Vit skrivaðu stutt síðani í Yngd, at fleiri føroyskir tónleikarar hava so góð tónlistarlig evnir, at teir hava góðan møguleika at fáa eitt gjøgnumbrot uttanlands. Og í dagsins Yngd kunnu vit so staðfesta tað. Fleiri ungir føroyingar hava framúr góð evnir, tað hava teir jú fleiri ferðir víst bæði á palli og á ymiskum útgávum.
Men tað finnast ikki bara evnaríkir føroyingar í Føroyum. Fleiri føroyskir evnaríkir tónleikarar eru mesta av tíð síni uttanlands, og av tí orsøk eru teir ikki serliga kendir í Føroyum.
Ein av hesum tónleikabólkum er bólkurin Glorybox, sum tó ikki er heilt føroyskur. Glorybox er fyri mongum oyrum eitt sera ókent fyribrigdi, hóast teir vóru í Føroyum á sumri í 99. Trý fólk manna í løtuni Glorybox, sum er ein kristin andaligur bólkur, og ein teirra er føroyingurin Jan. Tey í Glorybox hava fyri stuttum givið út eina fløgu, og tey eru í løtuni á konsertferð kring Europa.
Vit hava í dagsins Yngd hitt tey trý úr Glorybx, og hava prátað við tey um leyst og fast. Tey vera av mongum mett sum ein bólkur, við eini sera bjartari framtíð, og tónleikur teirra er sera væl umtóktur millum tey, sum hava hoyrt Glorybox. Hóast man ?bert? kann kalla Glory box ein ?hálvføroyskan? bólk, er hetta enn eitt prógv uppá, at tað bert er ein spurningur um tíð, nær ein føroyingur veruliga fær sítt gjøgnumbrot uttanlands.
Ein annar bólkur, sum av fleiri verður mettur sum tann besti yvirhøvur í Føroyum, er bólkurin Taxi. Fleiri av tónleikarunum í Taxi er profesionellir, og er tað nakar føroyskur bólkur, sum hevur møguleikan at sláa ígjøgnum uttanlands, er tað bólkurin Taxi. Teir flestu av teimum eru royndir og tilkomnir tónleikarar, sum hava nógv ár á bakið, og hava teir viljan og hugburðin til at koma langt í tónleikaheiminum, letur hetta seg gera. Evnini eru í hvussu so er har. Í løtuni eru teir á venjingarlegu í Leirvík, og síðani liggur leiðin út í heim. Vit hava eisini fingið orðið á manningina úr Taxi.
Eisini hevur stór mótaframsýning verið í SMS. Í tí sambandi ber til í dagsins Yngd at síggja, hvat nýtt er komið á marknaðin, hvat er í ferð við at fara av móta, hvørji klæðir koma at eyðkenna summarið, o.s.fr.
Lesi um hetta í blaðnum í dag!