Tollak er føddur 24. februar 1930 á Miðgerði í Kollafirði. Fyrstu ferð, hann fór til Íslands at arbeiða, var 16. juni 1946. Hetta var á einum bóndagarði, sum ein danskur prestur átti. Tað var vanligt tá í tíðini hjá ungum dreingjum at fara til Íslands at arbeiða á bóndagørðum.
Hetta var á Løjanesi við Reykjavík. Her er nú alt horvið av allari teirri útbygging, sum hevur verið síðani. Tollak skuldu mjólka 100 kúm morgun og kvøld. Lønin skuldi vera kr. 700 um mánaðin, men tá ið fyrsta lønin kom, var hon bert kr. 500. Tað vísti seg, at ein føroyskur millummaður, sum hevði skaffað honum arbeiðið, fekk munin.
Hetta tímdi Tollak ikki, so hann rýmdi av garðinum. Hann byrjaði at arbeiða á kaiuni í Reykjavík við at lossa damparar og at landa fisk. Síðan fór hann at arbeiða hjá Reykjavíkar Kommunu. Her arbeiddi hann saman við 15 øðrum føroyingum.
Teir gróvu rør niður, og ”tey vóru tung, sum eg veit ikki hvat”, sigur Tollak.
Í 1947 fór Tollakk við einum línubáti frá Høfn. So fór hann aftur til kommununa. Aftaná fór hann við einum snurpubáti eftir sild í Dalvík. Har var hann við til at rógva snurpunótina út. Tað vóru tveir bátar, um 25-30 tons til støddar, sum snurpaðu saman. Teir fingu nógva sild.
Íslendingar høvdu leigað tríggjar sluppir úr Føroyum til hesa veiðu. Við eini av hesum sluppum var systkinabarnið hjá honum Theodor. Hann var sonur pápabeiggja hansara Martinius Dam úr Vágunum. Teir komu á Vestmanna í september.
Við føroyskum skipum
Seinni um heystið í 1947 fór Tollak við trolaranum Torfinni, sum hann var við, inntil Torfinnur varð seldur. Tað var Jákup á Trøðni, sum keypti Torfinn. Hann fekk seinni navnið Bakur. Her var Tollak við til juni 1951. Tá fór hann til Grønlands við Hjørdis. Teir royndu við línu at byrja við. Tað gav lítið, men so løgdu teir um til trol, og tá hjálpti. Sámal P. Petersen úr Fuglafirði átti Hjørdis, og Kristian Danielsen, pápi Birgir, úr Kvívík var skipari um hetta mundi. Hann var eisini beiggi DD, kenda læraran í Sørvági.
Teir komu heim í november og høvdu fiskað 200 tons tilsamans. Í 1952 fór Tollak við Silver Belle á Suðurlandið, men tað gekk einki serligt. Teir komu aftur á Føroyar páskadag 27. apríl.
Við norðmonnum
Í mai mánaði stóð í bløðunum, at norðmenn søktu eftir fólki. Teir fóru tríggir úr Kollafirði. Umframt Tollak vóru teir Poul Hammer og Hans á Kjalnesi. Farið varð við Nordholmen til Grønlands. Hesa tíðina vóru tað eisini nógvir føroyskir fiskimenn, sum sigldu við norðmonnum. Fiskaríið var brúkiligt.
Teir landaðu í Føroyingahavnini. Har kom tað fyri at teir landaðu eitt sindur umborð í eitt farmaskip úr forlastini. Fyri hetta fingu teir 1 kr fyri kg. Teir í Føroyingahavnini landaðu afturlastina, og fyri hetta fingu teir bert 60 oyru fyri kg. Soleiðis kundi tað eisini vera.
Teir landaðu einar 3-4 ferðir í Grønlandi tann túrin og komu heim síðst í oktober.
Ì januar 1953 fóru teir á sild við Nordholmen. Tá ið sildin var liðug, varð farið til Grønlands aftur. Har gjørdu teir tveir túrar og vóru aftur seinast í oktober.
Í 1954 fóru teir aftur til Noregs. Tá hevði reiðaríið keypt ein størri bát, sum æt Granit. Við honum vóru teir fyrst á sild. Teir fóru til Grønlands í mai. Tá komu tveir aðrir kollfirðingar við. Annar kallaðist Hjørleif. Teir gjørdu tveir túrar og komu heim í oktober.
