Á ferðini vóru tey í Suðuroy og vitjaðu við Smyrli og hugt var annars eftir umstøðunum á havnunum o.s.fr. ?Á ferðini við Smyrli var fínasta veður so vit máttu fortelja teimum, at nýggja skipið kom mangan [...] spaniólarnir gløddu við, tá ið teir sóu sjónbandið, tí hetta eru teir hóast alt ikki vanir við. Reidar Nónfjall sigur, at eftir Føroya vitjanina vita spaniólarnir nógv meiri um, hvat teir hava við at gera og, [...] hava nú verið í Førooyum og hugt eftir umstøðunum her. Tað var ein vælmannað sendinevnd úr Spania við fimm fólkum frá IZAR skipasmiðjusamtakinum, ið skal byggja nýggju suðuroyarferjuna, sum vóru í Føroyum
Lærarar og onnur fólk við tilknýti til fólkaskúlan fara komandi tíðina at leita sær góð ráð og vegleiðing um børn, sum eru í sorg. Tað er Føroya Felag móti Krabbameini í samstarvi við Landsmiðstøðina fyri [...] øðin og Krabbameinsfelagið standa saman um at skipa fyri einum skeiði við evninum sorg. Í august og september í 1998 var skeið við heitinum Krabbamein í Føroyum & um Børn, sorg og skúla. Skeiðið vardi [...] at halda. - Skeiðini verða fyriskipað, tí skúlin hevur eina týðandi uppgávu á hesum øki, og eisini við tí fyri eyga, at hjálpa skúlunum at seta í verk eina skipan, sum kann fjálga um og taka sær av børnum
nógv at taka hond í heima við hús. Kúgv var í hvørjum húsi tá á døgum, og hóast tað var vanligt at hava arbeiðskonu í skiparahúsunum, máttu tey eldru børnini sjálvandi hjálpa til við teimum yngru systkjunum [...] Thor hjá Skómakaranum, og Jóhonnu Simonsen, hjá Hans uppi í Húsi. Thor var skipari við m.ø. "Doceu" sum hann átti saman við brøðrunum John og Zacharias Nielsen. Hini systkini vóru Sverri (deyður), Hans Arne [...] mamma í Klaksvík og lærdi at seyma, og hetta hevur óivað komið henni væl við. Tí alt sítt lív hevur henni dámað sera væl at fingist við alt handarbeiði, bæði at binda og at brodera. Men serliga hevur tað verið
morgunin, áðrenn klárt var at fara á posthúsið við blaðnum. Meðan bíðað varð eftir at blaðið varð klárt at prenta, stytti hann sær stundir við at spæla sær við setikøssunum, og tá ein mikladalsdrongur nakað [...] var eisini gomul og slitin. At byrja við bleiv teksturin settur og eitt eintak tikið av teigunum við at tørna pressuni runt við hond, og bleiv tað so borið oman á Dimmalætting, har Flemming og teir brutu [...] sendast við posti ella onkur tók ímóti tíðindum gjøgnum telefonina. Fax kendu teir ikki til tá. Maskinurnar og umstøðurnar vóru vánaligar. Prentmaskinan ella pressan, sum Sosialurin varð prentaður við, ið
vit- danir- møguliga áttu at verið meira virknir og komið við loysnum sjálvir, sum báðir partarn kundu tikið undir við. Hetta hevði møguliga havt við sær, at vit høvdu sloppið undan hasum strævna tíðarskeiðnum [...] donsku stjórnina og Føroya Landsstýri í 2000. Saman við Poul Nyrup Rasmussen, Mogens Lykketoft, Marianne Jelved og Niels Helveg Petersen var Frank Jensen við í fyrireikingararbeiðnum undan fullveldissamráðingunum [...] seinast í nítiárunum. Í 1997 var hann sum løgmálaráðharri við at lata nýggju løgreglustøðina í Klaksvík upp, og trý ár seinni, í 2000, samráddist hann við føroyska myndugleikar um yvirtøku av løgregluni. Ferðirnar
