Pallurin segði alt.
Tað hevði ikki meira enn borið við hann, at Javnaðarflokkurin fór at fáa sjey býráðslimir, tá tíðindakvinnan Sigrún Brend kom á tal við borgarstjóran, sum stóð handan ljósabrúnu gyrðingina í ítróttarhøllini á Hálsi og hugdi at sínum stóra bunka av atkvøðum, sum aftur hesaferð hevði rúgvað seg upp um hinar. 2637 atkvøður í alt. Undir liðini á honum stóðu máttleysu Anfinn Brekkstein úr Sambandsflokkinum og Jógvan Arge úr Tjóðveldi. Teir stóðu bara og hugdu tortrúgvnir at, ásannandi, at 66 ára gamli Heðin Mortensen er ikki til at vika. Nærmast sum fjeppaðust teir uppi í honum. Heðin Mortensen var krýndur kongur í Havn. Javnaðarflokkurin kundi, um hann vildi, skipa samgongu einsamallur. Politisk søga varð skrivað. Four more years!
Í beinleiðis sjónvarpsviðtalu helt tíðindakvinnan fyri, at borgarstjórin, íklæddur svartan klædning, hvíta skjúrtu og reytt slips, sá ikki serliga fegin út. Hann gjørdi púra greitt, at hann var í góðum skørum.
– Eg eri rørdur. Hetta er óhoyrt. Eg trúði ikki, eg kom at uppliva hetta nakrantíð, svaraði hann fáliga.
Ábendingar vóru fyri valið, at Heðin Mortensen fór at staðfesta sína støðu sum kongur í Havn. Veljarakanningar, sum Sosialurin hevði latið gjørt, spáddu, at hann fór at nógv flestar atkvøður í Havn. Men ongar gitingar vóru, at Javnaðarflokkurin fór at fáa meirilutan einsamallur. Kanningarnar vaktu ans í býráðshúsinum, tí Heðin kendi seg noyddan at minna veljararnar á, at teir skuldu ikki lata seg tøla ella setast aftur av góðum kanningum.
Valúrslitið var greiðasta tekin um, at tað gjørdu veljararnir ikki.
Ideologiloysingurin
Tá Heðin Mortensen situr sprækin við stóra borðið í fundarhølinum í býráðshúsinum og sigur frá sínum politiska lívi, eru samfull 40 ár liðin, síðan hann varð valdur býráðslimur á fyrsta sinni. Her fer hann eisini at hava sína dagligu gongd næstu fýra árini.
Teinurin fram til henda stólin hevur verið drúgvur, og politisku brotasjógvarnir hava mangan skolað oman yvir hann. Harðasta mótstøðan kom í 2004, tá hann fór úr Sambandsflokkinum upp í Javnaðarflokkin, og samstundis tók við sum borgarstjóri. Eitt floksskifti, sum segði søguna um, hvussu tvitin og taktiskur politikkur kann vera. Men tá kom hann samstundis aftur, har tað byrjaði.
Heðin var ein av teimum, sum stovnaðu ungmannafelagið hjá Javnaðarflokkinum, Sosialistiskt Ungmannafelag, í 1965. Men tað var ikki sum javnaðarmaður, at hann fekk sæti í býráðnum á fysta sinni sjey ár seinni. Tað var í 1972. Hann var sera virkin í kappróðri um hetta mundi, og tað ráddi fremst av øllum um at fáa nøkur kappróðrarneyst upp at standa. Hann dukaði á dyrnar hjá Peturi í Gong, kendur fyri at fáa nógv frá hondini, og bað um at sleppa á hugsjónarleysa uttanflokkalistan hjá honum. Heðin varð valdur við 75 atkvøðum.
