Korona: Bóðu bara um vegleiðing eina ferð

– Tað var tá ið farið varð undir at koppseta børn

Hesa tíðina ímeðan korona hevur herjað, hava tað verið nógvir og torførir spurningar at taka støðu til. Men í fjør var tað bara í einum føri, at myndugleikarnir spurdu seg til ráðs hjá Etiska ráðnum. Tað sigur Etiska ráðið, nú ársfrágreiðingin fyri í fjør, er liðug.  Beinanvegin korona fór at ganga, gjørdi Etiska ráðið av, at varð tað ikki átrokandi neyðugt, skuldu tey ikki taka støðu til, ella leggja seg út í, hvat myndugleikarnir gjørdu. Tey siga, at hetta var fyri ikki at elva til ótta og iva í eini støðu, sum longu frammanundan var óviss.

 

Og tey siga, at í fjør var tað bara í einum føri, at  heilsumyndugleikarnir leitaðu sær beinleiðis ráð hjá Etiska ráðnum í sambandi við koronu, og tað var í sambandi við ætlanina um at koppseting 5 - 11 ára gomul børn fyri koronu.  Etiska ráðið sigur, at tey høvdu áður gjørt vart við, at var endamálið við koppsetingini at verja tey veikastu, áttu tey eldru og veikastu at verða koppsett fyrst. Men var endamálið at tálma smittuni í samfelagnum, áttu tey ungu at verða koppsett.

 

Tað var eisini tað, myndugleikarnir gjørdu alla ta fyrstu tíðina. Men síðani varð endamálið við koppsetingini at tálma smittuni við at koppseta børnini. Børnini hava nógv samband við onnur í gerandisdegnum og tí vóru tað tey, sum bóru mestu smittuna við sær.

 

Etiska ráðið tók undir við, at tiltøk, sum kunnu tálma smittuni, máttu setast í verk alt fyri eitt. Og eitt av hesum tiltøkum kundi verið at bjóða teimum 5-11 ára gomlu børnunum at vera koppsett.

 

– Etiska ráðið hevur ikki funnið nakra orsøk, ella etiska grundgeving, til beinleiðis at mæla frá tí, segði Etiska ráðið í viðmerkingini til myndugleikarnar. Men Etiska Ráðið mælt samstundis til at myndugleikarnir hildu fast um, at talan er um eitt tilboð, sum tað stendur borgarum frítt í at velja.

 

Tey søgdu, at sum støðan var tá, kundu fyrimunirnir við at koppseta børn fyri koronu, hugsast at viga upp móti vansum. Ein týðandi fyrimunur var, at børn, sum vórðu koppsett, kundu hava samband við onnur, bæði í skúla og aðrastaðni, og vit vita, at hetta hevur stóran týdning fyri sálarstøðuna og trivnaðin hjá børnunum. Sóttarhald, og at steingja skúlar í langa tíð, hevur harafturímóti ringa ávirkan á børnini, segði Etiska ráðið.