Fer at virka fyri føroyskum áhugamálum

Javnaðarflokkurin heldur fast við tað, sum boðað varð frá í valstríðnum - flokkurin fer at standa óheftur av danska Javnaðarflokkinum

Í tíðindaskrivi í gjár, har flokkurin boðaði til tíðindafundar á Hotel Hafnia, varð sagt, at valúrslitið í Danmark hevur gjørt støðuna millum borgarliga veingin og vinstraveingin í Fólkatinginum soleiðis, at umboð Javnaðarfloksins á Fólkatigi er komið í eina lyklastøðu, og at flokkurin ætlar at nýta hesa støðuna føroyskum áhugamálum at gagni.

? Vit hava staðfest, at stjórnin hjá Poul Nyrup Rasmussen heldur fram. Fólkatingsumboðið hjá Javnaðarflokkinum fer við síni óheftu støðu ikki at fella eina javnaðarstjórn, men hetta er sjálvandi treytað av, at føroysk áhugamál og viðurskifti verða viðgjørd og avgreidd á ein virðiligan og nøktandi hátt, sigur Jóannes Eidesgaard, fólkatingsmaður.

? Føroysk áhugamál í hesum sambandi eru m. a. bankamálið, skuldin til ríkiskassan og ríkisrættarliga støðan. Í bankamálinum verður víst til føroysku støðuna, sum allir flokkar á tingi væntandi fara at taka undir við. Viðvíkjandi skuldini eigur nøktandi avtala at verða gjørd millum danir og føroyingar. Í spurninginum um ríkisrættarligu støðuna skal støðan hjá Føroya Løgtingi virðast, sigur nýggi fólkatingsmaðurin, Jóannes Eidesgaard.