Nú skulu øll veiðifólk, sum fáast við byrsu á skeið at læra seg at fara við byrsu.
Løgtingið hevur samtykt eina nýggja vápnalóg. Ein partur av hesum er, at frá 1. januar skulu øll sum nýta skotvápn hava vápnaprógv. Og fyri at fáa vápnaprógv, skulu fólk fyrst á skeið í at handfara byrsu.
Tey skeiðini ætlar landsstýrið at seta í verk í ár, men tað eru kortini fleiri, sum sleppa undan at fara á skeið.
Tey, sum eru fødd fyri 1. januar í 1985, altso tey, sum vóru minst 30 ár á nýggjárinum, og sum eiga byrsu, kunnu søkja um at fáa vápnaprógv, uttan at fara á skeið fyrst.
Tað er tó eitt krav, at hesi fólk longu áttu lógliga byrsu á nýggjárinum í ár. Men ætla tey ikki at brúka byrsuna, er óneyðugt at søkja um at fá vápnaprógv, men tey skulu kortini skráseta byrsuna.
Hava tey hinvegin keypt sær byrsu í ár, skulu tey undir øllum umstøðum á skeið, sama, hvussu gomum tey eru.
Tey, sum hava staðið vápnatrygdarskeið uttanlands ella sum eitt lið í eini útbúgving, skulu heldur ikki á skeið fyri at fáa vápnaprógv. Talan kann vera um fólk, sum hava danskt veiðiloyvi. Annars kunnu fólk, sum ikki hava fastan bústað í Føroyum, søkja um gestavápnaprógv
Aldursmarkið fyri at sleppa á vápnaskeið er 15 ár og 6 mánaðir. Men aldursmarkið fyri at fáa vápnaprógv er 18 ár. Orsøkin til aldursmunin er, at tey, sum eru ímillum 16-18 ár, og sum hava staðið vápnaskeið, hava loyvi at skjóta við høglbyrsu, tá tey eru saman við vaksnum fólki yvir 25 ár, og sum hava vápnaprógv.
Landsstýrið sigur, at vápnaskeiðið varar einar níggju tímar, har talan bæði er um teoretiska undirvísing og skjótiundirvísing, og tey, sum eru á skeið, skulu upp í roynd í báðum.
Fólk, fyritøkur, kvøldskúlar, og onnur, kunnu bjóða seg fram at halda vápnaskeið, men undirvísarin skal vera góðkendur skjótivegleiðari, sigur landsstýrið.