Um Kina -

Hvussu kemur eitt nýtt stórveldi, ein super-makt, at ávirka javnvágina í Heiminum?

Eingin ivi um, at nakað stórt hendir í Kina í okkara tíð. Búskapurin er í snarligum vøkstri. Kinesiskar vørur vera nú seldar um allan heimin til ein bíligan prís. Ikki sørt, at summi bæði leik og lærd kenna eitt sindur av bivan, tá talað veður um tann leiklutin, sum Kina spælir í heimsbúskapinum. Men, royna vit at hyggja eitt sindur fram, so er tvørligari at siga nakað við vissu. Tað kemur ann uppá so mangt. Men helst er ein nýggjur svervektari komin inn á pallin, bæði búskaparliga, politiskt og militert. Tað fer at geva rembingar, nýggjar og ókendar fortreytir fyri handli og politikki í framtíðini.
Eitt Kina, sum ikki kann steðgast
Í "Newsweek" sigur R.J. Samuelson tað soleiðis: "The question about China?s economy is no longer what it will do to China but what it will do to the rest of the World," ella spurningurin er ikki longur hvat kinesiski búskapurin ger við Kina, men heldur hvussu hann kemur at ávirka Heimin (Newsweek 310504). Í hesum tanka liggur helst, at sjálvandi fáa kinesarar heima betri materiellar umstøður, eitt ríkari lív kanska. Fleiri bilar, betri hús, køliskáp, TV, fotoapparatir, støvsúgvarar, mikro-ovnar og air-condition. Í hvussu so er ein partur av teimum. Hin vegin er tað ein ósvaraður spurningur, hvussu eitt nýtt stórveldi, ein super-makt, kemur at ávirka javnvágina í Heiminum? Hvør verður spældur út ímóti hvørjum? Hvat er neyðugt, ella halda kinesarar vera neyðugt, at gera fyri at tryggja sær rávørur og marknaðir.

Í Jyllands-Posten (190305) sigur K.E. Brødsgaard, professari, tað á hendan hátt: "Man taler om det ustoppelige Kina, der i en sand vækstrus suger Vestens råvarer og arbejdspladser til sig." Brødsgaard sær eisini tað sama problemið, sum Samuelson nart við: "Det er et fænomen, som er af samme systemændrende karakter, som da USA i begyndelsen af forrige århundrede for alvor trådte ind på scenen. Det Verden er vidne til i disse år, er den dramatiske fødsel af en ny supermagt."
"Eitt-barna-politikkur" minkaði um fólkavøkstin
Kina er heimsins fólkaríkasta land, og har búgva 1,3 milliardir. Av hesum eru umleið helvtin í arbeiðsføra aldrinum. Kina hevur í meira enn 25 ár ført ein sokallaðan eitt-barna-politik. Tað var stóra fólkatalið og tann skjóti vøksturin, og problemini við at skaffa øllum mat og rímulig livivilkor, sum gjørdi, at stjórnin setti hetta tiltak í verk.
Tey, sum bert fingu eitt barn, fingu eyka rættindir og materiellar fyrimunir. Tey, sum fingu meira enn eitt barn, blivu straffaði á ymsan hátt. Ymisk undantøk vóru, eitt nú úti á bygd. Politikkurin virkaði, og fólkavøksturin í landinum hevur seinnu árini verið lágur. So lágur, at um eini 10-15 ár fer talið at standa í stað ella kanska at minka. Fyri 25 árum síðani var ?endurnýggingartalið? ella fertilitets-ratan (tað er talið av børnum, sum ein kvinna í meðal fær) uppá 2,3 børn. Nú er talið bert 1,7. Tað er so lágt, at fólkatalið uppá longri sikt fer at minka (Economist 161204) Samstundis hevur henda ?bremsan? virkað soleiðis, at javnvágin millum aldursbólkarnar er broytt nógv; hygg talvuna við nøkrum høvuðstølum.
