andi. Hesar tríggjar zonurnar eru tað, sum seinni blívur til Vesturtýskland (BRD). Sovjetsamveldið, sum er kommunistiskt, fær so eystara partin av Týsklandi, sum seinni verður til Eysturtýskland (DDR) [...] hava bara tær brúksvørur, teimum tørvar. - Har er bara eitt slag av sápu og eitt slag av tannkremi. Tað sama við møblum. Tað var funktionelt, men tað var bara ikki møguleiki at variera nakað sum helst [...] partarnar. Og teir vilja so slett ikki viðurkenna D-markin, sum ikki passar til kommunistisku skipanina hjá Sovjet. Teir vilja hava sítt egna gjaldoyra, og hetta verður til ostmarkin, sum hevur nógv lægri relt
Nielsen er spennandi, hevur gjørt nógv gott, og so er hann so inspirerandi. Haraftat er hann umgyrdur av mytum, sigur Katrin Ottarsóttir. Hon heldur tað vera so hugtakandi, at Jóanes Nielsen ongantíð er bangin [...] - Higartil hava vit tikið upp 22 tímar, og vit skulu niður á umleið ein tíma. Ein slíkur filmur skal helst ikki vera longri enn ein tima, tí nnars er ógjørligt at selja hann, sigur Katrin Ottarsdóttir [...] ikki tikið hansara politisku sjónarmið við, tí í øllum, sum hann tekst við, er Jóanes Nielsen politiskur. Hann er ein av teimum fáu, sum ongantíð hevur vinglað politiskt. Í filminum greiðir hann frá, hví
Og hetta sást sum vera man eisini aftur í fólkatalinum. Tá flest fólk búðu í Eiðis bygd vóru tey 668 í tali. Hetta var fyri sjey árum síðani, men síðani er talið minkað ár undan ári. Bara frá í fjør eru [...] tá tey einans vóru 605 fólk í bygdini. Eins og so nógva aðrastaðni flyta nógv fólk úr Føroyum í august mánaði, tá miðnámsskúlar og hægri útbúgvingar byrja. Bara í august mánaði fluttu sostatt sjey fólk [...] haraftrat, at í august mánaði í ár búðu eins nógv fólk her sum í september mánaði í fjør. MINKAR Hóast Eiði er vøkur bygd, kann hetta ikki forðað fólkatalinum í at minka ár undan ári Mynd: Jens Kristian Vang
er ein snøggur bygningur, sum so hábærsliga stendur í vesturbýnum í høvuðsstaðnum. Innan er nógv gjørt við kirkjuna, men tað er uttan iva mest uttanfyri at fólk við frøi hava sæð tey arbeiðini, sum eru [...] fólkini á listanum eru. Men tey verða so kunngjørd seinni. FAKTA Kirkjuráðsval Høvuðstreytin fyri valrætti er, at ein og hvør, sum er limur í fólkakirkjuni, og sum fyllir 18 ár í seinasta lagi valdagin [...] støðugum vøkstri. - Her er so bara tann eini listin komin inn, sigur Signar Dam, formaður í valstýrinum fyri Vesturkirkjuna. Av hesi orsøk verða tað sostatt valevnini á hesum lista, sum fara at manna nýggja
funnið í einum loppu- marknaði, sum er í tveimum teimum niðaru hæddunum, verða sett upp so, sum tey hava hug. Á hendan hátt ber tað til at skapa sær eitt umhvørvi, sum kann fyri tey kennast eitt sindur heimligt [...] eg var heima, so hevði eg als ikki havt hesar møguleikarnar. Og tað er eisini so, at tað er tá tú ert burtur, at tú sært tað góða í øllum heima. á hendan hátt skapast ein kensla, sum á ein hátt er at síggja [...] Hann fer so stillisliga um og ger ongan háva burturúr. Men tá tey síggja myndirnar hjá honum, so rysta tey á høvdinum og halda hann vera fullkomiliga svakan. - Tað hendir sera ofta, at fólk, sum koma til
