Eiði: Tað vóru tær tíðir, tá nógv sethús vórðu bygd í nýggja býlinginum á Kolli.
Og hetta sást sum vera man eisini aftur í fólkatalinum. Tá flest fólk búðu í Eiðis bygd vóru tey 668 í tali.
Hetta var fyri sjey árum síðani, men síðani er talið minkað ár undan ári. Bara frá í fjør eru 23 fólk færri á Eiði.
Nógvar orsøkir kunnu vera til hetta: Fíggjarkreppan; færri arbeiðspláss í bygdini, og helst eisini, at trupult hevur verið at fingið lán til bygging av sethúsum í bygdini.
Sum víst á aðrastaðni í blaðnum er bert eittans sethúsið í gerð á Eiði í løtuni.
Í 1985 búðu 573 fólk á Eiði; 10 ár seinni 575, og í 2005 660. Í dag eru tey 612 í tali.
Hagtølini frá Hagstovuni vísa eisini, at 59 børn eru undir skúlaaldur.
59 undir
Tá vit fóru inn í nýggja árið vóru tey 611 fólk á Eiði.
Hesar seinastu 11 mánaðirnar hevur fólkatalið svingað eitt sindur.
Tað var lægst í mars mánaði, tá tey einans vóru 605 fólk í bygdini.
Eins og so nógva aðrastaðni flyta nógv fólk úr Føroyum í august mánaði, tá miðnámsskúlar og hægri útbúgvingar byrja.
Bara í august mánaði fluttu sostatt sjey fólk av Eiði burtur í onnur lond.
Annars kann staðfestast, at higartil í ár eru tvey fólk deyð, meðan fýra nýggir heimsborgarar hava sæð dagsins ljós á fyrsta sinni.
Hagtølini frá Hagstovuni vísa haraftrat, at í august mánaði í ár búðu eins nógv fólk her sum í september mánaði í fjør.
MINKAR
Hóast Eiði er vøkur bygd, kann hetta ikki forðað fólkatalinum í at minka ár undan ári
Mynd: Jens Kristian Vang