av kontaktpersónunum hjá børnum okkara og fingu at vit, at tey máttu sleppa heim, tí øll máttu flyta úr skúlanum. Vit hava ikki tosað við leiðsluna, og vit vita ikki, hvat hendir aftaná jól, sigur Elenita [...] trívast við at búgva fyri seg sjálvan og ynskja heldur ikki at flyta aftur til foreldrini. Lógarkrav um bústaðarloysn Løgtingslóg nr. 67 frá 2. Mai 2003 sigur, at »Ráðgevandi bólkurin skal saman við foreldrum [...] ikki koma við nøkrum viðmerkingum fyrr enn eftir 19. Januar, sigur Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverk. ------------------------------------------ Stjóri gevur foreldrum rætt Í samrøðu við Rás 2 í dag
frágera væl. Eitt annar fyrimunur við hesi matstovu er tann fjølbroytta matarskráin, har úrvalið spennir heilt frá burgara ella pitsu við eini øl afturvið til vínfjallasniglar við hvítvíni til forrætt og lamslundum [...] saman við tveimum øðrum. Tá gloymdi kokkurin, at vit høvdu bílagt, og vit máttu bíða meira enn ein tíma, áðrenn vit fingu nakað at eta. Tað eru nøkur ár síðani hesa hending. Tí havi eg roknað við, at talan [...] reyðvíni til høvuðsrætt. Eisini stak hugnaliga umhvørvið við ljósi frá gomlum gøtulampum undir loftinum og gøtuskeltum á bróstinum er avgjørt ein fyrimunur við hesi matstovu. Mugu betra tænastuna Men Marco Polo
í sambandi við koronu, og tað var í sambandi við ætlanina um at koppseting 5 - 11 ára gomul børn fyri koronu. Etiska ráðið sigur, at tey høvdu áður gjørt vart við, at var endamálið við koppsetingini [...] síðani varð endamálið við koppsetingini at tálma smittuni við at koppseta børnini. Børnini hava nógv samband við onnur í gerandisdegnum og tí vóru tað tey, sum bóru mestu smittuna við sær. Etiska ráðið [...] ráðið tók undir við, at tiltøk, sum kunnu tálma smittuni, máttu setast í verk alt fyri eitt. Og eitt av hesum tiltøkum kundi verið at bjóða teimum 5-11 ára gomlu børnunum at vera koppsett. – Etiska ráðið
á samkomum í Keypmannahavn í sambandi við takkarvitjan Mandela. Eftir flogtúrin við Atlantsflog gekk leiðin við bussinum til Oyragjógv, har løgmaður og konan máttu brúka annan av teimum skjótu privatu bátunum [...] men hetta ásannar løgmaður fær hann einki gjørt við. -Kann samfelagið liva við einum drúgvum verkfalli? -Einum drúgvum verkfalli livir man ongantíð við, og í einum verkfalli er ongantíð nakar vinnari. [...] mótvegis hinum partinum sigur løgmaður, at tað hevur man ikki. -Eg rokni við, at man hevur samráðst út frá einum heildarsjónarmiði við atliti til búskap oa. í samfelagnum. -Fer tú at fyritaka tær nakað, nú
Gásadals. Arbeiðið við liðugtgerðini av tunlinum millum Bø og Gásadal gongur tó javnt og samt framá. Nær arbeiðið verður liðugt ber ikki til at siga við vissu. - Í ár verður serliga arbeitt við at gera portalarnar [...] portalarnar lidnar, eins og arbeitt verður við vegagerðini Gásadalsmegin, sigur Oyvindur Brimnes, stjóri í Landsverki við Sosialin. Tá tunnilin einaferð kemur í gjøgnum verður tað ein stórur lætti hjá byg [...] bygdafólkinum at sleppa av bygdini, um tey skulu ørindi í aðra bygd. Fyrr máttu tey fara upp um fjøll ella við tyrlu, men í framtíðini kunnu tey fara av bygdini gjøgnum fjallið. Hvørjar møguleikar hetta nýggja