Internet og PC-koyrikort! Hetta eru alt orð, ið vóru púra ókend fyri bert fáum árum síðani. Tey bera boð um stórar broytingar í samfelag okkara, og felags fyri tey øll er, at tey eru partur av tí, ið rópt verður [...] skulu brúka til tað arbeiði, tey gera til dagligt, og eru sera kring í tí. Skalt tú skifta arbeiði, so skalt tú læra nakað heilt nýtt, og av somu orsøk eru tað fleiri, ið aftra seg við at skifta starv. - Skulu [...] frv. Regin Joensen sigur, at bæði starvsfólk og arbeiðsgevarar eru vorðin alt meiri greið yvir tær avmarkingar, sum liggja í hesum. Úr hesi sannkenning er so sprottin hugskotið um sokallaða PC-koyrikortið
Fuglafirði hava keypt partapeningin frá Føroya Banka og sostatt eru eigarar í fyritøkuni saman við Jóhan Eysturoy. Tað eru ikki teir persónliga, sum eru vornir partaeigarar í Kemilux, men holdingfelag teirra, [...] betringar vóru ár um ár. Og nú sær út til at bjartari tíðir eru fyri framman. So mikið betri sær út til at ganga, at nú hava aðrir vinnulívsmenn eisini eru áhugaðir at gera íløgur í sápufyritøkuna. Flakavirkismenn [...] so er. Vit keyptu partapeningin frá Føroya Banka beint fyri jól, sigur Jóhan Páll. Hvør er ætlanin hjá tykkum við hesi íløguni? - Hetta er ein íløga, sum so nógv annað, sigur hann. - Kemilux er ein spennandi
heimastýri til fullveldi. Tað er umráðandi, at tey fólk, ið eru sett at arbeiða í hesum nevndum, fáa umstøður til tess, men eins týðandi er tað, at hesi somu fólk ikki bert leita eftir einum sannleika, men vilja [...] at bólkarnir kunnu koma við slíkum niðurstøðum? Tjóðveldisflokkurin setur væl ikki fólk at gera eitt arbeiði, hvørs úrslit kann taka grundarlagið undan tí, sum flokkurin stendur fyri og vil? JÚST nið [...] er djúpt í lummanum á tí høgravenda fólkaflokkinum, tá tað umræður almennar stovnar, fakfeløg ol. HVØR veit, um fólkaflokkurin ikki leitar eftir einum høvi til at sleppa av við teir víðgongdu tjóðveld
bygninginum á landssjúkrahúsøkinum, har Andveikraverndin áður hevði til húsa. Umstøðurnar eru góðar og rúmligar. Hvør sjúklingur fær sítt egna kamar, og kann eisini hava eitthvørt búnýti við sær heimanífrá [...] og viðgerð kunnu vit bøta um sjúkuna soleiðis, at fólk kunnu fara heimaftur, men umstøðurnar í samfelagnum gera tað torført hjá okkum at útskriva fólk til egnan bústað ella heim til tey avvarðandi. ? Eitt [...] hevur staðið fyri stovnanini av deildini, har Marjun Restorff er leiðari. Í sambandi við stovnanina eru 13 størv á deildini. Góðar umstøður Deildin fyri eldri senil dement heldur til í Eiragarði 12. Tað
er gitin fyri sínar náttúrusendingar og sendingar úr Norðurlondum, har hann vitjar og lýsir ymisk fólk. Hann kendi Trónd sum listamann og hevði hoyrt um hann, men ongantíð hitt hann. Á eini framsýning [...] at ætlanin er ikki at lýsa alt lív Trónda, men bert at gera eina lýsing av honum og at fáa mynd av, hvør hesin maðurin, ið goymir so nógv í sær, er. Vanliga leggur Søren Ryge ikki til rættis sínar sendingar [...] og list, so einki var meira náttúrligt, enn at vitja Trónd. Ein vansi hevur tó verið, at dagarnir eru heldur stuttir, skjótt skýmir, men kvøldini hava teir so nýtt til prát og inni á verkstaðnum hjá Tróndi
