Politikkur
Páll Holm Johannesen
pallurin@hotmail.com
Aalborg: Nú klárar hann ikki at halda sær longur. Stóran part av leiðini úr Vejle Idræts Hus hevur staðið nógv á honum, og komin á hotellkamarið er loksins friður frá ágangandi fjølmiðlafólki. Ungi og evnaríki politikarin úr Aalborg, 31 ára gamli Frank Jensen, brestur út í grát og hálsfevnir sína stóru politisku fyrimynd, Svend Auken.
Hann hevði stríðst væl og manniliga fyri at hjálpa Auken. Fyri góðum tíma síðan hevur hann hildið viðmælisrøðu fyri Svend Auken, men sama gjørdi. Úrslitið var greitt frammanundan. Sitandi formaðurin og stóra fyrimyndin hjá honum, Svend Auken, mátti lúta fyri avbjóðaranum úr Esbjerg, Poul Nyrup Rasmussen.
Soleiðis greiðir rithøvundurin Bettina Heltberg frá í bók síni, Hvor der handles, um formansstríðið í Danska Javnaðarflokkinum á vári1992, tá Poul Nyrup Rasmussen framdi sonevnda kongamorðið á sitandi formannin, Svend Auken.
Hóast sín almenna stuðul til mótstøðumannin hjá nýggja formanninum í danska Javnaðarflokkinum, sær Poul Nyrup Rasmussen kortini okkurt í unga politikaranum, Frank Jensen. Nærum øll átta árini, sum Nyrup Rasmussen situr við valdinum í Danmark, er evnaríki politikarin úr Norðurjútlandi týðandi limur stjórnunum hjá Poul Nyrup Rasmussen.
Júst tíðarskeiðið, tá Nyrup Rasmussen ræður fyri borgum, fer uttan iva í søguna sum eitt tað mest baldruta tíðarskeiðið í viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark. Stórur partur av nítiárununum varð merktur av køldum misáliti millum partarnar. Serliga bankamálið og gróthørðu fullveldissamráðingarnar lýsa stundum kensluleysu støðuna, sum valdaðu millum partarnar í ríkisfelagsskapinum hesi árini.
Sosialurin hitti miðskeiðis í desember mánaði ein av týðandi monnunum hesi árini, fyrrverandi løgmálaráðharran Frank Jensen, í hugnaliga heimi hansara til eitt prát um hetta tíðarskeiðið, sum fekk mangan dana og føroying at ilskast.
Samráðingarnar
Ongin av teimum fýra fundunum á Christiansborg í 2000 vóru serliga tespiligir at vera á. Hýrurin undir samráðingunum var alt annað enn góður. Heldur enn at hava ein konstruktivan dialog vóru samráðingarnar merktar av óneyðugari illgiting millum partarnar. Vit kundu ikki byrja fundirnar, áðrenn krav um time-out var á skránni. Spenta støðan gjørdist ikki betri av, at fjølmiðlarnir í heilum vóru drignir inn miðskeiðis undir samráðingunum, hóast greið avtala var um hetta undan samráðingunum.
Frank Jensen sigur seg hava alt annað enn góð minni frá fullveldissamráðingum millum donsku stjórnina og Føroya Landsstýri í 2000. Saman við Poul Nyrup Rasmussen, Mogens Lykketoft, Marianne Jelved og Niels Helveg Petersen var Frank Jensen við í fyrireikingararbeiðnum undan fullveldissamráðingunum. Hóast ynskið úr Føroyum um fullveldi, var støðan hjá dønum greið: Teir vildu varðveita ríkisfelagsskapin.
Hóast drúgt fyrireikingararbeiðið var gjørt á embætismannastigi í Føroyum, var danska stjórnin hvørki at høgga ella stinga í. Føroyska samráðingarnevndin fekk greitt at vita, at ynsktu teir fullveldi, varð ríkisveitingin skorin eftir fýra árum. Hetta koma at svíða hjá føroysku samráðingarnevndini.