Tá teir vóru á sild við snurpunót fiskaðu teir bert um dagin. Teir fóru hvønn dag inn at landa og lógu fyri akkeri um náttina. Køstini kundu vera ójøvn. Onkuntíð fyltu teir bátin, last og dekk. Tá tað stóð so væl til, at Norholmen var fullur og meira var í nótini, róptu teir á annan bát um at taka restina. Tað vóru altíð nakrir smáir bátar klárir har í nánd, sum tóku 30-40 tons hvør av sild. Um teir hjálptu teimum at fáa sildina umborð á Nordholmen, fingu teir 10% av fonginum. Men um teir førdu sildina inn á land fyri teir, fingu teir 40% av fonginum. Hasir smærru bátarnir lógu altíð klárir at hjálpa sildaflotanum har um leiðir. Nordholmen var ein lítil bátur. Hann tók 1700 hl av sild, eini 200 tons.
Í 1955 fóru teir aftur til Noregs á sild við Granit og so aftur til Grønlands. Tá var Tollak bert við tann eina túrin. Um heystið sama árið varð hann biðin til Íslands við einum trolara, Ingolfur Arnason úr Reykjavík. Har var hann við, til hann kom heim til jóla. Í 1956 fór hann yvir aftur við sama trolara, til hann kom heim á ólavsøku 1957.
Hetta var júst um ta tíðina, tá ið føroyskir fiskimenn í hópatali fóru til Íslands at fiska og eisini at arbeiða á landi.
Tollak fór yvir aftur, og nú fór hann við trolaranum Halla Fróðadóttir. Har fór hann við aftur í 1958, og hann fór síðan við trolaranum Kallsevni hjá Kimbil. Á heysti fóru teir á ísfisk.
Í 1959 fór Tollak umborð á Ísborg úr Patreksfirði. Teir gjørdu ein rimmar túr í New Foundlandi. Teir fiskaðu í 46 tímar. Tá var Ísborg á tremur av kongafiski. Hann tók um 400 tons. Teir komu heim í mai.
Útróður í Grønlandi
So at rógva út í Borgshavn saman við kvívíkingum. Báturin æt Glansur og var eitt kent navn í grønlandsútróðri. Manningin var umframt Tollak brøðurnir Tórstein og Leivur Grækarisson úr Kvívík, Dánjal Martin Jacobsen úr Sandvík, Olivar Debes frá Gjógv og Hans Dánjal Joensen úr Miðvági.
Teir fóru yvir við einum avgomlum dampara sum æt Rask. Kári minnist væl tann rustklumpin, sum lá á Havnini og tók bátar og fólk umborð. Minnist hann rætt, skuldi hann eitast at vera svartmálaður, men tað sást meira til rust enn máling. Hetta skip hevur Anton Petersen eisini greitt frá í síni frásøgn um útróður í Grønlandi.
Tað vóru 29 bátar við. Tollak segði, at koyggjurnar vóru gjørdar av óhølvaðum viði. Tað vóru nokk so nógvir, sum tóku flísar við sær í land uttan at vita av tí. Teir komu í øllum góðum til Borgshavn. So at fáa alt í land. Tá so Rask fór út eftir vágni stóðu teir sum ryssa yvir deyðum fyli.
So var at smíða skúrarnar. Teir fingu tað gjørt soleiðis, at komfýrurin kom upp at standa hóskvøld, so teir kundu kóka sær tann fyrsta bitan áðrenn midnátt. Skúrurin bleiv liðugur, og teir fóru fyrsta dagin til útróðrar 4. juli. Hetta árið fingu teir 55 tons í saltfiski. Teir komu heim á Havnina 25. oktober við einum donskum dampara, sum kallaðist Fursund. Hann hevði meira máling enn Rask og var gráur á liti.
Holibáturin
Kári minnist, at hann fekk ein holibát frá Tollak, tá ið hann kom aftur úr Borgshavn. Hetta var ítrív, sum menn vanliga høvdu, tá ið teir vóru burtur. Báturin var einar 40 cm langur og hevði stýrihús runt framman. Hann skuldi líkjast Glans, bátinum hann hevði verið við. Báturin var hvítur á liti og hevði svartan stokk. Tað vóru dagar og góðir. Tíverri er tann tíðin farin.