Fyri hvønn pensiónist eru í dag 6 fólk til arbeiðis. Um 30 til 40 ár eru bert 2 fólk í arbeiði fyri hvønn pensionist. So í Kina verður eisini tosað um eldrabyrðuna, og ætlanir hava verið um at broyta politikkin til ein málsetning um 2 børn uppá familjuna. Mangir trupulleikar hava verið av hesum førda politikki. Millum annað hava fólk í aldurdóminum mist tað trygd, sum tað er at hava fleiri børn. Og hjá teimum, sum hava mist einkarbarnið, hevur ofta verið ógjørligt vegna aldur at fáa eitt barn aftrat.
Ein búskapur, sum veksur við ferð
Frá gamlari tíð hevur Kina eisini verið kallað Ríkið í miðjuni, og eingin ivi er um, at komandi 100 árini uppá mangar mátar verða kinesiska øldin. Ein búskaparvøkstur, sum sigur spar tvey til alt vit higartil hava sæð. Eitt fólkaslag, sum er burturav arbeiðssamt. Eitt land sum longu hevur eina vælútbúgvna arbeiðskraft og eina stóra vísindaliga-akademiska elitu.
Á øllum økjum eru hetta fortreytir, sum gera, at um 10-20 ár, so er USA nummar tvey og Kina nummar eitt á mongum økjum. Búskaparligi vøksturin var í fjør, 2004, uppá 9,1% og á hesum støði hevur talið ligið at kalla øll árini síðani 1978, tá Mao var jarðaður og nýggj tíð kom. Eygleiðarar hava tað uppfatan, at hesi almennu kinesisku tøl ikki eru ov høgt sett, heldur hin vegin. Veruligi vøksturin hevur heldur verið eini 10-12%.
Ein stórur partur av framgongdini liggur í einum skjótt vaksandi útflutningi. Bæði í 2003 og 2004 vaks útflutningutin við meira enn triðingi, ella 36%. Kina útflytir í dag størri nøgdir enn bæði England, Frankaríki og Japan. Bara USA og Týskland liggja enn hægri í so máta.
Útlendskar kapital-íleggingar eru eisini skjótt vaksandi, og Kina dregur nú meira útlendskankapital til sín enn USA. Sum nevnt eru kinesarar eitt arbeiðs-samt fólkaslag, men uppsparingin er eisini stór. Íleggingarnar hava í fleiri ár ligið millum 35 til 40%. Í USA er uppsparingin millum fólk næstan niðri á null.
Vanlig hugsan hevur verið, at tað eru bíligar og simplar vørur, sum Kina framleiðir og flytir út til onnur lond. Tað gera teir eisini. Av allari framleiðslu í Verðini kemur 70% av leikutoy úr Kina, 60% av øllum cyklum, 50% av skóm, 33% av øllum TV-apparatum.
Bíligari vørur fær lønina at strekkja longur
Tær bíligu kinesku vørurnar, sum eru at fáa í handlum allastaðni í Amerika og Europa, ja eisini í Føroyum, gera at keypikraftin í fyrsta lagi gerst størri. Áhugafelagið Dansk Industri hevur, sambært Jyllands-Posten, roknað úr, at danskir brúkarar hava spart íalt 63 mia. kr. við at keypa bíligar vørur úr Kina og øðrum asiatiskum londum. Uppá íbúgvan gevur hetta fyri Danmark eina sparing uppá umleið 12.000 kr, ella kanska eina mánaðarløn eyka. Men skal tað samlaða roknistykki ganga upp, so krevst, at nýggj arbeiðspláss koma ístaðin fyri tey sum fara til Asia, tey sum blíva "outsourced". Higartil hevur nøkurlunda javnvág verið í, men útviklingurin steðgar ikki, hann steðgar aldrin.
Men vørur úr Kina við framkomnari teknologi fylla ein vaksandi part. Kinesarar eru alt meira ágangandi í teirra uppkeypum at europeiskum og amerikanskum háteknologi-fyritøkum. Kinesiska Lenovo keypti herfyri pc-teldudeildina hjá stóra amerikanska IBM; kinesiska Baoshan Steel hevur keypt partar av stálverksmiðjum í Brasilia; Kinesiskur bilframleiðari ætlaði at keypa eingilska Rover-MG, men hetta fór fallit áðrenn handilin var undirskrivaður. Kinesiskar fyritøkur liggja framvið at keypa oljufeløg, sum hava know-how á off-shore økinum. Kinesarar satsa uppá framkomin økir sum bio-teknologi og it-ídnað (Jyllands-Posten).
