Novemberlegurnar aftur í ár

Tvey tey fyrstu vikuskiftini í november verða novemberlegurnar hjá Heimamissiónini.. Vit vilja geva ungóminum eitt positivt upplivilsi av at vera saman um Guds orð, sigur Pól Johannesen, ungdómsráðgevi hjá Heimamissiónini.


Talan er um legur fyri ungdóm frá 7. - 10. flokk. Fyrra legan verður 3. - 5. november fyri 7. og 8. flokk. Seinna legan 10. - 12. november verður fyri 8. - 10. flokk.
       Pól Johannesen er ungdómsráðgevi hjá Heimamissiónini. Hann sigur, at undirtøkan plagar at vera sera góð til hesar legurnar.
       - Novemberlegurnar hava verið í nógv ár. Tað hevur altíð verið sera góð undirtøka fyri legunum. Fyri nøkrum árum síðani høvdu vit novemberlegur annað hvørt ár, tá ið LUS (LandsUngdómsStevna) ikki var. Men nú hava vit tað hvørt ár, tí at annars verður eitt stórt glopp millum summar- og nýggjárslegurnar. Vanliga eru tað millum 300 og 400 fólk á báðum legunum tilsamans, sigur Pól.
       Umframt bíbliutímar og møti eru eisini nógv onnur tiltøk.
       - Vit hava altíð eitt evnið fyri legunum. Í ár verður evnið "Hvar er Gud?" og "Hvat vil Gud mær?". Umframt góða undirvísing vilja vit eisini geva teimum ungu eitt positivt upplivilsi av at vera saman um Guds orð. Tí leggja vit stóran dent á trivna og tann sosiala partin, sigur Pól.
       - Tilmeldingarnar nærkast 200. Enn er ikki ov seint at tekna seg. Tað ber til at tekna seg á heimasíðuni hjá Heimamissiónini www.mission.fo. Øll eru hjartaliga vælkomin, sigur Pól Johannesen at enda.