Tá jólafriðurin kemur yvir fólk, og familjubond verða knýtt enn tættari, hava tey, sum starvast á danska viðgerðarstovninum fyri rúsdrekkamisnýtslu - Fonden Lænke-Ambulatorierne (FLA) - nógv at gera.
Børn hjá rúsdrekkamisnýtarum eru ræðslusligin um, hvussu jólini fara at verða, og tey søkja sær hjálp og ráðgeving. Í jólamánaðinum fær FLA, sum er størsti viðgerðarstovnur av sínum slag í Danmark, nógv fleiri fráboðanir frá børnum, ið søkja sær hjálp um jólini, tí mamman ella pápin drekka.
- Í desember fáa vit næstan tríggjar ferðir so nógvar fráboðanir frá børnum, ið hava foreldur, sum eru bundin at rúsdrekka. Børnini ynskja, at ávísur persónur í familjuni kemur í viðgerð. Tey spyrja, um tey kunnu loyva sær at fara onkra aðrastaðni jólaaftan, um mamman ella pápin byrja at drekka.
Tað sigur Vivien Abrahamsen, ið starvast hjá FLA. Hon er viðgerðari hjá børnum í 6 til 15 ára aldri, ið hava foreldur við rúsdrekkatrupulleikum, og tað eru børn heilt niður í 12 ára aldur, sum seta slíkar spurningar.
- Uttan mun til, hvørji amboð verða brúkt í einari samrøðu-og viðgerðartilgongd, eru jólini ein ógvuliga trupul tíð hjá børnum, sum noyðast at liva við rúsdrekkatrupulleikum í heiminum.
Rúsdrekkaviðgerðarin vísir á, at børnini seta drekkaríið hjá mammuni ella pápanum í samband við jólatræ og jólakøkur, og hetta setir seg fast í minnið. Tí eru børnini uttan íhald á varðhaldi dagarnar fyri jól, og tey gerast sonevnd ”antennubørn”.
- Hesar dagar eygleiða børnini alt, sum gongur fyri seg í heiminum og uttan fyri heimið. Tey hyggja eftir, hvussu bilurin stendur í túninum, hvat foreldrini gera, hvat og hvussu nógv verður stoytt í glasið, sigur Vivien Abrahamsen.
Avleiðingarnar fyri børn, ið hava foreldur við rúsdrekkatrupulleikum, eru stórar. Børnini sova verri, tey kunnu fáa etingarórógv, høvuðpínu og aðrar likamligar trupulleikar.
Yvir longri tíð vísa hagtøl, at nógv børn fáa trupulleikar við kærleikslívinum og kærleikanum til børn, og heili 33 prosent fáa trupulleikar við rúsevnum seinni í lívinum.