Javnrættindi: Vit eru ikki komin á mál

Damodomi varpar hesa vikuna ljós á umboðan í samfelagnum

Dagarnar upp til altjóða kvinnudagin, sum er 8. mars, skipar óhefti felagsskapurin Damudomi fyri tiltøkum fyri at varpa ljós á ymsu síðurnar av feminismu og javnstøðu – evnið í ár er umboðan.

 

Skjøtul verður settur á tiltøkini í kvøld, við filmssýning og hugleiðingum um sjónarhorn í mun til kynsliga umboðan í samfelagnum.  Tiltøkini hesar dagarnar fevna millum annað um bókmentir, konsertir, disking, samrøður, framsýningar og annað.

 

Við hesum tiltøkunum verður ljós varpað á umboðan av kvinnum í samfelagnum – hetta verði seg í politikki, almennum miðlum, lýsingum og globalt. 

 

Alt hetta kom í lag í fjør, tá altjóðu kvinnudagurin nærkaðist, greiðir Sunneva Háberg Eysturstein, ein av fyriskiparunum, frá.

 

-Vit hava sterka umboðan av kvinnum í politikki, men tað er ikki nógv meir enn tað. Tað kann ikki vera rætt, tí vit eru enn ikki komin á mál við at fáa javnrætt, sigur Sunneva.

 

Tað eru nógv økir sum vit enn mangla at fáa javnrættindi á, sum eru lógarverk, greiðir Sunneva frá. Millum annað kunnu nevnast lønarviðurskifti, barsil og ræði á egnum kroppi.

 

-Tað sum tó eisini er áhugavert er spurningurin um hvussu gerandisdagurin hjá kvinnum er, og um tað eru undirlagdir tónar sum gera at vit halda okkum aftur, tí vit ikki vilja verða settar í bás, greiðir hon frá.

 

Við Damudomi verður bjóðað inn til samskifti um ymisku sløgini av feminismu, og umboðini vit síggja í samfelagnum, við tí endamáli at fáa fólk at tosa saman um hvar vit møtast.

 

-Tað sum er umráðandi fyri okkum er, at alt hetta hendir alment. Vit vilja gera upp við ósiðiliga kjakið, sum ofta gongur fyri seg á sosialu miðlunum. Tí bjóða vit fólki oman at luttaka í kjakinum. Hetta millum annað í Samrøðustovuni, sum er týsdagin, har tríggir feministar at leggja fram, og luttakarar fáa spurningar at viðgera, sigur Sunneva.

 

Meir er at lesa um ymisku tiltøkini á facebooksíðuni hjá damudomi

 

Øll tiltøkini fara fram í Sirkus og eru ókeypis