Teir gløddu við

Spaniólarnir, sum skulu byggja nýggju suðuroyarferjuna, hava júst verið á vitjan í Føroyum. Eftir at hava sæð sjónband av Smyrli í illveðri, skilja teir nógv betri, hví Strandferðslan setir so høg krøv til skipið

Suðuroyarsiglingin

Umboð fyri Skipasmiðjuna, sum skal byggja nýggju suðuroyarferjuna, hava nú verið í Førooyum og hugt eftir umstøðunum her.
Tað var ein vælmannað sendinevnd úr Spania við fimm fólkum frá IZAR skipasmiðjusamtakinum, ið skal byggja nýggju suðuroyarferjuna, sum vóru í Føroyum í fýra dagar í farnu viku.
Talan vóru um forsetan í skipasmiðjusamtakinum, sum var í Føroyum og við sær hevði hann tekniska stjóran á Skipasmiðjuni í San Fernando, ið skal byggja nýggju suðuroyarferjuna, umframt projektleiðaran, sum stendur fyri arbeiðnum at byggja nýggju suðuroyarferjuna og eitt fólk afturat. Við í ferðini var eisini eitt umboð fyri danska skipameklaran ?Maersk Brokers?

Skilja støðuna betri
Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at vitjanin var sera væl eydnað.
?Vit hava alla tíðina lagt dent á at fáa umboð fyri skipasmiðjuna til Føroyar at hyggja síggja viðurskiftini her, tí vit halda, at tað hevði gagnað sjálvari byggiætlanini at teir sóu umstøurnar, har nýggja skipið skal sigla.
Á ferðini vóru tey í Suðuroy og vitjaðu við Smyrli og hugt var annars eftir umstøðunum á havnunum o.s.fr.
?Á ferðini við Smyrli var fínasta veður so vit máttu fortelja teimum, at nýggja skipið kom mangan at sigla undir harðari treytum enn hesum, sigur Reidar Nónfjall.
Hann sigur, at teir vístu eisini sponsku gestunum sjónband av Smyrli í Suðuroyarfirði ein illveðursdag, har alt var undir í sjóroki og hann ordiliga setti í stórari aldu.
?Tað gerst ikki burtur, at spaniólarnir gløddu við, tá ið teir sóu sjónbandið, tí hetta eru teir hóast alt ikki vanir við.
Reidar Nónfjall sigur, at eftir Føroya vitjanina vita spaniólarnir nógv meiri um, hvat teir hava við at gera og, hvørjum umstøðum skipið, teir skulu smíða, hevur at sigla undir og sjálvir hildu teir eisini, at teir høvdu fingið stóra nyttu burturúr ferðini.
? Tað skerst ikki burtur, at nú skilja teir nógv betri, hjví vit seta so hørð krøv til dygdina í skipinum og nú er tað lættari hjá okkum at grundgeva mótvegis teimum, enn tað var frammanundan.
Reidar Nónfjall leggur afturat, at tað beinleiðis sambandið ímillum fólk í støðum sum hesari, er heldur ikki at undirmeta, tí tað ger tað nógv lættari at samskifta framyvir, heldur enn um alt samskiftið skuldi verið ígjøgnum t-post og fax.
? At so spaniólarnir eisini vóru púra ovfarnir av natúruni í Føroyum, gjørdi tað ikki verri og tann eini av teiumum var enntá so hugtikin, at hann fór ikki heimaftur við ferðalagnum, men varð verandi eftir í Føroyum, her hann fekk sær nakrar feriudagar afturat, sigur Reidar Nónfjall