ókeypis hjá teimum at fáa trygdarskeið og nú hevir Fólkaflokkurin eisini lagt uppskot fyri Løgtingið at fáa hetta broytt. – Vit rósa okkum ofta av, at í okkara landi er tað ókeypis at fáa sær eina útbúgving [...] Hjá einum næmingi á Glasi, er skúlagondin ókeypis, umframt at næmingurin eisini fær lestrarstuðul. Fer næmingurin síðania á Fróðskaparsetrið, er tað sama galdandi. – Ein, sum fer á Vinnuháskúlan at lesa [...] skúlagongdina ókeypis, umframt at fáa lestrarstuðul alla skúlatíðina. – Men vilja ungdómar til skips, er tað krav at tey fara á trygdarskeið. Øll, sum sigla við skipum, skulu á skúlabonk at læra um trygd, áðrenn
vísir á, at føroyingar hava heimsmet, tí tað eru heili 83 prosent av føroyingum, sum eru virknir á arbeiðsmarknaðinum. Í summum londum í Suðurevropa eru tað bara eini 60 prosent av fólkinum, sum eru á ar [...] fólk kunnu vera á arbeiðsmarknaðinum. Sostatt kunnu tey fara til arbeiðis, og tey rinda skatt - og afturfyri fáa tey so eitt dagstovnatilboð frá samfelagnum. Men Aksel V. Johannesen vísir á, at nú ætlar samgongan [...] samgongan at venda øllum á høvdið, tí nú skulu pengar takast frá teimum, sum eru til arbeiðis og gevast teimum, sum fara úr arbeiði og heim at passa børn. Hann vísir á, at hetta fer at gera, at fleiri
Nýggja høllin á Hálsi lýkur ikki krøvini, sum verða sett til landsdystir í hondbólti. Evropeiska hondbóltssambandið EHF hevur givið greiðar ábendingar um, at hetta kann fáa avleiðingar fyri møguleikarnar [...] áskoðarapláss á báðum langsíðunum, og frástøðan millum vøllin og áskoðaraplássini er heldur ikki í lagi, tí høllin er ov smøl. Hallur Danielsen frá Hondbóltssambandi Føroya sigur, at tey rokna við at fáa undantaksloyvi [...] hondbóltsdystir, eru tey somu, sama um talan er um ungdómslandslið ella A-landslið. Møguleikarnir at fáa undatøk, tá A-landsliðið hjá kvinnum ella ungdómslandsliðini spæla landsdystir, eru góðir, men tá talan
sum vóru minst 30 ár á nýggjárinum, og sum eiga byrsu, kunnu søkja um at fáa vápnaprógv, uttan at fara á skeið fyrst. Tað er tó eitt krav, at hesi fólk longu áttu lógliga byrsu á nýggjárinum í ár. Men [...] undir øllum umstøðum á skeið, sama, hvussu gomum tey eru. Tey, sum hava staðið vápnatrygdarskeið uttanlands ella sum eitt lið í eini útbúgving, skulu heldur ikki á skeið fyri at fáa vápnaprógv. Talan kann [...] við byrsu á skeið at læra seg at fara við byrsu. Løgtingið hevur samtykt eina nýggja vápnalóg. Ein partur av hesum er, at frá 1. januar skulu øll sum nýta skotvápn hava vápnaprógv. Og fyri at fáa vápnaprógv
hava somu møguleikar at fáa lut í menningini og fáa síni mál og viðurskifti viðgjørd og avgreidd. Vit mugu gera alt fyri at forða fyri, at tann fysiska frástøðan frá Vaglinum ger mun á fólki í okkara rúmligu [...] av bygdunum. Á okkara valevnarundferð upp undir býráðsvalið er komið greitt til sjóndar, at tann skipan, sum er fyri bygdirnar, ikki virkar til fulnar. Ov langt er millum Vaglið og borgaran á bygd. Hetta [...] er ov stór. Til dømis gongst illa at fáa útstykkingar í lag, so bygdirnar kunnu mennast. Fáast útstykkingar í lag, tykjast tær vera heldur dýrar, og ilt er at fáa fígging. Bygdavegirnir eru mangan ikki