So aftur við Kallsevni á ísfisk og so á saltfisk, sum vanligt var við trolarunum tá í tíðini. Kári minnist væl, at Sámal á Krákusteini eisini var við. Hann var pápi ein av hansara spælikammiratum, Hera, sum beint nú hevur givið út bókina hjá langabba sínum Sámal á Krákusteini. Heri fekk altíð eitt skip, sum pápi hansara gjørdi honum. Ein vakran borðbát fekk hann eina ferð. Kári minnist, at skipini sum Sámal gjørdi vóru úr grønsáputunnum ella spannum, sum vóru úr tunnum krússfiner. Skipini vóru 60-100 cm til longdar. Skipini hann gjørdi, líktust nógv mjólkabátinum Streymi.
Kári greiðir frá, at Sámal og konan, sum var av Oyri, vóru altíð góð við seg. Har hevði hann mangar góðar løtur.
Kári minnist serliga 21. januar 1960. Heri hevði føðingardag tann dagin. Tað var nógvur stormur hetta kvøldið. Tá Kári og mamma skuldu fara til hús og komu út á trappuna, var allur býurin upplýstur av eldi. Tað var gamli kommunuskúlin, ið brendi. Brandlúðurin sat á tekjuni á Studentaskúlanum, sum stóð tríggjar metrar frá húsinum hjá Sámali. Tey høvdu ikki hoyrt lúðurin fyri vindi. Mamman og Kári runnu niðan at hyggja. Kári minnist, at mamman var so bangin fyri, at tað brendi hjá Essaba, nú kafe Natúr, har hon arbeiddi. Tá ið tey komu niðan til skúlan, var nógv fólk, ið hjálpti til at bera út úr skúlanum. Sparikassin var um tað mundi fluttur inn higar, meðan teir arbeiddi uppá bygningin uppi við Ebenezer. Kári minnist væl, at Tollak var við til at hjálpa til at bera út. Eldurin var í tí endanum, sum var nærmast sjómansheiminum tá.
Tann eina túrin, Sámal kom aftur við Kallsevni, hevði hann gjørt Kára eitt skip úr sáputunnu. Her var bæði bummur og rulla, har tú kundi vinda og hiva upp úr lastini. Á stýrihúsinum stóð skrivað Skarvahella. Tað er tann hellan, sum stendur undir skansanum. Har plagdu teir at fiska seið og berggyltur. Skipið mundi vera um 70-75 cm til longdar. ”Á, sum eg var glaður fyri Skarvahellu,” minnist Kári.
Við týskum trolara, so til aftur Íslands
Í 1961 var Tollak við einum týskum trolara, Rendsburg úr Cuxhafen. Hetta var eisini vanligt hjá føroyskum fiskimonnum hesa tíðina. Sigast kann, at teir hava verið sera ”globalir,” og hava siglt við mongum tjóðum. Har var hann bert ein saltfiskatúr.
Teir høvdu 270 tons av saltfiski og 1.800 sekkir av fiskamjøli. Tað mundu vera einir 15 føroyingar við Rendsburg tann túrin. Teir fingu 50 krónur um dagin fyri at flekja og salta fiskin. Týskararnir orðnaðu trolið.
So aftur til Íslands umborð á Harbakur úr Akureyri. Hetta var um jóltíðir. Tollak kom heim í mai 1962. Tá arbeiddi hann uppá veg.
Tollak bað Kára seta versið, sum hann hevði yrkt um Miðgerð í hesa frásøgn. Lagið er: Eg eri ein Válari ella Jeg er en sigøjner:
Eg eri kollfirðingur og gott er mítt blóð
Niðri í Miðgerði mín vøgga stóð
Har havi eg droymt undir sólarglugganum
Hvussu herligt á Miðgerði tað var
Kári vónar, at kollfirðingar taka væl ímóti hesum eina versi, sum hann hevur sett saman.
