stig eftir, at Eysturoyingur hevði vunnið kappróðurin millum 10-mannaførini. Skála tapti sunnudagin 1-0 á heimavølli móti HB. Skála hevði bóltin størsta partin av tíðini, men tað gekk illa at spæla seg til [...] til málmøguleikar. Tað kann hugsast, at fyritreytirnar verða øðrvísi hjá Skála leygarkvøldið, tá ið NSÍ fer at leypa á. Á Skála eru teir manningarliga betri fyri, enn teir hava verið leingi. Einasta ivamálið [...] Johansen varð skiftur inn móti HB. Hann venur saman við hinum, og tað kann væl hugsast, at hann hesa ferð fer at fáa uppaftur meiri spælitíð. NSÍ tók við 3-2 heimasigri móti EB/Streymi stórt fet fram móti
stevnuni í hesum sambandi, er lítil ivi um, at hetta virkið eigur sín leiklut í at Fuglafjørður er væl fyri fíggjarliga. Onnur viðurskifti sum helst fara at merkja prátið manna millum á stevnuni er ætlaða [...] aftur í skránni, sum verður prentað á síðu 36 í dagsins blaði. Her eigur at verða okkurt fyri einhvønn tørv og einhvønn aldursbólk. At tað í ár eru liðin samfull 60 ár síðani ÍF varð sett á stovn, skal sanniliga [...] Hesa seinastu tíðina hava nógv fólk verið upptikin við at gera sín part av skránni so áhugaverdan sum gjørligt, nú sonn innrás verður av fólki til Fuglafjørð um vikuskiftið. Mesta arbeiðið man kortini
Fyrireikararnir siga, at tey rokna við stórum áhuga fyri tiltakinum. Floksfelagar, vinir, systkin og familja hjá næmingunum koma til tiltakið fyri at stuðla, har eisini tónleikur kemur at fylla nógv í skránni [...] í Hoyvík, og har verður so kappast allan leygardagin um at hava bestu framløguna av einum teoretiskum evni, sum hevur við nanovísund og –tøkni at gera. Somuleiðis skulu næmingarnir vísa sína vitan í ro [...] Løgmaður er dómari At meta um kappingina eru 14 dómarar, har løgmaður, Jóannes Eidesgaard, og landstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djurholm, standa á odda. Teir skulu vera við at avgera, hvør av teimum
mátti ein javnbrótari til, fyri at ein vinnari skuldi finnast. SÍ hevði spælt sera væl síðstu tvey settini, og tí var líkt til, at kvinnurnar úr Sørvági skuldu fara at draga longra stráðið í síðsta setti [...] SÍ ímóti ÍF, og hesin dysturin bleiv sera spennandi. Í byrjanini var tó einki sum bendi á, at SÍ skuldi megna at hótta ÍF á nakran hátt. ÍF vann nevniliga tvey tey fyrsta settini trygt, 11-25 og 21-25, og [...] komu út sum eitt ódnarveður í síðsta setti, og tær vunnu at enda sannførandi í síðsta settinum. Úrslitið gjørdist 7-15. Enn einferð megnaði ÍF at vinna, og nú eru tær ósigraðar í fýra dystum, og tær liggja
syngur á føroyskum. Aftaná at hava hoyrt lagið Mín móðir samanber ummælarin Eivør við ein vakra útgáva av Ronju Ránsmannadóttir. Ummælarin endar ummæli við, at hugleiða um. at ímeðan tað hevur stórt hóvasták [...] sín tokka, og leygardagurin vísti, at eisini hinumegin landamarkið er áhugin stórur. Samanumtikið eitt sera jaligt ummæli, har ummælararin enn einaferð slær fast, at tað liggur ein stór megi í tónleikinum [...] sambært áskoðarum, ið vit hava tosað við sera væl eydna, og hetta tykist ummælarin í Flensborgavisen at vera samdur í. Stór orð eru eru ov smá - m.a. soleiðis skrivar danski ummælarin Hans Christian Davidsen