fast. Tey vera av mongum mett sum ein bólkur, við eini sera bjartari framtíð, og tónleikur teirra er sera væl umtóktur millum tey, sum hava hoyrt Glorybox. Hóast man ?bert? kann kalla Glory box ein ?hálvføroyskan [...] enn eitt prógv uppá, at tað bert er ein spurningur um tíð, nær ein føroyingur veruliga fær sítt gjøgnumbrot uttanlands. Ein annar bólkur, sum av fleiri verður mettur sum tann besti yvirhøvur í Føroyum, er [...] bólkurin Glorybox, sum tó ikki er heilt føroyskur. Glorybox er fyri mongum oyrum eitt sera ókent fyribrigdi, hóast teir vóru í Føroyum á sumri í 99. Trý fólk manna í løtuni Glorybox, sum er ein kristin andaligur
væl er. So eru vit ikki vongskerdir heimafuglar hjá teimum, men eru førir fyri at vera við í altjóða samstarvi á jøvnum føti um slík mál, sum gagna tjóð okkara. Hetta samstarv, sum eisini kann vera við Danmark [...] eru tað. Fylgja vit við í føroysku fjølmiðlunum, so tykist tað, eins og tann stóri vandin fyri framman er at vit gerast eitt fullvalda ríki. Hví so skal vera er eitt sindur ógreitt, tí smá, fullvalda ríki [...] skipaðu fyri. Nú hava vit ein løgtingsmeiriluta, sum hevur skipað eitt landsstýri, sum hevur til endamáls at Føroyar skulu hava suverenitetin. Kemur einki burtur úr hesum, so er fryktandi fyri, at vit í enn
avbjóðingar fyri framman, sum strembast kundi fram ímóti. Frammanundan hevur tað annars ofta verið so, at tað bert hava verið oyggjaleikirnir, sum jú eru annað hvørt ár, sum svimjararnir hugsaðu um, og [...] setti svimjisambandið ein franskan venjara, men hóast maðurin ivaleyst hevur stórar dygdir sum svimjivenjari, so riggaði samstarvið við svimjisambandið ongantíð, og um ársskiftið varð so avgjørt at steðga [...] svimjisambandinum bara at taka til eftirtektar. Annars heldur Katrin, at laku úrslitini í ár ikki skulu takast sum ein eksponentur fyri gongdina í føroyskari svimjing, men at hon metir hetta sum eitt einsamalt
sambandi við foreldrini hjá dreingjunum, sum doyðu, og dreingin, sum koyrdi, sigur Jóhanna, ið ikki kann lata vera við at brigsla sær sjálvari eitt sindur. - Hevði eg bara farið heim, tá ið vit komu úr Havn [...] tí saman við dreingjunum ein biltúr. Jóhanna og báðir dreingirnir komu tá í samband við dreingin í tí nýggja bilinum, sum var saman við einum øðrum. - Vit fimm plagdu ikki at vera saman. Hví vit funnu saman [...] verið ein lítlan hálvan tíma. Eg sá, hvar vit vóru, kendi alt aftur og royndi at rópa eftir hjálp. Eg sá hvørki bil ella nakran annan, men eg havi síðani fingið at vita, at ein av dreingjunum, sum doyði
øðrum, sum tú vilt, at onnur skuldi vera ímóti tær. Hvar høvdu føroyingar verið, vóru vit soleiðis viðfarin, sum vit fara við teimum, ið til okkum koma? Hetta er ikki bara ein spurningur um drúgvar mál [...] r, sum er nóg galið í sær sjálvum. Men søgan um Natashu avdúkar eisini eina skelkandi líkasælu hjá føroyskum myndugleikum. Tað, sum søgan eisini avdúkar, er, hvussu karvandi fyrisitingin kann vera, hóast [...] vit eina syndarliga søgu, sum eigur at fáa allar ávaraingarlampur at glampa. Tað er søgan um, hvussu vit fara við teimum medborgarum okkara, sum eru komnir uttaneftir, men sum halda, at Føroyar eru eitt