eftir hetta. Hann fór á turne, drakk stútt og var hysteriskur. Fólk ræddust hann, tónleikarar fóru úr bólkinum mitt á konsertferðini, og fólk upplivdu, at Young í ójavnvág rópti eftir konsertáhoyrarunum [...] sjálvur sagt um Heart Of Gold. Og hann hevur sanniliga eisini ferðast í sálarligum krókum, har vanlig fólk bøna Vár Harra um, at tey ongantíð skulu enda. Hesin maðurin, ið plátufeløgini sóu so stórt kommersielt [...] miklan ampa fyri slipsafólk á søludeildunum hjá plátufeløgunum. ? Eg visti, at eg ikki gjørdi tað, fólk vildu hoyra. Men eg kundi ikki geva teimum tað, tey vildu hoyra, hevur Neil Young sagt. Og júst so
hátt stýra sølustjórarnir innkeypi og gera av, hvør framleiðsla verður sett í gongd. Ikki nógvar kvinnur eru í líknandi størvum í Føroyum, um nøkur so eru tær ikki nógvar, men Jóhanna Vang hevur ikki merkt [...] tá ið vit eru eitt lítið samfelag. Nógv dømi eru um, at stjórar fara úr einum stjórastarvi í eitt annað. Tí tekur tað longri tíð at síggja veruligar útskiftingar í leiðarastørvunum, og tá eru kvinnurnar [...] um kvinnur, sum kenna seg vrakaðar ella eru vrakaðar av tí at tær eru kvinnur. Hetta havi eg aldri upplivað sjálv. - Annað er, at tað er so ymiskt, hvussu fólk raðfesta ella hvussu lívið hjá hvørjum einstøkum
Fram til í summar fara átta fólk, sum býráðsformaðurin í Havn hevur valt, at orða eitt álit um, hvør politikkur skal rekast á mentunarøkinum í Tórshavnar kommunu. - Eins væl og tað hevur verið saknur í [...] inum í Tórshavnar kommunu. - Ítróttin og trúarlívið eru ikki partur av arbeiðinum hjá bólkinum, tó so at limir í arbeiðsbólkinum hava innlit í hesi viðurskifti og kunnu skifta orð um tey. Metir arbeiðsbólkurin [...] grundarlag undir, hvør politikkur verður rikin, og skal sostatt umfata niðurstøður, tilráðingar og uppskot um mannagongdir, sum skulu vera galdandi á økinum. Hvussu nevndin fer til verka og hvør kósin skal haldast
partarnir eru jú tveir - ella kanska fleiri? Kann man bara kappa høvdið av einum, og so rokna við at undrið hendur? Hvat við at leggja eina langtíðar- og kvalifiseraða ætlan? Er tað ikki tí vit eru farin undir [...] sendi teir avstað. Hvat kom burturúr? Eg spyrji, tí hetta eru eisini mínir pengar. Sjálvandi skulu vit duga at brúka teldurnar, men tað eru vit sum skulu stýra teimum og ikki øvugt. Tað er ikki nóg mikið [...] av hesum eru ættaðir úr Suðuroy, ella hava gift seg tann vegin, og vilt tú vita meira um teir og teirra genir, so komu tvey bókaverk út beint fyri jól - næstan 1000 síður um suðuroyingar, Fólk í Suðuroy
Hetta er helst skilagott, men enn eru tað spurningar um smávegis skeiðluttøkur og onkra starvsfólkasamrøðu. Men hvat er grundin til, at á Landsverkfrøðinginum starvast fólk, sum aðrastaðni í landinum kundu [...] arbeiði? Hvat er grundin til, at fólk frá Landsverkfrøðinginum í teim vánaligu tíðunum kundu søkja sær starv alla møguliga staðni á knøttinum? Hvat er grundin til, at fólk á Landsverkfrøðinginum leggja so [...] fyrsta lagi fáment. Tað mega vit liva við og tað liva hini við. Men gera vit okkum primitiv, so eru eisini hesi virði søplaði burtur. Tað tók annars fleiri ár og stóra orku at byggja hetta upp. PIANC (Permanent