Kári hevur nógv góð minnir av Miðgerði. Tollak tók til at siga, at gamli bóndin Sámal Petur á Miðgerði plagdi at siga, at Heimrustina áttu øll á Miðgerði. Men í dag er tað so galið, at man nú má ganga eftir kanti á Miðgerði.
Til Íslands at búgva
Tollak flutti til Íslands at búgva í 1963. Tá fór hann aftur umborð á Harbaki, har hann var líka til 1972, tá ið reiðaríið keypti ein trolara úr Frankaríki. Hann fekk navnið Sólbakur. Um heystið 1973 var hann heima í Føroyum eftir Stellutrolarunum, sum reiðaríið hjá honum keypti. Stella Kristina fekk navnið Slettbakur og Stella Karina Svalbakur. Tað var honum Tollak var við. Hesir trolarar vórðu fyrst riggaðir til ísfisk, so aftur til frysting.
Um Stellutrolararnar er at siga, at teir komu til Føroya seinast í 1960-unum og vóru tá millum mest framkomnu trolarar, sama slag sum fyrsti trolarin, sum at Vesturvón. Tað gekk hampiliga væl, men fyrst i 1970-unum komu fyrstu veiðuavmarkingarnar, sum gjørdu tað, at reiðaríið sá sær ikki møguleikar framyvir. Erling Laksafoss var vanliga snildur, men tað var hann kanska ikki her. Tá var rækjuveiðan byrjað og var í hæddini í fleiri ár. Tað var nógv umtalað tá, at Erling hevði gjørt kvettið, um hann hevði latið trolararnar farið á rækjuveiðu heldur enn at selja teir.
Tollak fór umborð á Kaldbak, har hann var til hann legðist upp í 1993. Men hann ferðast javnan heim til Føroya at vitja sína ætt. Vit takka honum fyri frásøgnina.
-------------------------------
Malmberg Simonsen: 16 summur í Grønlandi
Í FF-blaðnum hevði eg nógvar áhugaverdar frásagnir. Ein av hesum var hjá Malmberg Simonsen úr Sørvági. Stutt áðrenn hann doyði eydnaðist at fáa frá honum tað, sum svarar til tvær Miðvikur av hansara lívi til sjós. Tað stóð ofta á hjá honum, men kendasta hendingin var við Tór 2, tá ið hesin trolarin varð torpederaður og søktur undir krígnum. Av teimum 21 monnunum umborð yvirlivdu bert tríggir, og hetta var í sjálvum sær eitt undur. Fyrst at sleppa undan sjálvari søkkingina av skipinum og síðan at koma til lands í Íslandi.
Nú útróður í Grønlandi hevur verið á skránni seinastu Miðvikurnar fara vit at taka fram tað, sum Malmberg fortaldi um sínar royndir á hesum økinum:
Mundi aftur gingið burtur
Eg fór at rógva út í Grønlandi og fór sum flekjari við ”Tinganesi”, tá hann byrjaði í Grønlandi. Eg fekk tá hug at rógva út frá landi. Árið eftir var tað, at eg fór at rógva út í Ravnsoynni. So vítt eg minnist, var eg 16 summar har yviri og róði út. Útróðurin í Grønlandi gekk sera væl. Tó var ein ringur túrur heim. Tað var við ”Tinganesi”. Hetta var eitt árið, tá tað ikki hevði verið so góður fiskiskapur. Ein bátur var leigaður at flyta okkum heim. Eg haldi tað var ein sokallaður S-bátur, og hann skuldi taka so og so nógv tons av saltfiski. Restina skuldi Tinganes taka. Men nú vísir tað seg, at vera meira fiskur eftir, enn “Tinganes” kundi taka.
Sostatt varð tað lossað um náttina, meðan skiparin var lagstur, fyri at fáa alt við, og soleiðis fekk “Tinganes” tikið allan fiskin, sum eftir var. Vit fara so heim við hesum skipinum. Tað var líka sum lutakast um, hvør ið skuldi fara heim við “Tinganesi” og hvør, ið skuldi við S-bátinum. Mín manning kom saman við øðrum at fara við “Tinganesi”. Vit fóru so úr Ravnsoynni. Tá vóru vit, so vítt eg minnist, 96 mans, og við tí danska bátinum vóru 95 mans.