skal bera til hjá einari ungari familju, sum hevur eina íbúð, at fáa ein størri bústað, tá ið tey fáa brúk fyri tí, kanska tí at tey fáa børn. Umboðsmaðurin sigur, at kommunan hevur fullan rætt at seta [...] ikki ger mismun á borgarum í kommununi. Tað sigur Løgtingsins Umboðsmaður nú í einum skrivi til Tórshavnar Kommunu. Umboðsmaðurin hevur fingið eina klagu um, at Tórshavnar Býráð ger mismun á fólki sum vilja [...] Umboðsmaðurin heldur ikki, at tað er ein sakligt at gera mun á teimum, sum eiga íbúð og teimum, sum eiga aðra ogn. Tí heitir Umboðsmaðurin á Tórshavnar Býráð um at broyta reglugerðina soleiðis, at tá ið
K. Broch. Tey vísa í grein í Informatión á, at ríkisfelagsskapurin er undir trýsti, tí USA og Kina royna at fáa ávirkan á arktiska økið. Her vísa tey serliga á, at amerikanski forsetin, Donald Trump, í [...] møguleikar. 2. Eitt ríkisráð skal setast á stovn, sum kann fyrihalda seg til umsitingarligar avbjóðingar og fyrispurningar um ríkisfelagsskapin. 3. Tørvur er á serligum rættindum til føroyingar og grø [...] Føroyar og Grønland eigur at gerast, fyri at fáa eitt meira umhvørvisvinarligt alternativ til flogsambandið. 8. Allir danskir ríkisborgarar skulu einaferð í lívinum fáa avsláttur, um viðkomandi ætlar at vitja
undan kavi. Sirið Stenberg vísir á, at tað er tjóðskapurin hjá teimum, sum verða løgd inn á Landssjúkrahúsið, sum er avgerandi, og ikki tjóðskapurin hjá makanum. Tí fáa kvinnurnar rokningina. Men hon heldur [...] Tað fyrsta, summi børn, ið verða fødda Landssjúkrahúsinum, fáa í vøggugávu frá føroyska samfelagnum, er ein rokning upp á 22.000 krónur. Tað staðfestur Jenis av Rana, løgtingsmaður, og tað heldur hann [...] verður borin í heim. Og tað kann ikki vera talan um, at fyrsta heilsanin tey fáa frá føroyska samfelagnum, er ein rokning upp á tíggjutals túsund krónur. Í Løgtinginum í morgun vóru fleiri tinglimir samdir
Tað kann ikki vera rætt, tí vit eru enn ikki komin á mál við at fáa javnrætt, sigur Sunneva. Tað eru nógv økir sum vit enn mangla at fáa javnrættindi á, sum eru lógarverk, greiðir Sunneva frá. Millum annað [...] felagsskapurin Damudomi fyri tiltøkum fyri at varpa ljós á ymsu síðurnar av feminismu og javnstøðu – evnið í ár er umboðan. Skjøtul verður settur á tiltøkini í kvøld, við filmssýning og hugleiðingum um [...] endamáli at fáa fólk at tosa saman um hvar vit møtast. -Tað sum er umráðandi fyri okkum er, at alt hetta hendir alment. Vit vilja gera upp við ósiðiliga kjakið, sum ofta gongur fyri seg á sosialu miðlunum
kunnu fáa etingarórógv, høvuðpínu og aðrar likamligar trupulleikar. Yvir longri tíð vísa hagtøl, at nógv børn fáa trupulleikar við kærleikslívinum og kærleikanum til børn, og heili 33 prosent fáa trupulleikar [...] Rúsdrekkaviðgerðarin vísir á, at børnini seta drekkaríið hjá mammuni ella pápanum í samband við jólatræ og jólakøkur, og hetta setir seg fast í minnið. Tí eru børnini uttan íhald á varðhaldi dagarnar fyri [...] Tá jólafriðurin kemur yvir fólk, og familjubond verða knýtt enn tættari, hava tey, sum starvast á danska viðgerðarstovninum fyri rúsdrekkamisnýtslu - Fonden Lænke-Ambulatorierne (FLA) - nógv at gera. Børn