Við blokkniðurskurðinum eftir fýra árum hevði føroyska sendinevndin lítið og einki at samráðast um, og tað er neyvan ov nógv sagt, at júst blokkniðurskurðurin tók luftina úr føroysku sendinevndini.
Ætlaðu føroyingar út úr ríkisfelagsskapinum, máttu teir fáa skriftina á veggin: Blokkstuðulin skuldi hvørva eftir fýra árum, og føroyingar skuldu haraftrat missa øll síni rættindi sum danskir ríkisborgarar í Danmark. Hóast hetta óivað var sum at fáa ein frammaná hjá føroyingum, haldi eg framvegis, at okkara mótspæl var skilagott og rætt, heldur Frank Jensen.
Spurdur, um danir á øðrum økjum áttu at borið seg øðrvísi at undir samráðingunum í 2000, svarar Frank Jensen:
Tað er altíð lætt at líta aftureftir og siga, hvat tú skuldi gjørt øðrvísi. Eg eri kortini sannførdur um, at vit kundu verið allar illgitingar fyriuttan og rokkið endaliga úrslitinum nógv skjótari, enn vit gjørdu. Hóast tíðarandin greitt ikki talaði fyri hesari loysn, so haldi eg í dag, at vit- danir- møguliga áttu at verið meira virknir og komið við loysnum sjálvir, sum báðir partarn kundu tikið undir við. Hetta hevði møguliga havt við sær, at vit høvdu sloppið undan hasum strævna tíðarskeiðnum, sigur Frank Jensen.
Kallsberg vs Hoydal
Frank Jensen sigur seg minnast væl, at støðan innanhýsis í føroysku samráðingarnevndini var spent. Sambært fyrrverandi løgmálaráðharranum var lætt hjá donsku sendinevndini við Nyrup, Lykketoft, Jelved, Helveg-Petersen og honum sjálvum at síggja, at Høgni Hoydal og Anfinn Kallsberg ikki drógu eina línu.
Tað var týðiligt undir samráðingunum, at Anfinn Kallsberg kendi seg noyddan at hóreiggja sær, tí hann var undir trýsti frá Tjóðveldisflokkinum. Anfinn Kallsberg var nógv meira pragmatiskur, enn hann lætst, tí hann var jú noyddur at fyrihalda seg til samgongusamstarvið við Tjóðveldisflokkin. Úrslitið av hesum trýsti frá Tjóðveldisflokkinum gjørdist eisini, at samráðingarnar gjørdust til ein óneyðugan samanbrest heldur enn konstruktivan dialog, greiðir hann frá.
Tað átti at verið funnin fressur hjá donsku sendinevndini at gjørt sær dælt av ósemjuni millum Hoydal og Kallsberg, men hesum afturvísir Frank Jensen staðiliga, at danir gjørdu.
Vit hugsaðu ikki um spreingja føroysku samráðingarnevndina. Tað týdningarmesta hjá okkum var, at einki varð fjalt undir samráðingunum. Valdu føroyingar fullveldi, mátti tað fáa avleiðingar. Vit kundu ikki í kjalarvørrinum av einum sterkum føroyskum fullveldisráki, har allar inntøkurnar vóru í topp, leypa upp á føroyska fullveldisvognin, tí vit vóru fullgreiðir yvir, at tað fór at fáa stórar fíggjarligar avleiðingar fyri føroyska samfelagið, og hendan veruleika máttu vit halda okkum til, fortelur hann.
Nyrup fær frið
Árið 2005 fer neyvan í søguna sum tað minnisríkasta hjá Frank Jensen. Ævigi krúnprinsurin hjá danska Javnaðarflokkinum mátti lúta fyri modernaðu kvinnuni, Helle Thoring Schmidt, í formansstríðnum, og eftir ósigurin boðaði Frank Jensen frá, at hann fer at taka seg úr politikki til komandi fólkatingsval.
