Vælumtókti Vestmannabólkurin frá sjeytiárunum, Fox, fer aftur á pallin í Vestmanna Ítróttarhøll leygarkvøldið 27. september sam-an við tveimum øðrum kendum bólkum úr Vest-manna, Thunderbirds og Western. Talan er um afturvendandi reunion-tiltakið hjá VÍF, har gamlir Vestmannabólkar spæla til dans
Leygarkvøldið skipar VÍF aftur fyri einum av sínum reunion-tiltøkum, tá gamlir Vestmannabólkar fara at spæla til dans í Vestmanna Ítróttarhøll.
Hesuferð hevur tað eydnast at savna limirnar í einum av Føroya kendastu tónleikabólkum frá sjeytiárunum, Fox. Bólkurin var síðst á palli 2. páskakvøld í 1986, tá Ungmannafelagið GEILIN skipaði fyri konsert í Vestmanna, sum var fyrsta stóra tiltakið í ítróttarhøllini, ið varð tikin í nýtslu stutt frammanundan. Á hesi konsertini spældu m.a. Fox og Hjarnar, og nú 17 ár seinni hava limirnir í Fox aftur tikið ljóðførini fram.
Teir, sum manna Fox, eru brøðurnir Tróndur og Gunnar Streymoy, Bogi Olsen, Martin Joensen og Pauli Magnussen. Fox var mest frammi mitt í sjeytiárunum, og í 1976 vóru teir við á fyrstu reunion-konsertini hjá VÍF saman við t.d. Thunderbirds, sum eisini vera við leygar-kvøldið. Thunderbirds spældu í seinnu helvt av sekstiárunum, og teir hava javnan verið á palli seinnu árini bæði í Vestmanna og eitt nú í tiltakinum "Aftur í 60'ini" í Havn. Teir, ið manna Thunderbirds, eru Øssur Christiansen , Joen Magnus Olsen, Jógvan Páll Johannesen, Gulak Zachariasen, og Tróndur Streymoy er eisini við í hesum bólkinum.
Ein av elstu tónleikabólkunum í Vestmanna, Western, verður eisini at hoyra leygarkvøldið. Western var við til at mynda føroyskt tónleikalív øll sekstiárini, og teir hava eins og Thunderbirds eisini javnan verið á palli síðani. Limirnir í Western eru m.a. Guttormur Christiansen, Tórur Streymoy og Marner Olsen.
- Reunion-tiltøkini eru vorðin afturvendandi táttur í Vestmanna. Tey eru sera væl umtókt, tí bæði vestmenningar og onnur fáa høvi at leita aftur til tíðina í seksti- og sjeytiárunum, tá ung í Føroyum í hópatali fóru til Vestmanna at dansa í vikuskiftunum, sigur Páll Hellu, sum vegna VÌF skipar fyri reunion-tiltøkunum.
Nógvir tónleikabólkar hava millum ár og dag sæð dagsins ljós í Vestmanna, og flestu teirra eru við jøvnum millumbilum at hoyra aftur á reunion-tiltøkunum, alt meðan nýggir bólkar eisini leggjast afturat.
Náttarbussurin, sum vanliga koyrir millum Vestmanna og Havnina í vikuskiftunum, koyrir eisini leygarkvøldið, og fyrireikararnir rokna við, at aftur í ár fer nógv fólk til tónleikaliga sameining í Vestmanna at dansa og minnast aftur á gamlar dagar.
Peningurin, sum kemur inn, fer óskerdur til VÍF.
Fleiri upplýsingar fáast hjá Páll Hellu á telefon 42 41 54 ella 25 20 54. Eisini ber til at ringja til Kára Durhuus á telefon 21 59 77.