– Petur var lættur at samstarva við, og eg visti, at hann kundi hjálpa mær at fáa neystini upp. Tað snúði seg ikki um politiskar hugsjónir, sum vit kenna tað í dag. Tí var avgerðin løtt at fara á listan hjá honum. Ikki í mínum stilla sinni væntaði eg at verða valdur og fór eisini undir dýnuna á midnátt, áðrenn atkvøðurnar vóru taldar upp. Ein tíma seinni vaknaði eg við kaldan dreym. Ein øgiligur larmur var uttanfyri. Eg varð valdur, og vit sótu uppi til tann ljósa morgun, greiðir hann frá. Tvey ár eftir valið vóru neystini í Álageri tikin í brúk.
Hóast sprottin úr ungmannafelagnum hjá Javnaðarflokkinum, er Heðin Mortensen á listanum hjá Sambandsflokkinum til fólkatingsvalið í 1988. Hansara politiska hugsjón samsvarar væl við ta hjá Sambandsflokkinum, og honum dámdi væl kósina hjá Paula Ellefsen, sála, sum stóð á odda fyri flokkinum tá. Tí var avgerðin ikki torfør at taka, tá Ellefsen vildi hava hann á listan. Flokkin umboðaði hann eisini í býráðnum til umstrídda floksskiftið í 2004, tá Heðin Mortensen varð útihýstur úr Sambandsflokkinum.
Poul Michelsen, fyrrverandi borgarstjóri í Havn, segði við Dimmalætting tann 15. november, at Heðin Mortensen er ikki ideologiskt kjølfestur. Tað ger eisini, at tað hevur verið lætt hjá honum at skifta frá uttanflokkalistanum í Sambandsflokkinum, og síðan í Javnaðarflokkin.
Borgarstjórin vil ikki rópa seg ideologiloysingur, men ger kortini vart við, at hugsjónin er sjáldan drívmegin í kommunupolitikki. Tað skal kortini ikki skiljast sum, at Heðin Mortensen hevði kunnað umboðað høgra-liberalu flokkarnar í býráðnum. Sosial javning hevur verið í mongum av trivnaðarátøkunum, hann hevur staðið fyri, minnir hann á.
– Hjá mær hevur drívmegin fremst av øllum verið at fáa nakað av skafti – at fáa framt tað, sum tørvur er á. Tað er mín ideologi. Tú kann heldur ikki føra býráðspolitikk beinleiðis eftir eini ávísari hugsjón. Býráðspolitikkur snýr seg í størstan mun um persónarnar, og hvussu hesi megna at samstarva. Tilgongdin frá einum hugskoti til tað verður sett í verk, er munandi styttri her. Kommunan hevur roynt at syrgt fyri, at eingin stendur uttanfyri av sosialum orsøkum. Nógv tiltøk, vit hava skipað fyri, hava verið ókeypis at luttaka í ella kostað somikið lítið, at øll kunnu vera við. Eg vil, at har er eitt slag av sosialari javning í mongum Tað verður ikki serliga stuttligt, og samstundis alt ov lítið at gleðast um, tá bara tín egna pengamappa skal avgera, um tú kann uppliva okkurt serligt av og á, sigur hann og heldur fram mest sum í sama andadrátti.
– Vit skulu kortini stilla upp í politiskum flokkum her. Tað er ein stórur fyrimunur at hava eitt trygt bakland, sum tú kann leita tær ráð hjá og styðja teg til, heldur enn at standa einsamallur, umboðandi teg sjálvan. Men eg havi fyrr víst á, at ein borgarstjóri skal veljast beinleiðis. Veljarin hevur ofta ov lítla ávirkan á politikkin, sum verður rikin. Hann veit ikki, hvør fer í stjórn, og hvør kósin verður, tá atkvøðurnar eru taldar. Einstaki veljarin skal í størri mun vita, hvat hann fær fyri atkvøðuna. Tað er fólkaræði eftir mínum tykki, sigur Heðin Mortensen, sum fegin sær, at løgmaður eisini verður valdur beinleiðis.
