Tórshavnar Býráð skal ikki longur gera mismun á fólki

– Løgtingsins umboðsmaður vil hava Tórshavnar býráð at broyta reglurnar

 

– Eg fari at heita á Tórshavnar kommunu um at broyta reglugerðina soleiðis, at hon ikki ger mismun á borgarum í kommununi.

Tað sigur Løgtingsins Umboðsmaður nú í einum skrivi til Tórshavnar Kommunu.

Umboðsmaðurin hevur fingið eina klagu um, at Tórshavnar Býráð ger mismun á fólki sum vilja keypa grundstykki frá kommununi.

Fyri at koma upp á tal til eitt grundstykki, ella samanbygd hús, frá kommununi, er tað ein treyt, at umsøkjarin ikki frammanundan eigur fasta ogn í Tórshavnar kommunu, ið kann nýtast til privatan bústað. Tað merkir, at heldur ikki hjúnafelagi, sambúgvi, ella maki, kann eiga fasta ogn í Tórshavnar Kommunu, sum kann brúkast til privatan bústað.

Tað verður mett, at hesi longu hava ein nøktandi bústað, og at tey tískil ikki hava tørv á einum kommunalum grundstykki.

Men umsøkjarin kann gott eiga eina íbúð. Býráðið heldur nevniliga, at tað skal bera til hjá einum ungum pari at keypa sær eina íbúð ímeðan tey bíða eftir grundstykki ella raðhús.

Ein grund til hetta kann vera, at íbúðir eru smærri enn hús og sambygd hús, og at tað skal bera til hjá einari ungari familju, sum hevur eina íbúð, at fáa ein størri bústað, tá ið tey fáa brúk fyri tí, kanska tí at tey fáa børn.

Umboðsmaðurin sigur, at kommunan hevur fullan rætt at seta nakrar treytir, men tað er eitt krav, at allir borgarar eru javntsettir.

Kommunan kann eisini seta sum treyt fyri at fáa grundstykki, ella samanbygd hús frá kommununi, at umsøkjarin ikki framman undan eigur fasta ogn, sum kann brúkast til privatan bústað.

Men Umboðsmaðurin heldur ikki, at tað er ein sakligt at gera mun á teimum, sum eiga íbúð og teimum, sum eiga aðra ogn.

Tí heitir Umboðsmaðurin á Tórshavnar Býráð um at broyta reglugerðina soleiðis, at tá ið fólk søkja um grundstykki, ella samanbygd hús, frá kommuni, skal munur ikki gerast á borgarum ið eiga íbúð og teimum, sum eiga aðra fastogn.

Men annars ger umboðsmaðurin ikki meiri við málið.