forlagstjóri. Í føroyskum sálmabókum eru nógvir sangir hjá Linu Sandell sum t.d. í sálmabókini hjá føroysku fólkakirkjuni, Missiónssangbókini og í Songbók Guds. Vit hava í fleiri førum tvinnar føroyskar [...] pápa sínum til Gøteborg. Leiðin gekk fyrst í hestavogni til Jønkjøping. Hagani fóru tey við báti. Komin umborð, sótu tey leingi á dekkinum og nýttu ta góða veðri. Lina spurdi pápan, um hann ikki var troyttur [...] við til at knýta eitt tætt vinarband teirra millum. Umleið 50 brøv frá brævaskiftinum teirra millum, eru goymd á bókasavninum á lærda háskúlanum í Lund. Árið tá Lina fylti fimti, byrjaði hon at savna allar
liðið kortini kann stilla við Andrew og Jón Róa á toppinum, eru allar orsøkir hjá mótstøðuliðunum at óttast HB, og saman lagt bendir hetta á, at vit longu nú hava funnið ein lítlan favoritt til gullmerkini [...] teimum at fáa fult, og enn heldur sigursvanda havnarliðið fulla ferð móti fótbóltsoddinum, har teir nú eru einsamallir á odda. Spenningurin var annars stórur, nú tey bæði stóru havnarfeløgini fyri fyrstu í [...] fær sett ein fingur á, at HB triðja dystin í slag fór av vøllin við fullari úrtøku. Og hóast tað enn eru 15 umfør eftir at leika, so bendir longu nú nógv á, at eitt maktskifti aftur er farið fram í høvuðsstaðnum
heimsbúskapinum. Men, royna vit at hyggja eitt sindur fram, so er tvørligari at siga nakað við vissu. Tað kemur ann uppá so mangt. Men helst er ein nýggjur svervektari komin inn á pallin, bæði búskaparliga [...] er broytt nógv; hygg talvuna við nøkrum høvuðstølum. Fyri hvønn pensiónist eru í dag 6 fólk til arbeiðis. Um 30 til 40 ár eru bert 2 fólk í arbeiði fyri hvønn pensionist. So í Kina verður eisini tosað [...] til alt vit higartil hava sæð. Eitt fólkaslag, sum er burturav arbeiðssamt. Eitt land sum longu hevur eina vælútbúgvna arbeiðskraft og eina stóra vísindaliga-akademiska elitu. Á øllum økjum eru hetta fortreytir
øðrum at fara við “Tinganesi”. Vit fóru so úr Ravnsoynni. Tá vóru vit, so vítt eg minnist, 96 mans, og við tí danska bátinum vóru 95 mans. Tað var av allarfagrasta veðri, tá vit fóru út úr Ravnoynni og løgdu [...] undir okkara samfelag. Her eru umstøðurnar broyttar so nógv, at tey sum eru ung als ikki kunnu skilja tað. Tí er tað so umráðamdi at fáa hetta á pappír. Nógvar av hesum frásagnum eru fingnar í seinastu løtu [...] áhuga. Júst hetta ger eitt slíkt arbeiði so ómetaliga stuttligt. Fólk eru eisini sera beinasom, tá ið heitt verður á tey. Tað eru eisini javnliga at fólk spyrja, um ætlanin ikki er at geva hetta tilfar
spenti hann eina bukt við enda um miðjuna á sær. Síðan fóru vit í ta stóru ánna, tá ið hon var fryst. Hann rann tá sum ein hestur, og vit hingu øll uppi í hesum bandinum. Har vóru nógv børn, og sum tað [...] So mátti eg taka hana upp aftur og seta hana í munnin á honum. Hetta vóru sovorðin puss vit gjørdu. Hetta eru góð minni at hava um hesar dreingir, sum fingu eitt so stutt lív. Kristian var meira friðarligur [...] tuberklum. Vit báðar vóru javnaldrar og konfirmeraðust saman. Eg minnist, tá ið hon varð koyrd við hestavogni oman til postbátin til Havnar á sjúkrahús. Tá var hon ikki før fyri at ganga. Hana sóu vit ikki