Heðin í meldrinum
Fyrrapartin leygardagin tann 1. oktober 2011 bóru føroysku tíðindaportalarnir og útvarpið feskastu tíðindini úr høvuðsstaðnum. Umsíðir var umstríddi minkurin, sum var komin við Norrønu tvær vikur frammanundan, skotin. Prógvið var ein stór mynd av borgarstjóranum og minkinum.
Fjølmiðlarnir hava ongantíð havt so stóran týdning fyri ein politikara sum nú. Umrøða er alneyðug, um tær skal vera lív lagað sum politikari. Útvarpið, sjónvarpið, bløðini og sosialu miðlarnir eru samskiftispallar, har politikarin sendir ein boðskap til borgarnar. Úrslitið er, at politikkur er ofta ein sjónleikur í miðlunum. Heðin Mortensen er við tíðini vorðin eitt politiskt brand, sum dugir væl at brúka sosialu miðlarnar.
Tað er einki nýtt undan væðingini. Heðin Mortensen hevur altíð brúkt fjølmiðlarnar. Í royndini at sleppa upp í býráðspolitikk í 1972, ringdi hann ofta til journalistar á blaðredaktiónunum og spurdi, um tey kundu skriva ein blaðstubba um hetta og hatta. Ei undur í, tí annars visti eingin, at hann var til.
Heðin Mortensen hevur fólk, sum hjálpa og ráðgeva honum, tá ið tøl og fakgreinar skulu skrivast, tí politikkur skal vera fólksligur. Tí er í lagi at brúka pengar til tað. Hann leggur kortini doyin á, at hann skrivar høvuðsinnihaldið í øllum sínum lesarabrøvum, áðrenn hann verður vegleiddur. Hann góðkennir eisini alt, sum fer út undir sínum navni.
– Skrivaði eg alt liðugt sjálvur, so hevði eg ikki havt tíð til annað. Tú spyr um spunasmiðir. Eingin spinnir fyri meg, men eg havi fólk, sum hjálpa mær at skriva. Eg stýri mínum egna politikki, men tað eru dugnaligari skrivarar enn eg, sum hjálpa til at seta orð á politikkin, sum er stungin út í kortið av mær. Tá verður boðskapurin greiðari, og tað er ein fyrimunur fyri allar partar, heldur Heðin fyri.
Søgan um minkin er eitt dømi um, at Heðin Mortensen roynir at sleppa framat í fjølmiðlunum, tá tað ber til. Fleiri halda, at borgarstjórin ger dekan ov nógv av og ger alt fyri at sleppa framat. Hví er neyðugt at senda mynd og tekst til miðlarnar, tá ein minkur er deyður?
– Hatta er eitt stuttligt dømi. Málið um minkin var í roynd og veru nakað, sum fjølmiðlarnir sjálvir blástu upp. Hvønn dag í sjey dagar varð tosað dúgliga um henda vælsignaða minkin, og eg varð spurdur fleiri ferðir av journalistum, um nakað nýtt var at frætta. Nógva umtalan bar við sær, at ein ótti breiddi seg. Fólk fóru at stúra fyri, hvørjar ónáðir minkurin fór at gera. Vit sissaðu borgararnar við at boða frá, at hann loksins var skotin. Tað er ein partur av starvinum eftir mínum tykki. Eg veit ikki, hvar markið er fyri, hvat tú kann senda út alment. Alt skal heldur ikki bara vera tungt og stirvið, sum kemur her frá. Men eg havi ongantíð álagt miðlunum at taka upp tað, eg sendi teimum. Tað er ikki mín avgerð, vissar Heðin Mortensen um.
Álitið millum seg og borgararnar hevur altíð havt nógv at siga fyri sitandi borgarstjóran. Sum teirra umboð í politiska arbeiðinum vil hann kunna um, hvat rørir seg í kommununi. Hann vil hava samband við fólkini, sum búgva har, og tað fær hann við at gagnnýta sosialu miðlarnar.
