Í Sosialinum í dag hava vit eina syndarliga søgu, sum eigur at fáa allar ávaraingarlampur at glampa.
Tað er søgan um, hvussu vit fara við teimum medborgarum okkara, sum eru komnir uttaneftir, men sum halda, at Føroyar eru eitt deiligt land at búgva í.
At útlendingar, sum koma til Føroyar, mangan verða viðfarin sum neyt, er ikki nakað nýtt. Men slík mannavond framferð mátti ikki sømt seg hjá fólki, ið vil teljast millum mentaðar tjóðir.
Tú skalt vera ímóti øðrum, sum tú vilt, at onnur skuldi vera ímóti tær. Hvar høvdu føroyingar verið, vóru vit soleiðis viðfarin, sum vit fara við teimum, ið til okkum koma?
Hetta er ikki bara ein spurningur um drúgvar málsviðgerðir, sum er nóg galið í sær sjálvum. Men søgan um Natashu avdúkar eisini eina skelkandi líkasælu hjá føroyskum myndugleikum. Tað, sum søgan eisini avdúkar, er, hvussu karvandi fyrisitingin kann vera, hóast tað er lív og lagna tað snýr seg um. Skeiv boð, manglandi boð, niðurgerandi boð, er tað, sum okkara fremmandafólk skulu standa modell til í fyrisitingini í Føroyum.
Tað gongur ikki longur, bara at krevja allar fyrimunirnar við alheimsgerð og frælsi, samstundis sum vit múra okkum sjálvi inni.
Hóast politikarar í mong ár hava tosað um, at nú má okkurt gerast, eru vit ikki komin úr stað og viðhvørt sita vit eftir við varhuganum av, at nógv vilja heldur hava útlendingaspurningin til partapolitisk runubløk at skjóta hvønn anna niður við, heldur enn at finna eina virðiliga loysn.
Í átta ár hava Natasha og dótturin hingið í leysari luft. Og nú eru ikki meiri enn enn átta ár eftir til 2015, tá ið Føroyar skuldi vera heimsins besta land at búgva í. Fortel tað fyri Natashu og øllum hinum útlendingunum, sum eru í somu støðu.
Hvat er tað vit ræðast við natashu og hennara líkum?
Og so verður tosað um at fáa enn fleiri útlendingar hendavegin!
Jú, sanniliga sita nógv fólk í hesum landi, sum mugu ásanna, at bert er bróðurleyst bak.