Tað er somuleiðis verulig orsøk til at óttast fyri, hvussu tað fer at gangast landi og fólki okkara. Ikki allir dagar fara at hava við sær stilli og streymloysi, vit mugu bæði rokna við brimi og mysing.
Men tá ræður eisini um at síggja, hvørjir vandar eru veruligir, og hvørjir ikki eru tað. Fylgja vit við í føroysku fjølmiðlunum, so tykist tað, eins og tann stóri vandin fyri framman er at vit gerast eitt fullvalda ríki. Hví so skal vera er eitt sindur ógreitt, tí smá, fullvalda ríki standa seg vanliga væl í altjóða høpi.
Hin vegin er tað nógv sum bendir á, at tann veruligi vandin fyri okkum er tann, at vit ikki gerast eitt fullvalda ríki, men halda fram við at vera saman við Danmark.
Orsøkin til hetta er einføld. Nú hava vit tosað um at gerast eitt sjálvstøðugt ríki síðani Andrass Sámalson sum ungur maður førdi hetta hugskot fram fyri yvir hundrað árum síðani. Í 1946 var hetta eisini samtykt á eini demokratiskari fólkaatkvøðu, sum donsku myndugleikarnir skipaðu fyri. Nú hava vit ein løgtingsmeiriluta, sum hevur skipað eitt landsstýri, sum hevur til endamáls at Føroyar skulu hava suverenitetin. Kemur einki burtur úr hesum, so er fryktandi fyri, at vit í enn størri mun enn nakrantíð koma at gerast ein máttleysur útjaðari av Danmark, sum í sínum lagi er ein máttleysur útjaðari av ES.
Hesum er øll orsøk til at óttast fyri. Vit hava jú kent sviðan av hvussu muran er í donsku politikarunum. Tá væl gongs her, eru teir so fittir, so fittir. Tá tosa teir um, at sambært búskaparpolitikkinum hjá Keynes skal tað almenna játta pening til búskaparliga veikar útjaðarar fyri at fáa teir upp á føtur. Men tað Keynes segði, var at tá tað gongur gott fíggjarliga, tá skal tað almenna tátta í, fyri at vit ikki fáa ovurupphiting av búskapinum. Men tá alt tað føroyska samfelagið í áttatiárunum gjørdist ovurupphitað, tá fylgdu teir donsku politikarnir ikki ráðunum hjá Keynes, men øktu á hvørjum ári peningajáttanirnar til Føroyar og stoyttu soleiðis bensin á inflatiónsbálið. Teir høvdu ivaleysar heimildir til at gera tað rætta, men tað vildu teir ikki.
Hin vegin sigur Keynes, at tá tíðirnar versna, tá skal tað almenna traðka til og játta pengar til tess at samfelagið ikki skal støðga upp. Harvið slepst undan arbeiðsloysi og fráflyting. Men hvat gjørdu følsku vinir okkara tá vit fyrst í nittiárunum komu út í hesa vanlukku av tí at vit fingu nøkur ár uttan rokfiskiskap? Tá kom eingin hjálp frá teimum. Tá díktu teir okkum undir í skatti og kravdu av okkum at vit skuldu skera niður útreiðslur hins almenna við tí avleiðing, at vit fingu arbeiðsloysi sum ongantíð fyrr. Teir løgdu beinleiðis fótonglar fyri okkum og gjørdu, at vit tá mistu 8000 av brøðrum og systrum okkara, sum síðani hava livað í útlegd sum jødarnir í Babylon.
Henda vanlukka var ikki av tilvild, men var tilætlaður fyri at knúlva okkum niður. Eitt av gomlu orðatøkum okkara sigur: Tá ið vesalamaður fær vald, veit hann sær ikki afturhald. Tað donsku politikararnir vístu mótvegis okkum í hesum árunum var júst tað, at teir vóru vesalamenn. Teir kendu seg at hava valdið á okkum, tá okkum gekst illa, og teir vistu sær einki afturhald í hvussu teir skuldu pína okkum. Teir skipaðu eisini fyri tí gruggi, sum kom undan kavi í Danmark í hesum árum (Spar skat - skyd en færing).