uttan at The Dreams megnaði at vinna seg í heimsfinaluna í London, men føroyski bólkurin fekk triðja plássið. Vit fingu orð á Hans Edvard sangara og gittarleikara í The Dreams beint eftir, at úrslitið [...] fínur rokkbólkur, greiddi Hans Edvard frá. Hann segði somuleiðis, at nú høvdu fólk sæð The Dreams, og vónandi kundi hetta vera við til at skaffa spælingar aðrastaðni. Annars var Hans Edvard ikki heilt nøgdur [...] úrslitið var almannakunngjørt. Hann greiddi frá, at teir vóru nøgdir við úrslitið, sum var heilt ok. - Vit spældu av H. til í kvøld, og har vóru tveir bólkar, sum vóru betur enn vit, segði hann. - Bólkurin sum
upplivilsi av at vera saman um Guds orð. Tí leggja vit stóran dent á trivna og tann sosiala partin, sigur Pól. - Tilmeldingarnar nærkast 200. Enn er ikki ov seint at tekna seg. Tað ber til at tekna seg á [...] verður fyri 8. - 10. flokk. Pól Johannesen er ungdómsráðgevi hjá Heimamissiónini. Hann sigur, at undirtøkan plagar at vera sera góð til hesar legurnar. - Novemberlegurnar hava verið í nógv ár. Tað hevur altíð [...] novemberlegur annað hvørt ár, tá ið LUS (LandsUngdómsStevna) ikki var. Men nú hava vit tað hvørt ár, tí at annars verður eitt stórt glopp millum summar- og nýggjárslegurnar. Vanliga eru tað millum 300 og 400
dystin vera heldur dovnan, men helt, at Mjølnir bara var betra liðið henda dagin. - Har var ikki serliga stórur intensitetur í dystinum í dag, men eg haldi tó, at vit vóru bara betri enn Fram í dag. Síðsta [...] nøgdur við innsatsin ímóti Mjølnir og helt, at Fram tapti fyri einum betri liðið henda dagin. - Okkara avtalur halda ikki væl í dystinum í dag, og eg haldi, at vit taptu fyri einum betri liðið. Móttøkurnar [...] tá er ikki lætt hjá okkum. Eg haldi eisini, at vit brúka ov nógvar kreftir upp á dómararnar. Teir døma tað, sum teir síggja. Men tað kann tó vera strævið at fáa stig ímóti sær, sum man heldur seg eiga
og tíðarritum, og ummælini eru á einum máli um, at her er talan um ein tann besta James Bond-filmin nakrantíð. Nógva og góða umrøðan sæst eisini aftur í, at óvanliga nógv fólk hava keypt atgongumerki til [...] leiklutinum sum Bond, tykjast agent-filmarnir aftur at eiga nógv ár fyri framman. Daniel Craig er nýggi James Bond, og tað eru fleiri, sum halda, at hann er besti James Bond nakrantíð – eisini betur enn [...] frumsýnir eisini stórfilmar, tá ið øll hini londini gera tað, og har ber nú til at stytta sær um myrku vetrarkvøldini við at hyggja eftir Casino Royale, sum nýggi James Bond-filmurin kallast.
ymiskum førum, skal inn at sita í tilsamans tvey og eitt hálvt ár. Tað er í hvussu so er ynski hjá ákæranum. Verjin sigur, at eitt ár er nóg mikið. Somuleiðis krevur ákærin, at 22 ára gamli maðurin, sum [...] metir, at eitt hálvt ár ella allar hægst sjey mánaðir er hóskandi. Hjá 20 ára gamla manninum, sum hevur tilsamans 12 ákærur ímóti sær, sær støðan eitt sindur øðrvísi út. Har eru tey nú farin at kanna [...] møguleikarnar fyri at gera ávísar kanningar av honum, soleiðis at hann kanska kann fáa ein treytaðan dóm ella øðrvísi revsing. Ein 33 ára gamal maður er eisini ákærdur. Í hansara føri er bert talan um