- Vit vóru bara betri
Eftir dystin fingu vit orðið á Eyðstein Elttør hjá Mjølni. Hann metti dystin vera heldur dovnan, men helt, at Mjølnir bara var betra liðið henda dagin.
- Har var ikki serliga stórur intensitetur í dystinum í dag, men eg haldi tó, at vit vóru bara betri enn Fram í dag. Síðsta vikuskiftið vunnu vit á ÍF, og í dag vinna vit á Fram, so um vit halda fram við hesum, so kann tað røkka heilt langt hjá okkum í ár. Vit eru longu í steypafinaluni, so málið hjá okkum má vera at vinna bæði steypakapping og landskapping.
- Vit halda ikki avtalurnar
Vit fingu eisini orðið á hevaran hjá Fram, Hans Fróða Jensen. Hann var ikki nøgdur við innsatsin ímóti Mjølnir og helt, at Fram tapti fyri einum betri liðið henda dagin.
- Okkara avtalur halda ikki væl í dystinum í dag, og eg haldi, at vit taptu fyri einum betri liðið. Móttøkurnar vóru heldur ikki serliga góðar, og tá er ikki lætt hjá okkum. Eg haldi eisini, at vit brúka ov nógvar kreftir upp á dómararnar. Teir døma tað, sum teir síggja. Men tað kann tó vera strævið at fáa stig ímóti sær, sum man heldur seg eiga.