sansaligt, ið vendir sær til hugflogið. Lesarin skal merkja yrkingina bæði intellektuelt og holdsligt, og á henda hátt skal ein yrking skrivast í spenninginum millum ein eldhugaðan, østan og hugtiknan sang og eina ástøði, ið Søren Ulrik Thomsen helt fyri. Sangirnir hjá Tóroddi umboða ein ruðuleika, sum spælt av einum fullum hornorkestri í Albania. Hetta er mest sum at hoyra ein, ið er farin í barndømi, tosar við seg sjálvan og er mentalt um at fara av spónarlagnum. Royggj endar tí sum ov nógv goyggj til høgru og vinstru. Tóroddur ræðist, fyrr sum nú, útsýnið og sansin fyri heildarskaptum vakurleikasjónum og pathos.

Tóroddur Poulsen: Royggj. Mentunargrunnur Studentafelagsins. 2002.