Hesa seinastu tíðina hava nógv fólk verið upptikin við at gera sín part av skránni so áhugaverdan sum gjørligt, nú sonn innrás verður av fólki til Fuglafjørð um vikuskiftið.
Mesta arbeiðið man kortini liggja á herðunum hjá teimum í ÍF, men á øðrum støðum liggur heldur ikki nakað arbeiði eftir.
Hetta sæst aftur í skránni, sum verður prentað á síðu 36 í dagsins blaði. Her eigur at verða okkurt fyri einhvønn tørv og einhvønn aldursbólk.
At tað í ár eru liðin samfull 60 ár síðani ÍF varð sett á stovn, skal sanniliga markerast. Hetta verður m.a. gjørt við eini framsýning í Ribarhúsi allar stevnudagarnar.
Í ár eru somuleiðis liðin 40 ár síðani virkið Havsbrún varð stovnað. Hóast einki verður gjørt burtur úr á stevnuni í hesum sambandi, er lítil ivi um, at hetta virkið eigur sín leiklut í at Fuglafjørður er væl fyri fíggjarliga.
Onnur viðurskifti sum helst fara at merkja prátið manna millum á stevnuni er ætlaða samanleggingin av grannakommununum í Leirvík og Gøtu.
Veðurmaðurin Peter Skeel er blíður mótvegis fuglfirðingum um vikuskiftið. Báðar dagarnar sigur hann frá turrveðri og hita millum 12 og 18 stig.
Alt hetta skuldi kunnað gjørt sítt til at fólkið í býnum og teir mongu gestirnir fáa eitt gott vikuskifti.
Góða Varmakeldustevnu!