innan fyri »Østjysk Musikforsyning«. »Fillmore East« minnist eg, at vit spældu á studentaskúlanum á Akureyri, aftur og aftur, meðan vit fyrireikaðu 1. des. árshátíðina í 1971. Latið okkum bara taka hana [...] eitt sindur. ....og trussuinnsavning »Á Tinsel Town Rebellion« frá 1981, sum eisini eru upptøkur frá konsertum, hoyra vit um eina ikki vanliga innsavning hjá Frank Zappa. Hann biður kvinnurnar í salinum lata [...] toldi ikki tíðarinnar hvøssu tonn. Men eg lurti eftir teimum gomlu plátunum. Eg haldi, at tær eru betri. Tær eru klassiskar. Ódeyðiligar. Eg haldi eg, áðrenn eg vendi »Zoot Allures«, fari at loyva mær at
i og tað pláss henda frágreiðing skuldi fáa innan danska vísindasøgu. Í dag eru slíkar keldur enn áhugaverdar, tí hesar eru sum søguligar keldur, førar fyri at siga okkum um Føroyar í 1846 og um viðurskifti [...] fáa vit ikki bert at vita, at fólk hava vakrar hvítar tenn, men hvussu fólkið var umleið 1842. At føroyingar skuldu hava flegmatiskt lyndiseykenni ? ið er lyndi merkt av líkavekt og hesi fólk eru seiglig [...] (Diucil í C.V.C.Young 1982). Herfrá til tíðina um trúbótina finnast ikki nógvar keldur, men seinni kenna vit líknandi arbeiði, m.a. eina nú horvna hondskrivaða Føroyafrágreiðing av Peder Jacobsen Spjellerup,
ni eru eisini týðandi evropeiskir granskingarstovnar, eitt nú Strathclyde Universitet og Aberdeen Universitet. Frálanda vindmilluparkir eru ikki óvanligar, bæði í Bretlandi og Danmark, men tær eru á grunnum [...] farms with No Visual Impact iN Deepwater). DOWNVInD framtakið er samansett av 15 ymiskum fyritøkum í seks evropeiskum londum. Nágreiniligar ætlanir og kostnaðarmetingar eru eisini gjørdar um burturtøku [...] økjum. Har eru eisini nøkur av teim týdningarmestu reiðringar plássunum hjá sjófugli í Bretlandi. Stórt tal av kópi heldur eisini til í økinum Víttfevnandi økir fram við Morayfjørðinum eru friðaði. Frá
og 465 undirgreinum á 1350 síðum er prentað og innbundið á Einars Prent. Bøkurnar eru at fáa í skreytútgávu, og tær eru av sonnum eitt frálíkt prentlistaverk og eitt satt prýði fyri føroyskt prenthandverk [...] sum síðan tá hava ognað sær hetta verk, hava kunnað frøtt seg um tær áhugaverdu frásagnirnar, sum eru lagdar fram á ein livandi og samstundis nágreiniligan hátt, sum sýnir tað stóra innlit, høvundurin [...] haga, útróður, Norðhavsmið, mið, plinkar og rákaleiðir, báts- og skipsvanlukkur og bjargasøgur, so eru í tí nýggju bókini, sum ber heitið Gamla tíðin 2, greinir um: kommunuviðurskifti, gudslívið, kirkj
Mortensen er allastaðni – altíð fúsur á staðnum við blómum og øðrum, tá hátíðarløtur eru, og vísir samkenslu, tá sorgarløtur eru. Onkur rópar hann damp-barn. Men uppskriftin er, sambært honum, at viljin at [...] situr sprækin við stóra borðið í fundarhølinum í býráðshúsinum og sigur frá sínum politiska lívi, eru samfull 40 ár liðin, síðan hann varð valdur býráðslimur á fyrsta sinni. Her fer hann eisini at hava [...] visti, at hann kundi hjálpa mær at fáa neystini upp. Tað snúði seg ikki um politiskar hugsjónir, sum vit kenna tað í dag. Tí var avgerðin løtt at fara á listan hjá honum. Ikki í mínum stilla sinni væntaði