Tað var av allarfagrasta veðri, tá vit fóru út úr Ravnoynni og løgdu leiðina suður eftir. Men tað øtlaði alla tíðina, og til endan var so nógvur vindur, at teir tordu ikki at leggja hana til.
Eg hevði droymt, at eg gekk rundan um kirkjugarðin her í Sørvági, og eg hugdi bara inn í kirkjugarðin. Hetta mól í heysinum á mær, hvat ið kundi fara at henda. Veðrið øtlaði, og tað gjørdist av allarringasta veðri. Eg hevði lagt meg í eina koyggju í tí yvirbygninginum, sum stóð uppi á bógnum. Eg lá í gummistivlum. Tað hevur vist ligið í huganum, at eg vildi vera klárur, um nakað hendi. Nú fær hon hendan brekkaran aftaná. Tað er, sum ein kemur til mín og sigur: ”Far tú niður í lastina”. Eg reisti meg og fór útum beinanvegin. Eg møtti Mikkjali á Stykkinum, sum var við mær. Eg sigi við hann: ”Mikkjal, kom niður í lastina við mær”. Vit koma niður, og nú stendur tann blái fossur í bæði borð. Tað vísir seg, at lúkukarmurin vóru skrædnaður báðumegin. Her mátti sjálvandi gerast tað, sum gerast kundi. Men Georg í Gásadali var ein sovorðin maður, at hann hevði altíð reiðskap hjá sær. Hann var nevniliga timburmaður. Eg fór so til hansara. Hann hevði bæði seym og alt. So vit at smíðja og stappa nakrar margarinpakkar, har tað lak. Jú, tað gekk av tí allarfínasta. Men so varð vakt sett. Skiparin á S-bátinum hevði ført ”Tinganes”. Hann segði, at hevði ”Tinganes” siglt í tí veðrinum, so var hann farin til botns, men tað hevði hann eisini verið, um hetta húsið ikki var bygt har frammi. Hetta húsið hevði so stóra uppdrift, at hon slapp ikki við høvdinum niður.
Vit koma so á Havnina um kvøldið. Dánjal Niclasen stóð á bryggjuni. “Vesturleið” sigldi tá. Hann orðnaði fyri, at “Vesturleið” skuldi bíða, so hesir menninir vestanífrá skuldu sleppa vestur við.
----------------------------------
Hundrað Miðvikur
Seinasta Miðvikan var nummar 100 í hesi røðini, sum eg havi staðið fyri. Í hesum sambandi kann vera vert við nøkrum hugleiðingum.
Í fiskimannafelagnum hevði eg sett mær fyri at fáa niðurskrivað mest møguligt av søguni og lagnusøguni hjá fiskimonnum. Hetta var gjørt í FF-blaðnum. Tað vóru nógv, sum vóru sera fegin um hetta.
Men Sosialurin tók um endan, tá ið FF-blaðið helt uppat, og hetta var byrjanin til Miðvikuna, sum fyrstu ferð var í blaðnum 28. februar 2007 og hevur verið stórt sæð hvønn mikudag síðan tá.
Tað kann sigast, at í Miðvikuni hevur verið roynt eins og í FF-blaðnum at fáa til vega tilfar, sum annars neyvan hevði komið alment fram.
Ein stórur partur hevur verið fiskimannasøga, har korini hava verið lýst hjá teimum sum løgdu grundina undir okkara samfelag. Her eru umstøðurnar broyttar so nógv, at tey sum eru ung als ikki kunnu skilja tað.
Tí er tað so umráðamdi at fáa hetta á pappír. Nógvar av hesum frásagnum eru fingnar í seinastu løtu.
Fyrr hevur verið nevnt tann kensluborna frásøgnin hjá Dinnufíu Ferjá frá Gjógv um lagnuna hjá teimum, sum brendu til deyðis umborð á Acorn í 1928. Stutt eftir doyði Dinnafía, og henda søgan hevði ikki verið varðveitt uttan hana.
Tað hugaliga er við slíkum frásagnum, at tey avvarðandi er so fegin um tær. Tey eru von við, at slíkt verður ikki tosað um, men nú er hetta ikki tabu longur, og tað er ein lætti hjá teimum. At kunna medvirka til hetta er eisini sera hugaligt.
