Letur handil upp sum brúk er fyri í Suðuroy

Í dag letur nýggjur handil upp á Tvøroyri við ítróttar- og frítíðarklæðum

Nýggjur handil

Í eina tíð hevur Elin Dimon Næs búð í Noregi. Har arbeiddi hon eitt skifti í einum handli, sum seldi frítíðar og ítróttarklæðir til børn og ung.
Sjálv er hon av Tvøroyri og tá kom hon at hugsa um, at einum slíkum handli var eisini brúk fyri í Suðuroynni.
Sum sagt so gjørt og í dag letur hon nýggjan handil upp á Tvøroyri.
Frítíðarhornið, sum handilin eitur, liggur mitt á Tvøroyri í húsunum hjá Tvøroyrar Handverkarafelag.
Í handlinum verður dentur lagdur á at hava ítróttar- og frítíðarklæðir til børn og ung. Men hon hevur eisini vetrarklæði og skógvar, og úrvalið er eisini kryddað við ymsum til vaksin.
Finskt handverk er heimsgitið fyri dygd og snið og tí dylir Elin Dimon Næs heldur ikki fyri, at hon er fegin um at hon er sloppin at umboða finska klædnamerkið Reima, men hon hevur eisini onnur merki.
Frítíðarhornið fer at hava framsýning á bilasølustevnuni, sum verður í ítróttarhøllini á Tvøroyri hetta vikuskiftið. Annars er handilin opin seinnapartarnar, frá klokkan 13 til 18, men leygardagar er opið frá klokkan 10 til 13.