Aberdeen og føroyingar
Á Robert Gordon universtitetinum í Aberdeen, sum er væl kent millum føroyingar, hava tey eisini eina listarliga deild, haðani studentar úr øllum heiminum koma. Umboð fyri skúlan, sum Sosialurin hitti á oljumessuni í Aberdeen, sigur, at hesin skúlin átti at verið eitt sera gott tilboð til føroyingar, sum hava áhuga fyri teimum ymsu listaligu greinunum, ið tey hava at bjóða. Her er talan um rættiliga fjølbroytt tilboð.
-Føroyingar skulu vera vælkomnir eisini at troyta henda kærkomna møguleikan. Eg ivist ikki í, at tit eiga mong ung fólk við góðum evnum á tí listarliga økinum. Hví ikki royna okkara tilboð sigur John Reynolds, borgarstjóri, sum eisini vísir á, at skúlin leggur serligan dent á at útvega teimum lesandi eitt arbeiði aftaná ella undir útbúgvingini.
Listaskúlin ber heitið ?The Great School of Art?. Endamálið er at kunna samvinna við vinnulívið, soleiðis at vinnulív og list ganga hond í hond. Umboð fyri skúlan sigur, at tey tíverri enn ikki hava havt nakrar føroyingar á skúlanum. Onkur íslendingur hevur verið har. Umframt vanligu listagreinirnar so sum málningalist og myndlist eru har eisini útbúgving í digitalum miðlum, webdesign, 3 D spøl, vørudesign osfr. Roynt verður at vekja áhugan hjá vinnulívinum fyri skapandi list av ymsum slag, soleiðis at næmingarnir longu í útbúgvingini kunnu koma út til arbeiðis í tí teir læra.
Talan er vanliga um eina fýra ára útbúgving, men tað veldst sjálvandi um, hvørjar greinar tú velur.
Fyri at útvega næmingum arbeiði undir útbúgving og aftaná er stovnað serstøk deild á skúlanum, nevnd, ?The Project Bureau?.