Um middagsleitið sunnudagin fekk løgreglan í Havn fráboðan um, at ein aliringur lá og rak fyri veður og vind á Kaldbaksfirði. Hesin hevði slitið seg leysan í nógva vindinum. MRCC støðin boðaði eigaranum Pf Gulin í Havn frá, og tey fingu leigað ein pressara frá Tórshavnar Skipasmiðju og sleipað ringin uppá pláss aftur.
Seinnapartin kom enn ein fráboðan orsakað av vindi. Hesuferð var tað ein fóðursilo, sum verður nýtt í sambandi við aling, sum hevði slitið seg leysa. Hendan stendur beint út fyri Sundsverkinum.
Koyrdi ov skjótt
Sunnunáttina um eitt tíðina steðgaði løgreglan einum bili, sum koyrdi ov skjótt. Ferðin varð máld til 136 km/t, so bilførarin kann vænta sær ein treytaðan dóm og skal eisini upp til nýggja koyriroynd.
Leygarnáttina tók løgreglan ein bilførara á Marknagilsvegnum í Havn, sum var ávirkaður av rúsdrekka. Bilførarin blásti 1,36 ? og verður skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.