- Hetta er einasta arbeiðsplássið hjá okkum í Føroyum, men nú verður tað avmarkað. Kenslan hjá okkum er, at vit eru óynsktar, sigur Annika Hoydal, ljósmóðir á Landssjúkrahúsinum.
Johnny í Grótinum, sjúkrahússtjóri, hevur avgjørt, at deila føðideildina á Landssjúkrahúsinum í tveir partar, eina deild áðrenn føðing og eina aftan á føðing. Í hesum sambandi er avgerð tikin um, at ljósmøðurnar á Landssjúkrahúsinum einans skulu hava við barnakonurnar at gera fram til barnsburð og fyrstu tímarnar eftir. Síðani skulu móðir og barn flytast yvir á hina deildina, har sjúkratøktarfrøðingar taka sær av teimum.
Annika Hoydal, ljósmóðir, skilir einki.
- Okkara útbúgving sum ljósmóðir er skræddarseymað til júst barnakonur. Vit hava allar serligar førleikar til at taka okkum av barnakonum, bæði áðrenn, undir og eftir barnsburð. Eg skilji ikki, hví okkara arbeiðsøki nú verður skert á hendan hátt, sigur hon. Annika Hoydal vísir á, at fleiri av ljósmøðrunum hava serútbúgving innan bróstageving, men eftir nýggja leistinum er ábyrgdin av at læra hetta frá sær og at hjálpa nýggju mammunum við hesum, løgd yvir á sjúkraystrarnar.
- Okkara førleikar á økinum verða skúgvaðir til viks. Nú skulu vit einans hugsa um barnakonurnar fram til tær hava átt og so sleppa teimum, sigur hon.
Johnny í Grótinum vísti í morgun á in.fo á, at samstarvstrupulleikar vóru partar av orsøkini, men hesum skilir Annika Hoydal lítið av.
- Tað eru eingir samstarvstrupulleikar millum okkum, sum arbeiða á føðideildini, tað verið seg ljósmøður ella sjúkrarøktarfrøðingar. Vit hava fantastiska dugnalig starvsfólk á deildini og øll kunnu kenna seg trygg, sum koma hagar. Samstarvstrupulleikarnir eru einans í leiðsluni á deildini, har sjúkrarøktarfrøðingarnir ikki vilja samstarva við okkum ljósmøður, sigur hon.
Annika Hoydal sigur, at hetta er ikki ein spurningur um, hvar tær skulu arbeiða, men um hvørja ábyrgd, tær skulu hava.
- Nú er ætlanin, at vit ikki longur skulu sleppa at mynda arbeiðið við nýggjum føroyskum familjum, sum vit hava gjørt higartil. Tað halda vit er løgið, tí tað er júst partur av okkara spísskompetansu. Hendan broytingin tekur ein stóran part av okkara ábyrgdarøki frá okkum. So er spurningurin, hvat fer at henda, um tað vísir seg, at vit ljósmøður nú fáa minni at gera, spyr Annika Hoydal sum óttast, at tað í longdini fer at føra til uppsøgnir av ljósmøðrum.
Ein danskur ráðgevingarstovnur hevur eftirlýst greiðari mannagongdum og leiðsluábyrgd á økinum, og sjúkrahúsleiðslan hevur avgjørt at seta sjúkrarøktarfrøðingarnar at leiða deildina. Annika Hoydal ristir við høvdinum.
- Barnsburður er okkara serkunnleiki. Vit eru tær best egnaðu til at starvast á økinum, ikki bara áðrenn barnsburð, men eisini aftan á. Øll okkara útbúgving snýr seg um hetta, meðan sjúkrarøktarfrøðingarnir læra um mong ymisk øki, men ofta lítið um hvørt øki, sigur hon. Hon samanber tað við, at ein ljósmóðir varð sett sum leiðari á skurðdeildini ella fysioterapiini.
- Eg kenni eitt sindur til skurðviðgerð frá keisarasnittum og um kokuna á konufólki, men tað ger meg á ongan hátt egnaða til at vera leiðari á hesum økjunum, sigur Annika Hoydal.
- Tað er nú eitt sindur løgið, at tann, sum er kimin til sokallaðu samstarvstrupulleikarnar nú verður sett at stýra øllum økinum, heldur Annika Hoydal.
Annika Hoydal hevur eitt annað boð upp á uppdeiling av føðideildini.
- Skal nakar flytast, so áttu vit at flutt tey børnini, sum eru sjúk og innløgd av ymiskum orsøkum eftir barnsburðin, upp á aðra deild, har tey kundu fingið virðiligari umstøður, eitt nú barnadeildina. Tað hevði givið teimum eitt nógv friðaligari og betri umhvørvi at verið í, heldur enn í nógva virkseminum og nógvu ferðsluni, sum kann vera á føðideildini, sigur hon.
Sum nú er, so kunnu børn, sum ikki eru systkin, ikki koma at vitja nýføðingar, av vanda fyri, at tey sjúkastu børnini skulu verða smittaði av onkrum. Annika Hoydal heldur eisini, at tað hevði verið betri fyri mammurnar, um tey minstu og sjúkastu børnini vóru flutt á barnadeildina.
- Hugsa tær, hvussu nógvar familjur sleppa heim við børnunum hjá sær, meðan ein mamma og eitt barn kanska eru innløgd í fleiri vikur. Hvønn dag síggja tey so, at aðrar familjur sleppa heim við sínum frísku børnum. Eg haldi, tað hevði verið meiri virðiligt, um tey sluppu upp á eitt nú barnadeildina at liggja, sigur hon.
Annika Hoydal óttast fyri, hvat hetta merkir fyri framtíðina hjá ljósmøðrunum í Føroyum.
- Hetta er einasta arbeiðsplássið hjá ljósmøðrum í Føroyum, men nú verður tað skert nógv. Møguleikin at nýta okkara útbúgving til fulnar verður tikin frá okkum. Tað er givið, at tá verður tørvur á færri ljósmøðrum í Føroyum, so við hesi avgerðini missa nógvar av teimum nýútbúnu og teimum undir útbúgving møguleikan at koma heim til Føroya at arbeiða. Og alt hetta, tí at einkultpersónar í leiðsluni ikki megna at samstarva, sigur Annika Hoydal.
- Tað stutta av tí langa er, at tað ikki eru best egnaðu starvsfólkini, sum nú hava fingið høvuðsábyrgdina av økinum, hetta er ikki til gangs fyri barnakonurnar og hetta er ikki til gangs fyr sjúku børnini, sigur Annika Hoydal, sum eftirlýsir, at tørvurin hjá barnakonunum verður settur í miðdepilin.
- Um tørvurin hjá barnakonuni var tann, sum dreiv verkið, so átti tað borið til at loyst aðrar samstarvstrupulleikar á ein fullgóðan hátt, til teirra besta, sigur hon.