Tað eru nógvar meiningar um, hví Frank Jensen noyddist at lúta fyri politiskt óskrivaða blaðnum, Helle Thorning Schmidt, men lítil ivi er um, at álopið frá Poul Nyrup Rasmussen var við til at geva honum mønustingin. Í sjálvum valstríðnum fór fyrrverandi forsætisráðharrin, sum ikki longur er partur av fólkatingsbólkinum, út í fjølmiðlarnar at siga dønum, at hann hevur ta áskoðan, at Frank Jensen er ikki rætti maðurin at stýra danska Javnaðarflokkinum. Hetta uppáhald byggir hann á árini hjá honum sum ráðharra, har hann fekk ivasamt skoðsmál frá sínum fyrrverandi arbeiðsgevara.
Hóast lítil ivi er um, at Frank Jensen ikki hevur føgur orð at bera Poul Nyrup Rasmussen í dag, er hann trekur at seta spurnartekin við leiklutin hjá Nyrup sum stjórnarleiðara undir ísakøldu viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark í nítiárunum.
Hóast tú ivaleyst hevur hugsað, at eg fór at leggja eftir Nyrup, eftir at hann framdi karaktermorðið móti mær, so er tað ímóti mínum politisku idealum at gera tað. Tað lættasta hevði verið at givið honum av grovfílini í samband við hansara framferðarhátt í viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark, men hesum sýti eg fyri, tí eg haldi, at hann bar seg rætt at. Eg eri fullgreiður yvir, at Nyrup ikki fær bestu skoðsmálini í Føroyum, og hetta haldi eg er órímiligt, sigur hann
Hann leggur afturat, at tað lá Nyrup á hjarta at taka sær av tí føroyska fólkinum, og hann valdi at seta sín persón lægri enn vælferðina hjá føroyingum. Frank Jensen slær fast, at hann heldur, at Nyrup er órímiliga mistonkiliggjørdur.
Hann vildi fyri alt í verðini ikki verða tann forsætisráðharrin, sum var við til at breiðka gjónna millum rík og fátæk í Føroyum. Nyrup læt seg ikki ávirka av einum fullveldisráki. Hann vildi ikki svíkja tey, sum høvdu verið arbeiðsleys í Føroyum og fingið verri sosial kor, um fullveldisætlanin gjørdist veruleiki. Vit vórðu fullgreiðir yvir, at politikkararnir og tey múgvandi í Tórshavn vóru ikki tey, sum fóru at verða rakt av fullveldisætlanini, men hinvegin fólkið á smærru plássunum. Hesum fólkum kundu vit ikki slept upp á fjall, tí eitt bankamál østi alt upp, fortelur hann.
Køld móttøka
Frank Jensen var tvær ferðir í Føroyum, tá harðast leikaði á millum Føroyar og Danmark seinast í nítiárunum. Í 1997 var hann sum løgmálaráðharri við at lata nýggju løgreglustøðina í Klaksvík upp, og trý ár seinni, í 2000, samráddist hann við føroyska myndugleikar um yvirtøku av løgregluni. Ferðirnar til Føroya standa enn sterkt í hugaheiminum, men ikki fyri tað positiva.
Í 1997 minnist hann aftur á, at hann varð fullkomiliga tikin á bóli av, hvussu áleypandi føroyskir fjølmiðlar vóru, og serliga legði hann til merkis, hvussu ágangandi Sjónvarp Føroya var.
Føroyska sjónvarpið hevði fingið frænir av, at ein limur í Grønborg-bólkinum, sum varð settur at kanna partabrævabýtið, hevði eina fortíð í Den Danske Bank, og tískil kundi spurnartekin setast við hansara gegni. Eg var nýliga settur sum løgmálaráðharri, og visti av ongum, tá eg brádliga varð álopin av føroyska sjónvarpinum uttan fyri hotellið, har eg búði. Eg minnist meg verða skelkaðan av ágangandi spurningunum. Eg var jú komin til Føroya at lata eina løgreglustøð upp, og satt at siga varð eg fullkomiliga tikin á bóli av kalda stemninginum í Føroyum um hetta mundið. sigur Frank Jensen.
