Elisabeth og Niclas áttu 2 børn, Gudbjørg og Signheðin. Signheðin giftist við Eyðnu av Tvøroyri. Tey fingu 2 børn, Anniku og Mikkjal. Og abbabørnini hjá Signheðini eru 3 í tali. Signheðin og eg eru javnaldrar [...] eldru vóru barnavinarlig og toldu altíð okkum dreingjabørn, og var hetta eisini galdandi fyri Elisabeth og Niclas eins og øll hini foreldrini. Elisabeth var serliga góð við meg, og Niclas dugdi væl at skapa [...] tá ið man sær teg spelkin og fattur fara eftir vegnum, og stinnur ert tú, 65 ára gamal, liggur alt árið til sjós, fyri tað nógva úti á Føroya banka og annars vesturi í havi og draga gørn. Tað eru ikki allir
fráboðan um, at ein aliringur lá og rak fyri veður og vind á Kaldbaksfirði. Hesin hevði slitið seg leysan í nógva vindinum. MRCC støðin boðaði eigaranum Pf Gulin í Havn frá, og tey fingu leigað ein pressara [...] ein treytaðan dóm og skal eisini upp til nýggja koyriroynd. Leygarnáttina tók løgreglan ein bilførara á Marknagilsvegnum í Havn, sum var ávirkaður av rúsdrekka. Bilførarin blásti 1,36 ? og verður skuldsettur [...] pressara frá Tórshavnar Skipasmiðju og sleipað ringin uppá pláss aftur. Seinnapartin kom enn ein fráboðan orsakað av vindi. Hesuferð var tað ein fóðursilo, sum verður nýtt í sambandi við aling, sum hevði slitið
verða nú gjørdar av óhappinum, og øll sjey í bilinum verða avhoyrd. Umframt at blóðroynd er tikin av teimum øllum. Vakthavandi sigur, at tað kann vera, at rúsdrekka var uppií, og løgreglan gjørdi av at taka [...] kravt fleiri mannalív seinnu árini. Og eftir bilinum at døma má tað sigast at vera eitt satt undur, at øll komu frá óhappinum við lívinum. Sjey fólk vóru í bilinum, og sostatt kann út frá tí staðfestast [...] mannalívum í hesum førinum, heldur vakthavandi. Hann heldur fram, at fram við vegnum eru hamrar og áir, og hesi gera, at tað er sera vandamikið, um ein bilur fer av vegnum. ? Tað er satt at siga meiri
spældu m.a. Fox og Hjarnar, og nú 17 ár seinni hava limirnir í Fox aftur tikið ljóðførini fram. Teir, sum manna Fox, eru brøðurnir Tróndur og Gunnar Streymoy, Bogi Olsen, Martin Joensen og Pauli Magnussen [...] føroyskt tónleikalív øll sekstiárini, og teir hava eins og Thunderbirds eisini javnan verið á palli síðani. Limirnir í Western eru m.a. Guttormur Christiansen, Tórur Streymoy og Marner Olsen. - Reunion-tiltøkini [...] táttur í Vestmanna. Tey eru sera væl umtókt, tí bæði vestmenningar og onnur fáa høvi at leita aftur til tíðina í seksti- og sjeytiárunum, tá ung í Føroyum í hópatali fóru til Vestmanna at dansa í vikuskiftunum
Aberdeen og føroyingar Á Robert Gordon universtitetinum í Aberdeen, sum er væl kent millum føroyingar, hava tey eisini eina listarliga deild, haðani studentar úr øllum heiminum koma. Umboð fyri skúlan [...] skulu vera vælkomnir eisini at troyta henda kærkomna møguleikan. Eg ivist ikki í, at tit eiga mong ung fólk við góðum evnum á tí listarliga økinum. Hví ikki royna okkara tilboð sigur John Reynolds, borgarstjóri [...] heitið ?The Great School of Art?. Endamálið er at kunna samvinna við vinnulívið, soleiðis at vinnulív og list ganga hond í hond. Umboð fyri skúlan sigur, at tey tíverri enn ikki hava havt nakrar føroyingar
