Nýggja høllin á Hálsi lýkur ikki altjóða krøv

Nýggja høllin á Hálsi lýkur ikki krøvini, sum verða sett til landsdystir í hondbólti. Evropeiska hondbóltssambandið EHF hevur givið greiðar ábendingar um, at hetta kann fáa avleiðingar fyri møguleikarnar hjá føroyska A-landsliðnum hjá monnum at spæla heimadystir í Føroyum í framtíðini.

 

Krøvini, sum verða sett í sambandi við altjóða hondbóltsdystir, eru tey somu, sama um talan er um ungdómslandslið ella A-landslið. Møguleikarnir at fáa undatøk, tá A-landsliðið hjá kvinnum ella ungdómslandsliðini spæla landsdystir, eru góðir, men tá talan er um A-landsliðið hjá monnum, er ikki líkt til, at EHF vil víkja frá ásettu krøvunum.

 

Í sambandi við manslandsdystirnar verða eitt nú sett krøv um umstøður til sjónvarpsupptøkur, og tey krøvini lýkur høllin ikki. Høllin lýkur heldur ikki kravið um áskoðarapláss á báðum langsíðunum, og frástøðan millum vøllin og áskoðaraplássini er heldur ikki í lagi, tí høllin er ov smøl.

 

Hallur Danielsen frá Hondbóltssambandi Føroya sigur, at tey rokna við at fáa undantaksloyvi frá EHF, tá komandi EM-undankapping verður spæld við úti- og heimadystum í heyst og næsta vár. Hetta loyvið er kortini ikki givið enn. Men eftir ta kappingina væntar Hallur Danielsen ikki at fáa undantaksloyvi til at hava heimadystir hjá A-landsliðnum hjá monnum í Føroyum.

 

Hann sigur, at tá umboð fyri EHF var í Føroyum í sambandi við A-landsdystin hjá kvinnum móti Svøríki í fjør, fekk HSF greitt at vita, at roknast skal ikki við undantaksloyvum til A-landsdystir hjá monnum í framtíðini.

 

Hondbóltssambandið fer saman við Tórshavnar kommunu at gera alt, sum til ber, fyri at sannføra EHF um kortini at geva undantaksloyvi til heimadystir hjá manslandsliðnum, men Hallur Danielsen sigur seg vænta, at tað fer at verða sera torført.

 

Verður undantak ikki givið, er avleiðingin tann, at A-landsliðið hjá monnum má spæla heimadystirnar uttanlands.

 

Hallur Danielsen sigur, at Hondbóltssambandið kann bara vóna, at EHF vísir vælvild, tí høllin er, sum hon er, og hon kann ikki broytast til at lúka krøvini.