Góður matur á Marco Polo

Maturin á Marco Polo í Havn er fjølbroyttur, góður og rímiliga bíligur. Men tænastan er ikki av tí besta

 

Matstovan Marco Polo í Sverrisgøtu í Havn er ein av teimum frægu í landinum. Umhvørvið er stak hugnaligt og maturin smakkar frágera væl.

Eitt annar fyrimunur við hesi matstovu er tann fjølbroytta matarskráin, har úrvalið spennir heilt frá burgara ella pitsu við eini øl afturvið til vínfjallasniglar við hvítvíni til forrætt og lamslundum og góðum reyðvíni til høvuðsrætt.

Eisini stak hugnaliga umhvørvið við ljósi frá gomlum gøtulampum undir loftinum og gøtuskeltum á bróstinum er avgjørt ein fyrimunur við hesi matstovu.


Mugu betra tænastuna

Men Marco Polo hevur eisini síni lýti. Tænastan er avgjørt ikki á sama støði, sum í øðrum matstovum, ið borðreiða við betra slagnum av mati.

Mær dámar væl at eta á matstovu og geri tað rættuliga ofta, hóast tað er dýrt í Føroyum. Havi tí etið rættiliga ofta á Marco Polo, eins og á flest øðrum matstovum í landinum. Og tíverrri eri eg noyddur at staðfesta, at tæmastan á Marco Polo er minni góð enn hinum matstovunum á sama støði í miðstaðarøkinum.

Fyrstu ferð, eg át á Marco Polo, var eg saman við tveimum øðrum. Tá gloymdi kokkurin, at vit høvdu bílagt, og vit máttu bíða meira enn ein tíma, áðrenn vit fingu nakað at eta.

Tað eru nøkur ár síðani hesa hending. Tí havi eg roknað við, at talan bert hevur verið um byrjunartrupulleikar. Men í vetur var eg einaferð saman við fimtan øðrum á Marco Polo og át. Tá fingu øll hini mat, men eg fekk ongan, tí tænastufólkini høvdu gloymt bílegging mína. Tískil fekk eg at eta, tá hini vóru liðug, og mátti eg kortini rinda fult gjald fyri matin. Sum troyst fekk eg ein kopp av kaffi og ein konjakk afturvið.

Aftur hesaferð sló eg meg til tols við, at hetta mátti vera eindømi.

Men tríggjar mánaðar seinni upplivdi ein, eg át saman við, júst tað sama. Vit vóru eini sjey fólk úti og ótu, og tá maturin kom, var tað ein, ið einki fekk. Hon mátti eta, tá vit vóru liðug og gjalda fullan prís.


Góður matur

Tað er spell, at tað skal knýpa so við tænastuni á Marco Polo. Tí maturin á Marco Polo er besti maturin, tú fært á nakrari matstovu í Havn. Tí vil eg mæla eigarunum til at betra um tænastuna sum skjótast. Hetta fer heilt avgjørt at gera, at fleiri vitja frálíku matstovuna, sum eisini hevur eina frálíka long drink barr á loftinum.