Konsertin hjá Eivør í Flensborghuset leygardagin var sambært áskoðarum, ið vit hava tosað við sera væl eydna, og hetta tykist ummælarin í Flensborgavisen at vera samdur í.
Stór orð eru eru ov smá - m.a. soleiðis skrivar danski ummælarin Hans Christian Davidsen um konsertina við Eivør. Á longu frammanundan útseldu konsertini vóru um 500 fólk savnaði, tey flestu norðurlendingar, men eisini rættiliga fitt av týskarum. Eivør hevur trivist væl í økinum kring danskt/týska landamarkið. Á væleydnaðum konsertum á Tønderfestivalinum og á Tønder baseraða Danish Music Awards Folk, hevur fólki á donsku síðuni á landamarkinum sýnt føroyska gimsteinum sín tokka, og leygardagurin vísti, at eisini hinumegin landamarkið er áhugin stórur.
Samanumtikið eitt sera jaligt ummæli, har ummælararin enn einaferð slær fast, at tað liggur ein stór megi í tónleikinum hjá Eivør, og sambært honum serliga tá hon syngur á føroyskum. Aftaná at hava hoyrt lagið Mín móðir samanber ummælarin Eivør við ein vakra útgáva av Ronju Ránsmannadóttir.
Ummælarin endar ummæli við, at hugleiða um. at ímeðan tað hevur stórt hóvasták gjørt burturúr MTV Europe Musiv Awards í Keypmannahavn, við eini rúgvu av gentum, sum ikki duga at syngja, kunnu hann og hini á konsertini sita í lítla Flensborg og hoyra eina fantastiska sangrødd, ið enn ikki er vorðin eitt verðinsnavn.