Hanna er ættað úr Norðragøtu, dóttir Nicolinu og Amaliel Jacobsen. Hon er nr. 5 av 12 systkjum - og er elsta systir.
Hon kom sum ung til Klaksvíkar at tæna, og giftist í 1948 við Poul Olsen - Poul hjá Axel, sum doyði í 1980. Tey fingu 3 børn, Martin er elstur, síðani Margith og yngst var Nikolina, sum doyði í 1970.
Sum flestu føroysku kvinnur tá, passaði hon mann, børn og hús. Ì 80-unum og til fyrst í 90-unum arbeiddi hon á Kósavirkinum.
Hann ger ikki háva burturúr sær sjálvari - hon telist millum tey stillu í samfelagnum. Hon er arbeiðssom og hevur altíð havt eitt lætt sinnalag.
Henni verður ynskt hjartaliga tillukku við degnum.
x