Trý ár seinni var hann aftur í Føroyum. Hesaferð skuldi hann samráðast við Høgna Hoydal um yvirtøku av løgregluni. Undir sjálvum samráðingunum varnast eitt av donsku embætisfólkunum, at føroyska samráðingarnevndin nýtir ein bandupptakara undir borðinum fyri at fáa samráðingar festar á band. og hetta skapti mikla øsing, tí tað var greitt avtalað frammanundan, at eingin bandupptakari skuldi nýtast.
Sjálvar samráðingarnar gingu væl, men júst ólógligi bandupptakarin lýsir væl illgrunasama hýrin millum Føroyar og Danmark hesi árini. Tað er brot á allar etiskar reglur at taka samráðingar upp á band, tá tað er avtalað frammanundan. Eg minnist, at eg sleit fundin ,og kendi meg noyddan at siga nøkur álvarsorð við Høgna Hoydal undir fýra eygum. Júst slíkar hendingar vóru við til at gera samráðingar møðsamar, heldur hann.
Fogh heystar
Uttan mun til politiskan lit er tað neyvan at taka munnin ov fullan at koma til ta niðurstøðu, at friður í stóran mun valdar í viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark, um vit sammeta støðuna fyri nøkrum árum síðan. Síðan Anders Fogh Rasmussen gjørdist stjórnarleiðari í Danmark á heysti 2001, hevur hann lagt seg eftir at hava eina konstruktivan dialog við føroyingar, sum hann ofta málber seg.
Spurdur, um Fogh Rasmussen hevur verið dugnaligari enn Nyrup, Lykketoft og hann sjálvur, nú viðurskiftini millum Føroyar og Danmark eru batnað, svarar Frank Jensen:
Fogh heystar uttan iva tað í dag, sum vit máttu stríðast fyri. Alt stríðið, sum vit máttu fara ígjøgnum, er horvið í dag, og nú kann Fogh bert líta frameftir. Uttan at koma nærri inn á tað, so hevur persónligi stílurin hjá Fogh sammett við Nyrup, møguliga eisini havt týdning fyri góðu viðurskiftini, sum valda millum Føroyar og Danmark í dag, heldur fyrrverandi danski løgmálaráðharrin.
Hann heldur, at tað, sum er sett út í kortið í viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark, er uppbyggjandi, og Frank Jensen sigur seg bíða í spenningi eftir, hvussu nýggja uttanríkis- og heimildarlógin fer at rigga.
Hjá okkum á Christiansborg eru tað ikki longur Føroyar, sum fara við drúgvari tíð, tí viðurskiftini eru komin í fasta legu. Hinvegin er tað Grønland og sjálvstýrisnevndin, sum fer við nógvari tíð, sigur Fran Jensen.
---
Fakta:
Navn: Frank Jensen
Føddur: 28 mai 1961
Bústaður: Aalborg
Útbúgving: Cand.oecon., Aalborg Universitet 1986. Hf-eksamen, Aalborg Katedralskole 1980
Politisk karriera: Løgmálaráðharri 30. des. 1996 - 27. nov. 2001. Granskingarráðharri 27. sept. 1994 - 30. des. 1996.
Limur í Folketingets Finansudvalg 1992-1994. Limur Udenrigspolitisk Nævn 2002. Limur í Fælleskommissionen for selvstyre i Grønland 2004. Limur í Udvalget vedrørende Grønlandske Forhold. Limur í 21-mands-udvalget for Færøerne. Varamaður í Europaudvalget 2001. Politiskur ordførðari til 1994 og aftur 2002-2005.
Uppstillaður fyri Javnaðarflokkin í Aalborg Nordkredsen frá 1987.