Tað, sum er fryktandi fyri, er hvat ið kann henda okkum, um vit ikki sleppa okkum frá hesum skálkunum. Tað er lætt at ímynda sær, hvat ið politikarar við slíkari muru kunnu finna upp á, um teir fáa enn eitt høvi til at hæla okkum niður.
Hvussu lítið teir brýggja seg um demokratiið vísa teir skilliga í hesum døgum, tá teir lata danska fólkið gera av, hvørt vit skulu gerast ein partur av evruøkinum, og ikki leggja spurningin fyri okkum at taka støðu til. Hvussu kunnu vit líta á, at teir verða petti betri tann dag, ið tað óvæntaða hendir, at tað er meir oljuríkidømi í føroyaøkinum enn í danska økinum? Tá hava teir valdið yvir okkum, og tá kann einki forða teimum í at nýta tað vald teir hava. Teir hava longu sagt, at tað hevði borið við sær, at ríkisveitingarnar verða avtiknar, og teir hava nógvar aðrar streingir á boga sínum til at skjóta okkum við.
Hesum er fryktandi fyri, og tí er øll orsøk til hjá okkum at sleppa okkum á dyr meðan væl er. So eru vit ikki vongskerdir heimafuglar hjá teimum, men eru førir fyri at vera við í altjóða samstarvi á jøvnum føti um slík mál, sum gagna tjóð okkara. Hetta samstarv, sum eisini kann vera við Danmark, er tað einasta sum kann geva okkum veruliga trygd, og sleppur okkum harvið úr tí marru, sum tann núverandi støðan hevur verið fyri okkum.
Zakarias Wange;i gjørdist meira frígjørdir í framrættaða spælinum. Annar møguleiki hevði verið, at sett Jón Róa inn fyri ein miðvallara, so HB seinastu løtuna leikti við trimum áleyparum.
Nú er altíð lætt at vera eftirklókur, men tað er nú einaferð soleiðis, at tá spælt verður í eini steypafinalu, so mást tú satsa, um tú ert aftan fyri. At tapa við einum ella tveimum málum er so fullkomulia líkamikið.
GÍ var betri
Øll henda skrivingin um, hvat HB gjørdi rætt ella skeivt, skal tó á ongan hátt skiljast sum ein niðurgering av avrikinum hjá GÍ.
Leikararnir sýndui, at hóast teir ikki spæla sama ágangandi fótbólt, sum teir fyrr hava gjørt, so vita teir framvegis hvat skal til.
Í flestum lutum vóru teir tað lítla pettið hvassari enn mótstøðumenninir, og yvirhøvur spældur teir skilabetri. Vóru umstøður til at spæla róliga niðaneftir, so varð hetta gjørt. Skuldi bólturin bara vekk, so varð hetta gjørt. Ja, yvirhøvur høvdu teir tamarhald á dystinum teir allarflestu av teimum 90 minuttunum, sum vórðu leiktir.
»GÍ er nakað heilt fyri seg« varð sungið eftir dystin, og hesum kunnu vit bara geva fegnu viðhaldsfólkunum rætt í. Liðið, sum hevur myndað toppin av føroyskum fótbólti var av mongum avskrivað, tá vit komu út í juni mánað, og hóast teir neyvan verða føroyameistarar, so hava teir enn einaferð víst, at undrið í Gøtu langt ífrá er liðugt.
Finala um løgmanssteypið
HB-GÍ 0-1 (0-1)
0-1: Óli Hansen
Reytt kort: Helgi L. Petersen, GÍ
Dómari: Suni Johansen
HB:
Báråur Johannesen ? Jóhannis Joensen, Hans á Lag, Símun Eliasen, Janus Joensen ? Hallur Danielsen, Rúni Nolsøe, Rói Árting, Pætur Dahl ? Bárður Mortansson, Andrew av Fløtum
GÍ:
Sunnvard Joensen ? Pól Ennigarð, Bartal Eliasen, Martin Thomsen ? Leivur Hansen, Magni Jarnskor, Pauli Jarnskor, Helgi L. Petersen, Henning Jarnskor ? Óli Hansen, Súni Olsenm