øvugta vegin, tá ein er øðrvísi og í eini serstøðu í mun til medmenniskju kring um seg. Eg síggi fyri mær nógvu hóttaføllini, har børn, ung og tilkomin gerast býtt, ljót og svøk, ið førir við sær anarki [...] undirgang v.m. Egoisman og materialisman og aðrar -ismur við øðrum heimi, ið stýrdar verða av stórkapitalistiskum kreftum, ið stýra teim borgarligu og sosialistisku afturhalds- og fríu marknaðarkreftunum [...] heiladálkað, og -vaskað, indoktrinerað í sinnalagnum og umskapað til robottar og skitnu arbeiðsamboðini ímóti teim, ið bert eru øðrvísi, ið ein viðger í bløðum. Tað er óhugnaligt at síggja og upopliva øll
sigur Bill Justinussen. Hann sigur, at øll, sum hava við børn og ung at gera, øtast yvir, hvussu nógv sodavatn tey drekka. ? Tað verður meiri og meiri vanligt, at børn heilt niður í 10 ár fáa tað slagi av [...] av sukursjúku, sum vit á mannamunni nevna gamlamanna - sukursjúku og tað var at kalla ókent fyrr. ? Og talið á hesum børnum bara økist og mugu vit royna at byrgja upp fyri, sigur Bill Justinussen. Hann sigur [...] av heilsuligum ávum, at avgjaldið á sodavatni hækkar og at endamálið er at avmarka nýtsluna. Næstan øll hini hava tvíhildið um, at hetta var eina og aleina fyri at fáa nakrar krónur eyka í landskassan.
ítróttar- og frítíðarklæðir til børn og ung. Men hon hevur eisini vetrarklæði og skógvar, og úrvalið er eisini kryddað við ymsum til vaksin. Finskt handverk er heimsgitið fyri dygd og snið og tí dylir Elin [...] sum seldi frítíðar og ítróttarklæðir til børn og ung. Sjálv er hon av Tvøroyri og tá kom hon at hugsa um, at einum slíkum handli var eisini brúk fyri í Suðuroynni. Sum sagt so gjørt og í dag letur hon nýggjan
Johannesen, av Torlabrúgv í Funningi, og Hans Pauli Mouritsen, ættaður úr Sørvági. Tey fóru bæði sum ung til Danmarkar og komu saman har, hon gekk á háskúla og hann sigldi. Ásla varð útbúgvin sum tannlækni [...] dámar væl at ganga í náttúruni, og hevur hon í mong ár verið limur í gongufelagnum í Havn, eisini dámar henni væl at arbeiða í havanum. Hon fylti 67 ár 12. september 2003, og ynskir hon nú at verða loyst [...] loyst úr starvi hjá Tórshavnar kommunu frá 31. oktober. Ásla og Tórbjørn eiga fýra børn, tey eru: Guðrið, Marjun, Poul Hendrik og Signar Pauli. Í sambandi við at Ásla nú gevst sum barnatannlækni hjá Tórshavnar
Hanna er ættað úr Norðragøtu, dóttir Nicolinu og Amaliel Jacobsen. Hon er nr. 5 av 12 systkjum - og er elsta systir. Hon kom sum ung til Klaksvíkar at tæna, og giftist í 1948 við Poul Olsen - Poul hjá Axel [...] fingu 3 børn, Martin er elstur, síðani Margith og yngst var Nikolina, sum doyði í 1970. Sum flestu føroysku kvinnur tá, passaði hon mann, børn og hús. Ì 80-unum og til fyrst í 90-unum arbeiddi hon á Kósavirkinum [...] ger ikki háva burturúr sær sjálvari - hon telist millum tey stillu í samfelagnum. Hon er arbeiðssom og hevur altíð havt eitt lætt sinnalag. Henni verður ynskt hjartaliga tillukku við degnum. x