á Glyvursnesi Fremsti maður í Havn sigur, at Býráðið hevur fingið at vita frá sínum flogvøllarráðgevarum, at tað finst so góð útgerð í dag, at tað ber til at lenda á Glyvursnesi hóast flogskiparin ikki [...] mjørka. Orsøkin til, at tað bara er neyðugt at gera mátingarnar í eitt ár ella so, er, at vit eru so heppin at hava eina veðurstøð í Havnini. Flogvøllarráðgevarar okkara siga, at gera vit mátingar á [...] vil Leivur Hansen ikki rættiliga vera við, at hesar kanningarnar, sum nú skulu gerast, eru fyri at tippa tær atfinningarnar einaferð með alla. Tí hann sigur, at mjørki er als ongin forðing fyri flogvølli
Heinesen vísti á, at vanliga hugsanin hjá teimum sokallaðu borgarligu politikarunum í Føroyum er, at tey vælbjargaðu skulu hava tað gott. Hann vísti eisini á, at tað bara eru kávalótir at siga, at tað er tað [...] spurningur at finna út av, hvør eigur uppgávuna. Og samhaldsfasti ger hetta til eina almenna uppgávu, segði hann. Heini O. Heinesen vísti eisini á, at tá vit gera eina útreiðslu, so eiga vit eisini at vísa á [...] tað almenna ella fakfeløg, ið eiga at hava ábyrgdina av aldurdóminum. Heini O. Heinesen vísti eisini á, at í hansara uppvøkstri vóru tað bert ávísir bólkar, ið høvdu góða eftirløn, og nevndi Heini O. Heinesen
Maria Hansen vísti á, at ætlanin við samhaldsfasta alla tíðina var, at útgjaldið skuldi vera hægri, men hon helt tað ikki vera rætt at koma við slíkum uppskoti nú. ? Tað er rætt, at samfelagið er betur fyri [...] eisini betur fyri, segði hon. Kortini helt hon, at uppskot um at endurgjalda grunninum 30 milliónir úr landskassanum ikki var rætt júst nú, men at hetta átti at verið gjørt saman við fíggjarlógarviðgerðini [...] Sambandsfloksins helt, at tað er samfelagsins ábyrgd at taka sær av teimum gomlu, og tí er tað samfelagið, sum eigur at loysa hendan trupulleikan, segði hon. ? Javnaðarflokkurin sigur, at tíðirnar nú aftur
Og tað verður ikki dult fyri, at ein møguleiki, sum verður kannaður, er at fáa skipasmiðjuna at bera skjótari at við Smyrli. Táið sagt varð, at arbeiðið uppá Smyril fór at taka ein mánaða, var tað roknað [...] Dúgvan finnast at avloysa Smyril, kostar tað pengar. Og tann kostnaðurin verður settur upp ímóti tíðini, skipið skal brúkast. Og tað skilst, at ongin er sinnaður at brúka nógvar pengar at leiga Norrønu [...] kannaðir fyri at leiga skip. Men skotbráið er stutt og møguleikarnir tí ógvuliga avmarkaðir. Hóast Strandferðslan í eina tíð hevur vitað, at Smyril skal til eftirlit og umvælingar nú, er málið at kalla spildurnýtt
landskappingina við tað, at tað uttan iva fer at kosta suðuroyarliðunum stig, at tey noyðast at møta til dystir við illa uppløgdum og skerdum spælarahópi. Hann sigur tí, at kravið má vera at Strandferðslan og [...] illa fyri við fólk, at tey tola ikki, at nakar setist eftir, og tá slett ikki av slíkum orsøkum. Hann vísir eisini á, at tað verður ómøguligt at fáa áskoðarar norðaneftir til Suðuroyar at hyggja eftir týðandi [...] ímeðan Smyril er til eftirlit. Men tað, sum verri er, er at hann ivast ikki í, at hetta kemur at kosta fótbóltinum, í Suðuroynni dýrt. Eitt er, at Dúgvan er nógv minni, siglir nógv seinni og rullar nógv verri