Búskaparligur vøkstur krevur stórar nøgdir av olju og øðrum rávørum
Vaksandi framleiðslan hevur gjørt Kina til stórbrúkara av rávøru. Landið er í dag heimsins størsti brúkari av stáli, kopari, tin, zink. Næststørsti brúkari av aluminium og blýggj. Kina er heimsins næststørsti brúkari av olju, har USA enn er nummar 1. Fyrr var Kina eitt olju-exporterandi land, men nú flytir tað stórar lastir av olju inn.
Olja og oljuúrdráttur fara ikki bert til framleiðsluna í ídnaðinum. Talið av persón- og lastbilum økist í stórum. Í 2003 keyptu kinesarar 2 milliónir av nýggjum bilum, og tað er væntandi, at um 10 ár so koyra einir 100 milliónir bilar runt í Kina. Hetta krevur benzin, og hetta gevur eina nýggja dimensión til tosið um dólking og spurningin um CO2-útlátið
Tað kann metast, at eftirspurningurin eftir olju úr Kina er orsøk til ein stóran part av prísvøkstrinum á hesum øki, kanska 40%. Skal búskaparvøksturin halda fram, er neyðugt hjá kinesarum at tryggja sær olju, og eftirsum tey gomlu oljufeltini á landi ikki kunnu levera nóg mikið, so liggja kinesarar framvið runt um í allari verðini. Og havr er mesta oljan at finna? Í Miðeystri, sum flestøll vita.
Oljusamband við Sudan, Niger, Chad, Angola, Gabon, Libya og Saudi-Arabia
Fyri fjúrtan árum síðani hevði Kina onki diplomatiskt samband við Saudi-Arabia, sum er heimsins størsti oljuútflytari. Í dag er sambandið millum hesi lond sterkari enn nakrantíð. Saudi-Arabia byggir oljuraffineringsvirki í Fujian landspartinum í Kina. Kinesarar hava fingið licens til at vinna gas upp úr undirgrundini í Saudi-Arabia. Gassið skal flytast sum flótandi LNG við tangaskipum til Kina.
Europeisk og amerikansk oljufeløg hava uppgivið at fáast við oljuvinnu í Angola og Sudan vegna borgarakríggj og óstabilitet. Men Kina liggur framvið í hesum londum, og byggja eitt spildur nýtt raffineringsvirki í Sudan. Kanska gevur tað ikki profitt tey fyrstu árini, men tann strategiska markeringin og langsiktaði politikkurin hevur meira at siga enn løtuvinningur.
Men eisini í Libya, Chad, Niger og Gabon eru kinesarar aktivir, og teir royna at fáa strategiskar, stabilar langtíðar avtalur í lag. Í Australia hava teir (sbr. Newsweek 030405) hava teir gjørt eina avtalu til 21 milliardir dollars í einum nýggjum gas-felti út fyri Vestur-australia, haðan LNG, flótandi gass, skal flytast við tangaskipum til Kina. Hetta er tað sonevnda Gorgon gas-feltið við Barrow Island, sum liggur 1200 km norðan fyri Perth. Eigarar eru Chevron, Exxon og Shell, men Kinesiska CNOOC hevur fingið ein part uppá 12,5% og fáa so eina leveransu uppá 100 mill. t yvir 25 ár.