Tað hava eisini verið frásagnir av heilt øðrum slag. Ein var um Daniel J. Danielsen, sum var í Kongo í 1901-03. Her eydnaðist út frá nøkrum fáum stikkorðum at fáa fram eina nærum ókenda søgu um føroying, sum var í fremstu røð í bardaganum mótu yvirgangi úti í heimi. Ein slík frásøgn kemur ikki av sær sjálvum. Her vórðu fleiri enn 20 keldur bæði í Føroyum, Danmark, Írland, Onglandi og Skotlandi.
Ein onnur áhugaverd røð var um Elsu Jacobsen og hennara tíð í Etiopia, har Elsa eisini upplivdi ein part av heimssøguni við reisn og fall av einum ræðustýri. Hon er eisini eitt dømi um, at føroyingar hava gjørt mun úti í heimi.
Sera áhugaverdar hava eisini verið frásagnirnir hjá Petur Alberg og Ungmannafelagið í Havn fyrst í undanfarnu øld. Hetta sigur nakað um, at tað hevur sanniliga verið spennandi í Havnini hesa tíðina. Okkurt kemur afturat um Petur Alberg.
Hesar 100 Miðvikurnar telja í minsta lagi 1.000 bókablaðsíður umfram einar 1.000 myndir.
Tað tykist at vera stórur áhugi fyri hesum tilfarinum, og nærum dagliga frættist frá fólki víða um í landinum, sum siga seg lesa tað við áhuga.
Júst hetta ger eitt slíkt arbeiði so ómetaliga stuttligt. Fólk eru eisini sera beinasom, tá ið heitt verður á tey.
Tað eru eisini javnliga at fólk spyrja, um ætlanin ikki er at geva hetta tilfar út í bók ella bøkur. Tað kann vera!
Men fyribils verður hildið áfram við Miðvikuni, og tað er nógv spennandi tilfar á skránni.
Sum dømi kann nevnast frásøgnin í komandi Miðvikum um General Gordon. Í mai eru liðin 75 ár síðan størstu vanlukku, sum rakti Føroyar í slupptíðini. Hetta fara vit eisini at minnast í Miðvikuni
-------------------------------
Martin Eidesgaard var longu í Grønlandi í 1939
Martin Eidesgaard var ein áhugaverdur maður. Vit báðir hittust á B8 í 1998, og við okkara felags áhuga fyri fiskivinnu funnu vit skjótt saman og blivu væl. Tað var stuttligt og hugnaligt at hitta Martin á máli. Hann visti nógv at siga frá og er sera lættur av lyndi. Martin var giftur við Ásu úr Sørvági.
Martin doyði í 2007, 86 ára gamal.
Martin kom at gerast fiskimaður stóran part av síni tíð, og serliga kom hann at rógva nógv út í Grønlandi.
Var saman við Malmberg aftaná feigdartúrin
Tað var í 1939, at Martin fyrstu ferð fór til Grønlands at rógva út. Men við heimferðini á heysti sama ár kundi tað eisini gjørst seinastu ferð. Teir fóru heim við "Niels R Finsen", sum við 250 útróðrarmonnum og fleiri bátum á dekkinum við Kappan fingu slíkan sjógv, at tað var júst um reppið, at teir bóru boð í bý.
Undir krígnum slapst ikki aftur til Grønlands. Martin var tá eina tíð við "Leivur Øssurson", sum var trolari á Tvøroyri. Sum nevnt var Malmberg Simonsen við "Tór 2", tá ið hann var niðurskotin av týskari torpedo. Malmberg yvirlivdi sjálvur triði sum við einum undri, og komu teir inn í Íslandi.
Har fór Malmberg til fiskiskap við "Leivur Øssurson", og júst tá var Martin eisini við. Hann minnist, at teir royndu uppi á Halanum. Tað kom illveður á teir, og teir fóru inn undir land at ankra. Tá akkersketan fór gekk hon beint niður við koyggjuni, har Malmberg lá og svav. Buldrið var sera ógvusligt, og Malmberg stakk sjóleysur upp úr koyggjuni. Hann helt, at nú var aftur vandi á ferð!
