Danska útgávan av The Global Battle Of The Bands varð hildin í spælistaðnum Lille Vega í gjárkvøldið, uttan at The Dreams megnaði at vinna seg í heimsfinaluna í London, men føroyski bólkurin fekk triðja plássið.
Vit fingu orð á Hans Edvard sangara og gittarleikara í The Dreams beint eftir, at úrslitið var almannakunngjørt. Hann greiddi frá, at teir vóru nøgdir við úrslitið, sum var heilt ok.
- Vit spældu av H. til í kvøld, og har vóru tveir bólkar, sum vóru betur enn vit, segði hann.
- Bólkurin sum varð nummar eitt Cody var ordiliga feitur, stílurin minti eitt sindur um Deja Vu, bara betur og FunkDaddy & 3D, ið gjørdis nummar tvey var ein fínur rokkbólkur, greiddi Hans Edvard frá.
Hann segði somuleiðis, at nú høvdu fólk sæð The Dreams, og vónandi kundi hetta vera við til at skaffa spælingar aðrastaðni.
Annars var Hans Edvard ikki heilt nøgdur við ljóðið á kvøldinum.
- Eg havi ongantíð upplivað so vánaligt ljóð. Alt kvøldið var tað ordilig skrapa, tú skuldi trúð, at ljóðmenninir ongantíð høvdu sæð ein ljóðpult fyrr.
Wandering Sins við føroyska oddamanninum Magnusi Mortensen á gittar og sangi var ikki millum teir tríggjar fremstu bólkarnar í kappingini, og tí vita vit ikki hvar hesin bólkurin endaði í raðfylgjuni.