Í fleiri førum hevur verið hørð kapping millum kinesisk, japansk, amerikansk og europeisk oljufeløg um rættindi at fáa oljuna. Tað er eisini komið fyri, at japansk feløg hava yvirbjóðað tey kinesisku av strategiskum orsøkum. Eitt nú tá ein nýggj pipeline (oljurør) skuldi leggjast úr Sibiria í Russlandi og eystureftir. Ætlanin var fyrst at leggja rørið frá Angarsk í Sibiria til Daqing í Kina. Men japanarar bjóðaðu hægri, og vildu hava rørið at ganga til russiska havnabýin Nakhodka í Fjareystri, so at tað ikki kom inn á kinesiskt øki. Russiska oljufelagið sá eisini ein fyrimun í hesum. Teir kunnu so í framtíðini senda oljuna við tangaskipi hvar sum helt, og ikki bert til kinesisk raffineringsvirkir
Økismenning í kinesiskum samanhangi
Framgongdin og ríkidømið er ójavnt býtt. Helst eru tað býirnir fram við havinum, sum hava følt stóru broytingartíðirnar. Shanghai, Beijing og so sjálvandi Hongkong, sum aftur er ein partur av Kina, hava havt eina snarliga framgongd. Inni í landinum er ikki nógv broytt. Landbúnaðarøkini framleiða matvørur til stórbýirnar og flytingin av bygd til bý gongur skjótt, og bílig arbeiðskraft er tøk í teim skjótt vaksandi býunum. Úrslitið er, at Kina, sum einaferð setti útjavning sum høvuðsmál, í dag er eitt tað ójavnasta samfelagi í Asia.
Tað knirkar og brakar í strategisku javnvágini
Í 1900-talinum var var kappingin og rivaliseringin millum lond mest sjónlig í Europa. Tvey heimskríggj brustu á og ein bolsjevikkisk kollvelting kom at forma politikkin í hesum heimsparti. Úrslitið var, at USA kom fram sum tann avgerandi super-maktin, bæði militert, politiskt og búskaparligt. Royndirnar hjá Sovjet at "loypa kapitalismuna um" og gerast førandi heimsveldi miseydnaðust. Veruligar royndir at demokratisera stýrið miseydnaðust eisini, og sama gjørdu royndirnar hjá Gorbatjov at bøta um og effektivisera búskapin. "Perestrojka og glasnost", umlegging og gjøgnumskygni, sum vóru loysunarorðini hjá Gorbatjov, endaðu í kaos og upploysn. USA er í dag heimsins super-makt uttan stórvegis kapping frá øðrum.
Men nýtt veksur fram, og fer at krevja sítt pláss. Eg hugsi her mest um Europa og Kina. Europa hevur verið spjatt millum smærri og størri statir, men nú eru 25 av teimum saman í EU (ella ES). Europa kann, í hesum líki, koma at spæla ein heilt nýggjan leiklut í heimspolitikki. Og "hinumegin" veksur eitt sterkt Kina fram. Tað hevur verið samanborið við tað sum hendi, tá USA fyri umleið 100 árum trein inn á heimsvøllin sum eitt stórveldi. Ella eisini, um nakað somu tíð, tá Týskland kom fram og kravdi "lebensraum".
Vøkstur við snarferð kann elva rumbul
Nógar metingar hava verið frammi um politiska og búskaparliga stabilitetin í Kina. Tað hevur víst seg higartil, at kommunistaflokkurin, sum enn er einaráðandi, hevur verið førur fyri at stýra processini, og eisini hevur tillagað seg. Seinastu broytingarnar í floksleiðsluni eru farnar fram uttan stórvegis buldur. Flokkurin hevur tó verið førur fyri at geva nýggja meðalklassanum í býunum góð livivilkor. Men demokrati og pluralisma finnst ikki.
Í mun til grannalondini eru nógv viðurskiftir og nógvir stríðsspurningar, sum eru óloystir. Taiwan er enn við amerikanskari hjálp ikki ein partur av Kina. Nógvar smærri oyggjar í havinum út fyri Kina verða kravdar av fleiri londum, og tað kann føra til stríð, tí her finnst olja. Og Japan, sum leingi hevur verið eitt stórveldi har á leið, følir seg hótt og kroyst á fleiri økjum.
Kina er ikki bert ein nýggj asiatisk búskaparlig rakett aftrat, so sum Japan, Suðurkorea, Taiwan, Singapore, Malaysia og HongKong. Nýggja Kina er eitt fyribrigdi, sum komandi 100 árini kemur at broyta strategisku javnvágina, og harvið myndina av allari Verðini.

Keldur:
K.E. Brødsgaard: "Det bliver Kinas århundrede" Jyllands-Posten 29.3.05
R.J. Samuelson: "The World?s Powerhouse" Newsweek International 31.5.04
"A brother for her" The Economist 16.12.04
M. Liu: "Hungry for Power" Newsweek 3.5.04