Heitt politiskt ár

ÁRIÐ 1999 verður eftir øllum at døma eitt rættiliga heitt og fyri tað eisini spennandi politiskt ár. Hetta árið fer uttan iva at standa sum fullveldisárið - sum árið, tá nakað meira ítøkiligt um Føroyar á fullveldisleið i kom á borðið.

ÁRIÐ 1999 verður eftir øllum at døma eitt rættiliga heitt og fyri tað eisini spennandi politiskt ár. Hetta árið fer uttan iva at standa sum fullveldisárið - sum árið, tá nakað meira ítøkiligt um Føroyar á fullveldisleið i kom á borðið.


TAÐ er einki dulsmál, at fyri tjóðveldisflokkin og nýggja landsstýrismann floksins verður hetta árið ein avgerandi styrkiroynd. Sleppur flokkurin snikkaleysur frá kreppum so sum henni við Landsverkfrøðingsstovninum, so hevur hann fyri so vítt frítt spæl. Spurningurin er bara, hvussu flokkurin í longdini fær forklárað fyri sínum veljarum, at hann ikki er djúpt í lummanum á tí høgravenda fólkaflokkinum, tá tað umræður almennar stovnar, fakfeløg ol.


HVØR veit, um fólkaflokkurin ikki leitar eftir einum høvi til at sleppa av við teir víðgongdu tjóðveldismenninar, áðrenn teir koma ov langt við sínum fullveldisætlanum. Men soleingi fólkaflokkurin kann tvinga og brúka tjóðveldið í tess fullveld-isprioritering til at fremja sín høgrapolitikk - eins og flokkurin brúkti sambandsflokkin í undanfarnu samgongu - soleingi vil fólkaflokkurin hava tjóðveldið í Tinganesi. Hvørki meira ella minni. Tann dagin eitt tjóðveldisstig til fullveldi møguliga fellur, tá hevur fólkaflokkurin longu fingið so nógv ígjøgnum av sínum høgrapolitikki, at flokkurin er beint tilfreds.


MEST áhugavert í hesum ári verður at síggja, hvat fullveldisbólkarnir koma til. Hvat nú um niðurstøðan ikki er í tráð við tað, sum tjóðveldisflokkurin ynskir og vil! Og ber tað í heila tikið til, at bólkarnir kunnu koma við slíkum niðurstøðum? Tjóðveldisflokkurin setur væl ikki fólk at gera eitt arbeiði, hvørs úrslit kann taka grundarlagið undan tí, sum flokkurin stendur fyri og vil?


JÚST niðurstøðurnar hjá umrøddu arbeiðsbólkum verða ótrúliga týdningarmiklar fyri komandi orðaskiftið. Og fyri at fáa eitt nóg breitt orðaskifti er altavgerandi, at arbeiðsbólkarnir ikki bert hava eina niðurstøðu men seta upp fleiri alternativ, ið røkka frá heimastýri til fullveldi. Tað er umráðandi, at tey fólk, ið eru sett at arbeiða í hesum nevndum, fáa umstøður til tess, men eins týðandi er tað, at hesi somu fólk ikki bert leita eftir einum sannleika, men vilja kanna fleiri møguleikar - sannleikar. Eingin ivi um at tað á hesum fólkum hvílir stór ábyrgd, nú teirra arbeiði verður grundarlag fyri øllum orðaskiftinum um einar framtíðar Føroyar.