Stóra avbjóðingin í dag er at koma í samband við øll tey, sum ikki brúka sosialu miðlarnar. Her roynir Heðin Mortensen at vitja og vísa seg har, sum fólk eru og koma saman, sama um tað er til tiltøk, hátíðarløtur ella jarðarferðir. Av tí sama sigur hann seg kenna nøvnini á øllum borgarunum í kommununi.
Politikkarar nógv at læra
Heðin Mortensen situr við krossanum beinum og kagar út gjøgnum vindeygað við útsýni yvir á grasvøllin á Vaglinum, meðan hann greiðir íðin frá. Myrkið er so smátt farið at leggja seg sum ein dýna yvir býin. Myrkurstíðin stendur fyri durum.
Hesin dagurin hevur verið fjøltáttaður sum allir aðrir dagar. Hann er á rennibreytini hvønn morgun klokkan hálvgum sjey, áðrenn hann fer til arbeiðis, har snurrandi myndatól, tiltøk, fíggjarstýring, fundir og annað seta dagskránna frá morgni til myrkurs.
Her fær hann eisini javnan gestir á gátt. Hann sigur frá minniríku løtuni, tá børn frá Dagstovninum á Velbastað vóru á vitjan og spurdu um eitt tivoli við rutsjibanum, trampolin og hoppiborg á Velbastað og sparkivøll við tilhoyrandi spæliplássi í Kirkjubø. Tann eini dittaði sær eisini at spyrja, um borgarstjórin hevði nakað at gera við, at veðrið brádliga varð so gott tann morgunin. Svarið frá borgarstjóranum var, at sparkivøllurin í Kirkjubø var ávegis, men málið um tivoli á Velbastað mátti helst fáa eina drúgva og gjølliga viðger.
Heðin Mortensen er allastaðni – altíð fúsur á staðnum við blómum og øðrum, tá hátíðarløtur eru, og vísir samkenslu, tá sorgarløtur eru. Onkur rópar hann damp-barn. Men uppskriftin er, sambært honum, at viljin at vilja gevur orku. Og hann hevur við sínum 66 árum enn ambitiónir, hugskot og er fullur av lívi.
– Summi viðmerkja, tí eg altíð royni at vera tilstaðar. Tað er ein stórur fyrimunur at hava beinleiðis samband við fólkini, tú umboðar. Har fái eg eina rúgvu av tilskoti og íblástri. Tað er umráðandi fyri meg at vísa fólki virðing fyri tí stóra sjálvbodna arbeiði, ið nógv gera. Eg vil í øllum førum ikki sita sum ein konservativur, súrur og hástórur borgarstjóri handan læstar dyrð. Eg vil vera millum borgararnar har, sum gleði og sorg er, sigur Heðin Mortensen.
At steðga á eina løtu og vísa hvør øðrum virðing og áhuga, er nakað, sum øll, serliga politikarar, kundu lært seg, heldur borgarstjórin. Politikarar hava lyndi at gloyma menniskjasliga partin av starvinum. Teir eru vanlig menniskju, sum umboða onnur vanlig menniskju, bæði hág og lág.
– Tað er ikki fyri at ljóða frelstur, men samkensla og samstarv hava altíð verið ein inngrógvin partur av mær. Politikkur viðkemur øllum fólkum, og tað eru nógv menniskjalig atlit at taka. Hvør verður ávirkaður, tá skatturin fer upp? Borgararnir, ikki fíggjarmálaráðið. Hvar búgva tey heimleysu? Á gøtuni, ikki í innlendismálaráðnum. Politikkur snýr seg um menniskju, og tað er millum menniskju, at pulsurin skal takast. Tað er sera umráðandi at vita, hvat rørir seg í býnum, um tú vil føra skynsaman politikk.