vágbingingum greitt, at Fiskavirking ikki varð sinnað at lata flakavirkið í bygdini uppaftur, hava teir ásannað, at teir máttu taka annað skinn um bak. Og tað hava vágbingar gjørt við at venda eygunum, og [...] fara longri, fyrrenn teir vita, um kommunan yvirhøvur er sinnað at lata teimum stykkið at byggja á. Jógvan Krosslá sigur, at ongin ivi er um, at Býráðið tekur undir við báðum ætlanunum. [...] heldur hugsa um at skapa annað, vinnuligt virksemi. Úrslitið er, at seinastu árini eru fleiri smá fiskavirki, rundanum tað gamla, stóra flakavirki. Tvey virki afturat Og nú er líkt til, at vágbingar ganga
varð sagt, at valúrslitið í Danmark hevur gjørt støðuna millum borgarliga veingin og vinstraveingin í Fólkatinginum soleiðis, at umboð Javnaðarfloksins á Fólkatigi er komið í eina lyklastøðu, og at flokkurin [...] flokkurin ætlar at nýta hesa støðuna føroyskum áhugamálum at gagni. ? Vit hava staðfest, at stjórnin hjá Poul Nyrup Rasmussen heldur fram. Fólkatingsumboðið hjá Javnaðarflokkinum fer við síni óheftu støðu ikki [...] ikki at fella eina javnaðarstjórn, men hetta er sjálvandi treytað av, at føroysk áhugamál og viðurskifti verða viðgjørd og avgreidd á ein virðiligan og nøktandi hátt, sigur Jóannes Eidesgaard, fólkatingsmaður
um tað. Heini O. Heinesen sigur, at ikki minst fegnast hann um, at tað gekst teimum yngru valevnunum hjá flokkinum so væl. Tað vísir, at vit hava nógv, gott fólk at seta við og tað er ógvuliga týdningarmikið [...] , nettupp í teirri støðu, at hansara atkvøða kann koma at merkja lív ella deyði hjá Nyrup. Og tað er ikki vist, at hann er so fegin sum hann letst, tí uttan iva veit hann, at stígur hann bara tað allarminsta [...] tað koma at kosta Javnaðarflokkinum dýrt á komandi løgtingsvalinum. Av tí at báði Nyrup og Eidesgaard eru Javnaðarmenn, verður tað øgiliga trupult hjá Jóannesi ikki at verða knýttur ov tætt at Nyrup - í
Mohr sigur, at ítróttarliga fer HB ikki at merkja so nógv til, at teir tríggir eru farnir, tí hópurin er so stórur í ár, men vísir á, at tað sjálvandi er keðiligt hjá 2. deildarvenjaranum at missa teir [...] Mohr, formaður í HB, sigur, at teir alla tíðina hava verið greiðir yvir, at vandin fyri at missa spælarar var til staðar. ? Hatta er keðiligt, men vit hava alla tíðina vitað, at hatta er ein vandi, tá lagt [...] heldur ikki í, at teir fyrr ella seinni koma »heim« aftur, sigur hann. Gunnar leggur eisini dent á, at einki agg er millum hesar tríggjar og felagið, og at tað er í besta forstáilsi, at teir nú skifta
barndømi, at hann sigur ósatt! Úr Danmørk hava vit fingið at vita, at heimastýrislógin kann setast úr gildi, um fólkatingið samtykkir tað. Og um undirgrundina og møgulig ráevnir í henni verður sagt, at vit einans [...] loysing á skránni. Tað er beint, at javnaðarflokkurin ynskir, at vit fáa eina aðra lóg ístaðin fyri núverandi heimastýrislóg. Og tí hevur hann eisini lagt uppskot fyri tingið um at seta eina stjórnmálanevnd, [...] við tí sama gamla mjarrinum um, at sambandsflokkurin er einasti flokkur í Føroyum, sum ikki er loysingarflokkur. Men hetta er beinleiðis ósatt, tí hvar kunnu teir ávísa, at javnaðarflokkurin hevur loysing