Við Christian Venø í 1948
Tað vóru fleiri danir, sum royndi seg við fiskiskapi undir Grønlandi eftir kríggið. Kendastir vóru Claus Sørensen og Christian Venø, sum í 1948 sendu ein heilan flota av fiskiskipum til Grønlands. Serliga kend i Føroyum gjørdist Hertha við Martin í Grund sum skipari.
Sum ikki einaferð var her brúk fyri føroyingum at leggja teimum lag á, og ein av hesum var Martin, sum var við "Skarreklit" hjá Christian Venø. Føroyingarnir skuldu læra danir bæði at veiða við línu og at flekja. Tað gekk ikki væl við fiskiskapinum, og Christian Venø fór eisini á húsagang.
Martin vildi hava teir at fara út á bankarnar, har føroyingar royndu, men teir høvdu fingið boð um at halda seg inni á firðunum, og úrslitið varð hareftir. Teir royndu eisini, sum teir fyrstu, við botngørnum á fjarðunum. Hetta gekk væl at byrja við, men gekk so verri aftur. Botngørn komu seinni at hava stóran týdning fyri fiskiskapin í Grønlandi.
Tá kom Martin at kenna Knud Mols Sørensen, sum var við einum øðrum skipi hjá Venø. Mols, sum hann vanliga varð nevndur, gjørdist fakfelagsmaður á altjóða støði sum formaður í sjómannadeildini hjá ITF. Hann var eisini ein framúr føroyavinur. Mols fekk sær konu av Tvøroyri, sum hann tó seinni fór frá. Men Martin gjørdist granni til dóttir Mols, Naju.
Toskurin sigur ikki sjálvur frá!
Í 1949 fór Martin aftur til Grønlands við "Vesturvík" úr Fámjin, sum royndi út frá syðru Ravns Stóroy. Tað var her, at Martin hevði róð út 10 ár frammanundan, og hann vildi nú síggja, hvussu skilið var á bátinum, sum teir høvdu sett frá sær í 1939. Teir funnu bátin aftur í sama standi, sum tá teir fóru frá honum. Og tá teir settu tendringina í startaði motorurin við fyrstu roynd!
Martin róði tískil út við "Eirik Reyða" hetta summarið. Teir búðu fimm mans í skúrinum, meðan "Vesturvík" lá fortoyað úti á. Tað gekk fínt í fyrstani, men so minkaði fiskurin, og "Vesturvík" fór til havs at royna við línu.
So kom ísur drívandi gjøgnum fjørðin. Hann gjørdist so nógvur, at teir máttu draga "Eirik Reyða". Men so spjaddist ísurin aftur. Martin fór so at tosa við hinar um at fara út at krússa millum ísfjøllini at vita um nakar fiskur var. Hinir knarraðu um, at tað mundi ikki loysa seg, men Martin segði við teir, at toskurin kom so ikki inn til teirra at siga frá, at hann var komin! Teir fóru so, og tá var so smekkfult av fiski at fáa. Teir kundu, um teir vildu, krøkja teir stóru toskarnar og hála teir inn. Martin sendi so fjarrit til "Vesturvík" at siga frá. "Vesturvík" lat seg ikki siga. Teir komu inn aftur, og skipið varð fult eftir fáum vikum. Hervið var prógvað at tað var grundarlag fyri útróðri í Grønlandi.
Síðan róði Martin út í Grønlandi í nógv ár, og er hann tískil ein partur av søguni um grønlandsútróðurin, sum gjørdist ein stórur partur av okkara vinnusøgu. Hann luttók í sjónvarpssendingum um hetta evnið fyri nøkrum árum síðani. Hann hevur luttikið í útvarpssendingum um sama evni, og hann er eisini ein kelda hjá Jógvan Arge í bókarøðini "Teir tóku land".
Komandi partur
Komandi mikudag eru 85 ár síðan General Gordon fór av Hvalba til Íslands. Teir spurdust ikki aftur. Tískil skal komandi Miðvika vera til minnis um teir 19 menninar, sum fórust tá. Vit hava tosa við avvarðandi og við mann, sum minnist hendan dagin, teir fóru avstað. Greitt verður eisini frá søgum um, at skipið varð niðursiglt. Um nakar veit nakað at siga, sum hevur samband við General Gordon vilja vit fegin frætta