Óviss framtíð
Eftir beinleiðis sjónvarpsinnslagið og viðtaluna í høllini á Hálsi, fóru Jóannes Hansen og Bogi Godtfred, sum sótu í sjónvarpsstovuni í Vørsluni, at hugleiða um einanstandandi valúrslitið hjá Heðini Mortensen og Javnaðarflokkinum.
Valúrslitið er upplagt høvi hjá Javnaðarflokkinum at rannsaka seg sjálvan, helt Jóannes Hansen fyri, tí tað verður ein dagur aftaná Heðin Mortensen.
– Tann, sum hevur vunnið valið í Havn í kvøld, tað er ikki Javnaðarflokkurin. Tann, sum hevur vunnið valið í kvøld, tað er Heðin Mortensen. Tað burdi kveikt nakrar tankar í Javnaðarflokkurin, hvat flokkurin vil í framtíðini. Heðin verður 70 ár, tá komandi valskeið er runnið, og tað er vanligt aðrastaðni, at tað verður sett við, vísti Jóannes Hansen á.
66 ára gamli borgarstjórin verður eisini ofta spurdur, um hetta verður hansara seinasta seta í starvinum. Hann kann ikki svara spurninginum, tí hann veit ikki svarið. Hóast ein bók við endurminningum er í umbúna, har Heðin vil vísa sítt politiska lív handan leiktjøldini, ger hann greitt, at høvi er enn ikki at tosa um sítt eftirmæli – men um hann skal seta orð á, sigur hann seg fremst av øllum ikki vilja hava sitandi á sær, at nakað liggur í órøkt, tá hann takkar fyri seg. Bókin kemur heldur ikki í bræði.
Sum hann bar fram undir valstríðnum, so er nógv framt, men meira skal fremjast. Trivnaðarkósin skal haldast, og vanlukkuligi streymurin av ungum fólkum, ið floyma av landinum, skal steðgast umgangandi. Havnin er so smátt farin at bløða út. Stóra avbjóðingin nú er at skapa ein modernaðan føroyskan høvuðsstað, sum skal draga fólk til sín.
Tað verður ein dagur aftaná Heðin Mortensen. Á kommunuvalinum tann 13. november søgdu meirilutin av borgarunum í Tórshavnar kommunu, at tann dagurin skal ikki koma enn.
– Eg finni hurðina sjálvur, tá tíðin er búgvin. Tað er hon ikki enn, sigur Heðin Mortensen.
- - -
Fakta:
Heðin Mortensen er føddur 7. apríl 1946 í Trongisvági, har hann búði fyrstu barnaaárini. Sum smádrongur flutti hann til Havnar, har hann hevur búleikast síðan.
Hann er giftur Hjørdis Egholm Mortensen, og tey eiga fýra børn.
Heðin er útbúgvin maskin- og bilmekanikari, og hann hevur eisini útbúgving sum bilsýnismaður og tryggingarmaður. Hann arbeiddi sum maskin- og bilmekanikari í 17 ár. Fór í starv sum tryggingarmaður hjá Tryggingarfelagnum Føroyar í 1978.
Veruliga frambrotið í landspolitikki kom ongantíð. Hann sat sum løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin í Suðurstreymoyar valdømi frá 1998 til 2004, men hevur eisini verið varamaður á tingi í styttri tíðarskeið í 1989, 1990, 1991, 1993 og 2004.
Heðin Mortensen hevur serliga gjørt vart við seg í býráðspolitikki. Hann var á fyrsta sinni valdur í 1972 og hevur verið býráðslimur uttan slit síðan. Hann tók við sum borgarstjóri tann 1. januar 2005.
Fremsta áhugamálið hevur altíð verið ítróttin. Hann var formaður í Havnar Róðrarfelag, áðrenn hann kom í stjórn hjá ÍSF sum starvsnevndarskrivari í 1979. Hann bleiv forseti har árið eftir og sat í samfull 28 ár. Umframt tað var hann formaður fyri Havnar Sjónleikarfelag árini frá 1997 til 2003.