Hetta var fyrsta boðið hjá framsøgumanni Tjóðveldisfloksins undir viðverðini av teimum fimm uppskotunum hjá Javnaðarflokkinum í gjár.
Heini O. Heinesen vísti á, at vanliga hugsanin hjá teimum sokallaðu borgarligu politikarunum í Føroyum er, at tey vælbjargaðu skulu hava tað gott. Hann vísti eisini á, at tað bara eru kávalótir at siga, at tað er tað almenna ella fakfeløg, ið eiga at hava ábyrgdina av aldurdóminum.
Heini O. Heinesen vísti eisini á, at í hansara uppvøkstri vóru tað bert ávísir bólkar, ið høvdu góða eftirløn, og nevndi Heini O. Heinesen í hesum sambandi lærarar, ið høvdu eina nógv betur skipan, enn aðrir samfelagsbólkar.
? Tað er ein politiskur spurningur at finna út av, hvør eigur uppgávuna. Og samhaldsfasti ger hetta til eina almenna uppgávu, segði hann.
Heini O. Heinesen vísti eisini á, at tá vit gera eina útreiðslu, so eiga vit eisini at vísa á, hvar pengarnir skulu koma frá. Hann vísti eisini á, at hann helt tað vera løgi av Javnaðarflokkinum at koma við slíkum uppskotum nú beint undan valinum, tá Javnaðarflokkurin eftir valið eigur løgmannin.
? Eitt sindur av uppskotum mugu vera eftir til nýggja landsstýrið, helt Heini O. Heinesen, sum legði afturat, at annars mátti Vilhelm Johannesen hava forroknað seg?